hósdagur 30. juni 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016
SOSIALURIN 75
23
við at sleppa kensluna av, at hann
rendi á ein bil við tí úrsliti, at ein
annar persónur læt lív.
– At hava verið atvoldin til, at
ein persónur læt lív, er ein ræðulig
kensla, ið fylgir mær enn. Løgreglan
hevur staðfest, at eg einki skeivt
gjørdi og at bremsurnar og dekkini
vóru sum tey áttu. Men tað broytir
ikki tað sannroynd, at eg koyrdi
trailaran og ein maður læt lív,
sigur Marnar Djurhuus við tungari
rødd.
Marnar Djurhuus var longu í
samband við familjuna hjá deyða
manninum á sjúkrahúsinum og
luttók eisini til jarðarferðina hjá
manninum.
– Eg føldi, at tað var nakað, ið
eg mátti gera, tí tá føldi eg, at tað
var mín skyld, at hann var deyður,
sigur Marnar Djurhuus.
Ikki øll sár eru sjónlig
Hóast Marnar Djurhuus sjálvur
slapp frá hendingini uttan sjónlig
mein, so kann hann í dag staðfesta,
at tað ikki eru øll sár, ið eru sjónlig.
Tí hóast hann er glaður fyri at vera
í lívi í dag, so hevur hann trupult
við at sleppa hendingini hendan
vetrardagin.
– Eg havi roynt at koyrt stóran
bil aftur eftir hendingina, men má
bara ásanna, at tað ber ikki til. Eg
missi svøvnin og verði stressaður
við tankan um, at eg má koyra. Men
tað var mítt arbeiði, so eg mátti
royna. Tað endaði so við, at eg varð
sjúkrameldaður, og havi nú fingið
játtað stuðul til endurútbúgving, so
at eg kann fara aftur á skúlabonk,
greiðir Marnar Djurhuus frá.
Sjálvur varð Marnar Djurhuus
fluttur á Landssjúkrahúsið eftir
vanlukkuna, men varð skjótt út
skrivaður aftur. Hann fekk tó
samband við ein sálarlækna, ið
seinni hevur staðfest, at Marnar
Djurhuus líður av post traumatic
stress disorder, PTSD. Enn er óvist,
um Marnar Djurhuus má liva við
sjúkuni restina av lívinum ella um
tað er nakað, ið fer við tíðini.
Talan er um eina sálarliga sjúku,
ið vanliga verður sett í samband við
hermenn, ið hava verið í kríggj.
PTSD er ein sjúku, ið er eyðkend við
sálarligum og kensluligum stress,
ið er eitt úrslit av einum skaða ella
svárum sálarligum skelki, ið van
liga førir til svøvntrupulleikar og
veruleikakend minnir av hending
um.
Í langa tíð eftir vanlukkuna
stríddist Marnar Djurhuus við
sjúkuna, og eftir ikki at hava sovið í
longri tíð, var tað trúgvin, ið hjálpti
honum víðari.
– Tá tað stóð ringast til, kallaði
eg á Harran. Eg fór til forbøn og
fekk bønarsvar, og havi sovið gott
líka síðan. Eg fái ikki koyrt trailara
aftur, men eg havi fingið frið í
sálina og fái sovi aftur.
Hugsi um tey sum liva
Tað gongur vanliga ikki leingi frá
tí, at ein persónur hevur lætið lív
í eini ferðsluvanlukku, til tað er at
lesa á øllum netmiðlum, facebook
og aðrastaðni. Slík tíðindi ferðast
nevniliga øgiliga skjótt í einum
lítlum samfelagi sum tí føroyska.
Spurdur um hvussu tað er at
hoyra um slíkar vanlukkur, tá
man sjálvur hevur verið partur av
einari, sigur Marnar Djurhuus, at
hansara tankar fara beinanvegin
til tey, ið yvirlivdu vanlukkuna.
– Tá ið eg hoyri um eina ferðslu
vanlukku har ein persónur doyr,
so hugsi eg beinanvegin um tann,
ið yvirlivdi. Tað er tí, at eg sjálvur
hava havt stórar trupulleikar síðan
vanlukkuna, so eg hugsi um hvussu
viðkomandi man hava tað. Sjálv
andi hugsi eg um viðkomandi, ið
læt lív, men eg dugi betri at seta
meg inn í støðuna hjá tí, ið yvirlivdi,
sigur Marnar Djurhuus, og leggur
afturat.
– Fyrr hugsaði eg mangan, at
tað var synd í teimum, ið høvdu
verið í einum slíkum samanstoyti
og yvirlivdu. At tað mátti vera ein
ræðuliga kensla hjá bilføraranum.
Nú dugi eg at síggja, at eg slett ikki
skilt støðuna. Hon er nógv verri,
enn nakar kann ímynda sær.
Marnar Djurhuus greiðir eisini
frá, at hendingin hevur ávirkað
hvussu hann sjálvur er í ferðsluni.
Er vorðin meira varin
– Eg eri farin at koyra meira varliga
og seti ferðina beinanvegin niður,
um eg síggi bilar koma koyrandi
frá síðuni. Um onkur so yvirhálar
vitleyst, so verði eg illur og bangin,
tí eg havi sæð hvat avleiðingarnar
kunnu vera av slíkari koyring, sigur
Marnar Djurhuus.
Sunnudagurin er minningar
dagurin fyri teirra, ið hava lætið
lív í ferðsluni. Síðani seinasta
minningardag hava trý fólk lætið
lív í ferðsluni. Eftir sjálvur at hava
verið við í eini vanlukku, hevur
Marnar Djurhuus fingið nýggja
virðing fyri ferðsluni og lívinum.
– Hetta at yvirhála fyri at spara
tíð er fullkomiliga vónleyst. Eingin
sparir tíð í Føroyum við at koyra
skjótt. Tá ein bilur yvirhálar meg
til Havnar, so møti eg vanliga tí bil
inum aftur í bilrøðini í Hoyvíkini,
sigur Marnar Djurhuus og leggur
afturat.
– Óansæð hvussu væl man held
ur, at man sjálvur koyrir, so er man
í vanda. Nøkur halda, at tey duga so
væl at koyra, at einki kann henda
teimum og brúka tí ikki belti. Eg
kann bara siga, at óansæð hvussu
væl man dugir at koyra, so er tað
einki, ið kann verja ein frá ein
um tilvildarligum óhappi, sigur
Marnar Djurhuus at enda.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
– Tá ið eg hoyri um eina ferðsluvanlukku har ein persónur doyr,
so hugsi eg beinanvegin um tann, ið yvirlivdi. Sjálvandi hugsi
eg eisini um viðkomandi, ið lat lív, men eg dugi betri at seta
meg inn í støðuna hjá tí, ið yvirlivdi, sigur Marnar Djurhuus
»At hava verið atvoldin til, at ein
persónur lat lív, er ein ræðulig
kensla, ið fylgir mær enn«
MYND: ÁLVUR HARALDSEN