Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 24 KNÚT HÁBERG EYSTURSTEIN S íðani byrjanina í 2010 er talið av festival­luttakarum vaksið støðugt, og ársins festivalur setti met við 20.000 vitjandi. Hóast stóra vitjanar­talið er økið somikið væl samansett, at skjótt og ómakaleyst er at finna runt. Nógvir føroyingar høvdu leita sær á ársins Copenhell, og tað sást aftur á festivalplássinum. Tú rendi teg javnan í føroyingar, prátið gekk lystiliga og kendist tað í løtum sum ein svartklødd málmsútgáva av eini føroyskari stevnu ella tónleikafestivali. Sjarmerandi onkursvegna. Tungmálmsestetikkur Visuelt og retoriskt gera fólkini handan Copenhell sær væl og virðiliga dælt av eyðkenda tungmálmsestetikkinum, har myrkur og óndskapur ráa fyri borgum. Navnið »Copenhell« er sjálvandi umskriving av enska »Copenhagen«, og teir tríggir pallarnir eita eisini eftir ymsum variantum av helviti, t.e. deyðsríkinum. Høvuðspallurin eftir fornnorrøna »Helviti«, næststørsti pallurin eftir grikska »Hades« og minsti pallurin eftir »Pandæmonium« úr Paradise Lost hjá John Milton. Á festivaløkinum stendur ein svørt »kirkja« við umvendum krossum, og bussarnir, ið koyra millum økið og Christianshavn Metro eru sjálvandi nummar »666«. Slíkt orðaval og súmbolikkur tykist kanska ógvusligt fyri tey óinnvígdu, men her skal undirstrikast við feitari (svartari) striku, at alt fer fram við einum skálkabrosi. Uppreistur og provokatión hava frá byrjan verið inngrógvin partur av tung­málms­mentanini, og serliga er tað spíðs­borgarliga og stovureina penheitin, ið stendur fyri skotum. Tungmálmsestetikkurin við tess eldi, jarni og myrkri fellur eisini væl inn í umstøðurnar úti á Refshaleøen, ið er eitt gamalt ídnaðarøki við stórum verk­ smiðju­bygningum o.ø. Hetta hóskar stak væl sum karmur til ein málmfestival. Fyrireikararnir hava hugsað um heildina, og í so máta er tað ein frægd fyri bæði eygu og oyru at vera á Copenhell. Mótrák til flower power Hvagani stavar so hesin málms­ áhugin fyri óndskapi og myrkri? Í bókini Heavy Metal: The Music and Its Culture (1991) vísir sosiologurin Deena Weinstein á, at ein felagsnevnari fyri nøvnini, ið av fyrstan tíð vóru sett í samband við tungmálm – Led Zeppelin, Black Sabbath, Deep Purple, Uriah Heep, Judas Priest, Motörhead, Iron Maiden, Dio v.fl. – er stigvísa ella vaksandi áherðslan á tað myrku og døpru síðuna av tilveruni. Har 60’ini vóru eyðkend av blomsturbørnum, hippie dreymum og fríum kærleika, gjørdist tung­ málms­rákið eitt dømi um tað øvugta: fokus á kærleika var skift út við fokus á óndskap. Tað er ikki av leið at siga, at óndskapur verður settur í talu í tungmálminum. Tað svarta, tað myrka, tað dapra, tað ófrættakenda, tað ókenda, ja tað ónda fær størri rásarúm – bæði tekstliga, tónleikaliga og visuelt. Umhvørvið spælir eisini inn. Black Sabbath koma t.d. úr enska ídnaðarbýnum Birmingham, og í søguni um Sabbath verður av og á víst á hvussu hesin býurin er gráur og dapur, og at framtíðarútlitini hjá nøkrum ungum dreingjum av arbeiðarastætt vóru einki serligt síðst í 60’unum. Har var ikki nógv flower power at hóma. Við ídnaðarupprunanum hjá Black Sabbath í huga kendist tað ikki sørt rámandi at teir vóru høvuðsnavn á ársins Copenhell, ið nettupp gongur fyri seg í einum gomlum ídnaðarøki. Segði nakar hægri eind? Hósdagur Her verður ikki tikið samanum alt, ið undirritaði hoyrdi, men eitt sindur skal sigast um tað besta. Hósdag vóru tað Alice Cooper og With The Dead, ið skaraðu framúr. Alice Cooper framførdi við fullmannaðum og ómetaliga væl spælandi rokkbólki afturat sær. Konsertin var orkumikil, teatralsk, undirhaldandi og rørandi. Tað var mikið stuttligt at hoyra klassiskar Cooper sangir sum ‘No More Mr. Nice Guy’, ’Poison’, ‘Feed My Frankenstein’ og ‘School’s Out’ í live útgávu. Ein partur av konsertini var halgaður til Keith Moon (The Who), Jimi Hendrix, David Bowie og Lemmy Kilmister (Motörhead) við at spæla sangir hjá teimum í raðfylgju: ‘Pinball Wizard’, ‘Fire’, ‘Suffragette City’ og ‘Ace of Spades’. Hesin sekvensur kundi lættliga verið ein grunnur gimmick í hondunum hjá øðrum, men hjá Alice og co. kendist tað heldur rørandi og hjartaligt, fyri ikki at siga frálíka væl spælt. Hesir fýra falnu rokkarar vóru allir nøkunlunda javnaldrandi við Cooper, hvørs kristna navn er Vincent Damon Furnier, og var tað tí uppá sítt pláss, at teir fingu eina heiðran við á vegnum. Farna vikuskiftið var Copenhell festivalurin hildin á sjeynda sinni, tá túsundtals málmsfjepparar savnaðust úti á Refshaleøen í Keypmannahavn til tríggjar dagar við málmi og hørðum rokki. Ovast á plakatini stóðu aldrandi ensku tungmálmsslóðararnir Black Sabbath. Undirritaði var á festivalinum fyri fyrstu ferð Á gáttini t Alice Cooper við gittarleikaranum Nita Strauss undir liðini. Bassleikarin Chuck Garric í bakgrundini. Biergarten bjóðar uppá tung­málms­ diskarar, tung­málm­ felags­sang og gott tung­ málms­lag! MYNDIR: JACOB DINESEN Black Sabbath. Geezer Butler t.v. og Ozzy Osbourne t.h.