hósdagur 30. juni 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016
SOSIALURIN 75
22
HALLUR AV RANA
M
ikudagurin
11.
november var ein
arbeiðsdagur sum
allir aðrir hjá tá
20 ára gamla lastbilaføraranum
Marnar Djurhuus. Hann hevði
verið í Kollafirði eftir einum tóm
um vogni, áðrenn leiðin gekk inn á
Skálafjørðin, har hann fylti vognin
við flamingo eskjum frá Bakka
frost.
Á veg aftur til Havnar steðgaði
hann við hús í Svínáum, har hann
fekk sær ein døgurðabita, áðrenn
leiðin gekk víðari. Tað var einki,
sum tá bendi á, at hesin dagurin
var øðrvísi enn nakar annar
arbeiðsdagur. Á veg oman móti
brúnni við Streymin hendi tó tað,
ið er marran hjá øllum lastbilafør
arum. Ein bilur koyrdi út fyri tunga
lastbilin. Ungi lastbilaførarin hevði
ongan kjans at steðga lastbilinum
og tá avtornaði kravdi saman
stoyturin eitt mannalív.
Samanstoyturin
Hendingin hendan vetrardagin
í november er brend føst í minn
inum hjá Marnar Djurhuus, tá vit
hitta hann eitt gott hálvt ár eftir
vanlukkuna.
– Eg kom koyrandi oman móti
brúnni, tá ein bilur kemur út frá
Norðskála. Eg síggi at bilurin
koyrir og visti beinanvegin, at
hetta endar í einum samanstoyti.
Tað var als ikki einum spurningur
um eg fór at raka bilin, men hvussu
eg fór at raka bilin, sigur Marnar
Djurhuus um løtuna beint áðrenn
vanlukkuna.
Um hetta mundi var lastbilurin
hjá Marnar Djurhuus staddur
við innkoyringina til Norðskála,
meðan bilurin, ið koyrdi út fyri,
var við útkoyringina. Sostatt var
einans umleið breiddin av einum
vegi millum akførini, tá Marnar
Djurhuus varnaðist, hvat var um
at henda,
– Túsund tankar fóru gjøgnum
høvdið hjá mær, men alt gekk
so skjótt fyri seg. Eg sá ikki bilin
blinka, so eg vónaði at hann fór
suðureftir. Tí eg visti, at vit fóru
at bresta saman, men um hann
fór suðureftir, so rakti eg reyvina á
bilinum heldur enn síðuna. Tíverri
koyrdi hann upp á tvørs, og eg
rendi beint inn í síðuna á bilinum,
greiðir Marnar Djurhuus frá og
heldur fram.
– Eg bremsaði alt tað eg kundi
og helt so fast um róðrið sum eg
kundi. Fyrst kendi eg ein brest, tá
eg rakti bilin og slongdi hann av
stað, og síðan ein brest aftrat, tá eg
sjálvur rakti autoverjuna.
Royndi at hjálpa
Sjálvur slapp Marnar Djurhuus
frá hendingini við einans nøkrum
bláum merkjum á hálsin, har eitt
sjónvarp í bilinum hevði rakt hann,
og pínu í handliðunum, tí hann
hevði hildið fast um róðrið. So
hann var skjótur úr bilinum eftir
samanstoytin.
– Hurðin hjá mær var føst, men
eg fekk sparka hana upp, og fór
so yvir til bilin fyri at vita hvussu
støðan var. Tá var eingin annar
komin, men eg visti longu, at lík
indi ikki vóru góð, sigur Marnar
Djurhuus.
Tá ið ungi lastbilaførararin kom
fram til bilin, legði hann merki til,
at tað vóru tveir persónar í bil
inum, men at støðan var ymisk hjá
teimum báðum.
– Báðir menninir vóru fastir í
bilinum, men eg haldi, at bilførarin
longu var deyður tá. Síðumaðurin
var tó á lívi, og við fólkum, ið komu
á staðið, royndu vit at sleppa inn til
hansara, greiðir Marnar Djurhuus
frá.
Hurðin til ferðafólki var tó føst
undir autoverjuni, so roynt varð
at flyta bilin, so fólk kundu sleppa
framat viðkomandi. Tað eydnaðist
at flyta bilin, men hurðin var enn
føst, so tað var ikki fyrr enn sløkki
liðið kom á staðið, og fekk klipt
hurðina upp, at tað eydnaðist at
fáa ferðafólkið úr bilinum.
Ferðafólkið og Marnar Djur
huus yvirlivdu samanstoytin,
men bilførarin, ið sat á tí síðuni, ið
lastbilurin rakti, varð staðfestur
deyður, tá hann kom á Lands
sjúkrahúsið.
Ræðulig kensla
Hóast løgreglan hevur staðfest, at
Marnar Djurhuus ikki átti nakran
feil í vanlukkuni, so hevur hann ilt
Hetta at yvirhála
fyri at spara tíð
er fullkomiliga
vónleyst. Eingin
sparir tíð í
Føroyum við at
koyra skjótt. Tá
ein bilur yvir
hálar meg til
Havnar, so møti
eg vanliga tí
bilinum aftur
í bilrøðini í
Hoyvíkini«
Marnar Djurhuus
– At hava verið atvoldin til, at ein persónur læt lív, er ein ræðulig kensla,
ið fylgir mær enn. Løgreglan hevur staðfest, at eg einki skeivt gjørdi og
at bremsurnar og dekkini vóru sum tey áttu. Men tað broytir ikki tað
sannroynd, at eg koyrdi trailaran og ein maður læt lív. Tað sigur Marnar
Djurhuus, sum farna november gjørdist partur av eini ferðsluvanlukku
EIN
RÆÐULIG
KENSLA
kravdi mannalív
Ferðsluvanlukka
FERÐSLA