Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 21 Menningarætlanin elvir til politiskt rok um tey trý sjúkrahúsini Longu áðrenn álitið um eina menningarætlan fyri heilsuverkið var løgd fram, byrjaði politiska stríðið um støðuna ÁRNI GREGERSEN E itt ótal av álitum eru gjørd um føroyska heilsu­verkið og serliga um, hvat vit skulu brúka tey trý sjúkrahúsini til. Nú er ein 38-mannabólkur komin við einum uppskoti um eina menningarætlan fyri heilsu­ verkið. Landsstýriskvinnan við heilsu­málum, Sirið Stenberg, Tjóð­veldi, setti bólkin at arbeiða og gav honum eina stutta tíðar­ freist at koma við einum áliti. Hon sigur, at álitið skal vera grudnarlagið undir einum polit­ iskum aðalorðaskifti um heilsu­ verkinum. Hetta aðalorða­skiftið verður í tinginum í heyst. Men fyrstu útmeldignarnar frá politisku flokkunum benda ikki á nakra semju um tilmælini, sum menningarbólkurin kom við. Fyrstu afturmeldingarnar eru sjálvandi frá tingfólkunum í andstøðuflokkunum, sum um­ boða norðara partin av Føroyum Álitið er nú alment, men longu áðrenn tað hendi, byrjaði polit­ iskt rumbul í flokkunum um tað, sum stendur í álitinum. Grundleggjandi er politiskt stríð um, at bólkurin mælir til, at sjúkrahúsverkið fær eina felags leiðslu – og so at øll akutt móttøka skal vera á Landssjúkrahúsinum. At rumblið byrjaði áðrenn álitið var almannakunngjørt hong­ur saman við, at saman við verkætlanarbólkinum, var eisini settur ein politiskur fylgi­bólkur. Allir flokkar hava hvør sítt um­boð í hesum bólki, uttan Tjóð­ veldi. Tjóðveldi hevur tveir limir. Bólkurin er soleiðis mannaður: ■ Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin ■ Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Fólkaflokkurin ■ Karsten Hansen, Miðflokkurin ■ Jógvan Skorheim, Nýggja Sjálvstýri ■ Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin ■ Katrin Kallsberg, Tjóðveldi ■ Poul Clementsen, Framsókn ■ Óluva Klettskarð, Tjóðveldi ■ Sonja Jógvansdóttir, Uttanflokka Í politiska fylgibólkinum hava politikararnir sjálvandi umboðað teirra flokkar, men júst á heusm øki ber illa til at siga, at politisku flokk­arnir eru samdir. Ein hevur ikki fyri neyðini at vera søgufrøðingur fyri at vita, at søguliga er tað soleiðis, at norð­ ingar standa saman um sjúkra­ húsið í Klaksvík og suðuroyingar um sjúkrahúsið á Tvøroyri. Álitið frá verk­ætlanar­bólk­ inum og teimum serfrøð­ing­ unum, sum manna bólkin, vísir á, at føroyska heilsuverkið hevur al­stórar avbjóðingar. Tað veit politiska skipanin eis­ini, men ivasamt er, hvat hon megnar at gera við spurningar­ nar. Hetta, tí at ovast á skránni hjá mongum stendur spurningurin um at varðveita arbeiðspláss á lokalu sjúkrahúsunum. Bjørn Kalsø, tinglimur fyri Sambandsflokkin, hevur alment longu víst á, at verður leiðslan flutt av Klaksvíkar sjúkrahúsi og ongin akuttmóttøka verður á stað­num, so er ikki longur talan um eitt veruligt sjúkrahús. – Verða hesi tilmæli fylgd, so­ leiðis sum landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg legg­ur upp til, verður tað ein dyggur smeitur fyri Klaksvíkar Sjúkra­hús,  Norðoyggjar og alt norður­økið í landinum. Klaksvíkar Sjúkrahús verður tá ikki at rokna sum sjúkrahús long­ur. Tí eitt sjúkrahús uttan leiðslu á staðnum og uttan akutt­ ar viðgerðir, er ikki sjúkra­hús, skrivar Bjørn Kalsø, løg­tings­ limur. Stríð í flokkunum Í øllum teimum politisku flokk­ unum er innanhýsisstríð um sjúkrahúsverkið. Serliga snýr tað seg um Klaks­víkar sjúkrahús. Broyttu sam­ferðslu­viðurskiftini gera grundgevingarnar fyri at varð­ veita nógvar viðgerðir í Klaksvík, heldur lættari, tí nú ber tila t ferð­ast ómetaliga skjótt millum norð­ara partin av Føroyum og Tórs­havn. Eitt annað, sum ger at grund­ gev­ignarnar vikna er, at so at siga øll viðgerð er vorðin meira spesiali­serað og tað finnast alt færri læknar, sum kunnu gera nógv ymisk ting. Men norðingar standa saman og vilja varðveita sjúkrahúsið sum tað er. – Tað sær út fyri mær sum at Klaksvíkar Sjúkrahús verð­ur niður­lagað, og tað er nakað, sum eg ongantíð fari at góðtaka, og eg fari at berjast alt eg eri ment, fyri at tað ikki skal henda, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygs­ dóttur, tinglimur fyri Fólka­ flokkin, við Norðlýsið. – Hetta verður gjørt uppá ein snildan máta. Millum annað skal verandi tilbúgvingin burtur í 2019 og eisini verður skotið upp, at ein leiðsla skal vera fyri øll trý sjúkrahúsini. Tað kemur ikki uppá tal, leggur hon afturat. Samgongan Politikararnir í samgonguni hava ikki enn gjørt nakað serligt av við­merkingum til álitið um menn­ingarætlanina, men millum fleiri teirra hoyrist, at hetta er eitt mál, sum ikki lættliga slepp­ ur óskalað gjøgnum tingið. Sirið Stenberg, lands­ stýris­kvinna, sigur, at menningar­ætlanin verður grundar­lagið undir einum aðal­orða­skifti í heyst huga, er spurningurin, um ikki ein góð tyrlutænasta sam­an við upp­ kvalifisering av kommunu­lækna­ tæn­astuni og einari út­bygdari skaða­stovu kann nøkta tørvin. Triði bólkurin var samdur í hesi niður­støðu og segði, at eftir at tað er vorðið landfast millum Klaksvík og Tórshavn, er ikki longur neyðugt við einari akutt móttøku í Klaksvík. Gjøgnumgangandi siga lækn­ ar­nir, at miðsavningin á hesum økinum í allar mátar fer at gagna sjúk­lingunum, tí tú hevur so nógva ser­frøði samlaða á einum stað. Læknarnir halda heldur ikki, at neyðugt er at hava eina fullkomna akutta móttøku á Tvøroyri, men mæla heldur til, at tyrlutænastan verður útbygd. Fjórði bólkurin staðfesti bert, at tað í einum so lítlum landi sum okkara bert er grundarlag fyri einum sjúkrahúsi og tað sjúkra­ húsið eigur at vera Lands­sjúkra­ húsið. – Hetta er læknafakligt einasti háttur at gagnnýta læknaligan serkunnleika á besta hátt, eisini tá ið fíggjarlig atlit skulu takast. Og ikki minst er hetta nógv tann tryggasta loysnin fyri sjúklingin. Um støðuna í Suðuroy verður sagt, at har er neyðugt við einari akutt móttøku, men at alla tíðina eigur at verða havt í huga, at sjúk­ lingar­nir skulu sendast á Lands­ sjúkra­húsið skjótast gjørligt. ARNIG@SOSIALURIN.FO Elsebeth mercedes Gunnleygs­dóttur, Fólka­ flokkurin, vil gera alt fyri at leiðslan ikki verður flutt av Klaksvíkar sjúkrahúsi. MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN