hósdagur 30. juni 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016
SOSIALURIN 75
25
Av nýggjari nøvnum var tað
serliga dómadagsmálmbólkurin
With The Dead, ið hugtók. Bólkurin
var stovnaður í fjør, men telur fýra
garvaðar rottur innan bretskan
dómadagsmálm við drúgvari fortíð
í bólkum sum Cathedral og Electric
Wizard. With The Dead spæla
treytaleyst harðan dómadagsmálm
uttan nakað dikkedar. Spikafeitt!
Fríggjadagur
Fríggjadag vóru tað serliga
Megadeth, King Diamond og
Abbath, ið skaraðu framúr. Har
aðrir bólkar gjørdu nógv burturúr
pallshowi, vóru Megadeth eitt
sindur meira spartanskir. Teir
møttu upp, spældu eina góða
konsert og fóru avstað aftur.
Har koyrdu gamaní filmbrot á
bakteppinum, og Dave Mustaine
hevði onkra viðmerking millum
sangirnar. T.d. var ein sangur av
høvuðsverkinum Rust In Peace
(1990) ognaður fyrrverandi
trummuleikaranum Nick Menza,
ið andaðist fyri kortum. Annars
var hetta, so segði hann, bara góður
musikkur, og so var ikki meira
hóvasták gjørt burturúr.
Vóru
Megadeth
relativt
spartanskir, var King Diamond
konsertin seinni á kvøldinum ein
venjing í tí stórbært teatralska. Í
so máta tók King Diamond, Kim
Bendix Petersen (!) millum vinir,
táttin upp frá fyrimyndini Alice
Cooper.
Her var aftur talan um eina
stórt uppsetta teatralska konsert,
ið m.a. innihelt eina framførslu av
allari Abigail plátuni frá 1987. King
Diamond er eitt kult fyribrigdi, og
øllum dámar ikki líka væl snjøllu
falsettrøddina, men konsertin
sannførdi um, at har er meir at
fara eftir enn bara kultvirði og lótir.
Tá liðið var út á teir myrku
tímarnar var tíðin búgvin til eina
megnar svartmálmskonsert, og
hana fingu vit í ovurmát frá norska
Abbath, fyrrverandi sangara í
Immortal.
Nú er hann farin solo og hevur
savnað sær eitt all-stars toymi
av grummum corpsepaintaðum
kúllum. Teir spældu eitt satt
frontalálop av orkumiklum svart
málmi kryddað við einum sindri av
góðum gamaldags hardrokki.
Í roynd og veru ein upplyftandi,
nærum ekstatisk uppliving.
Paradoksalt men satt.
Black Sabbath
Leygardag var ymiskt á skránni,
men tað skal ikki vera nøkur
loyna, at undirritaði hevði halgað
sær henda dagin, sabbatin (!), til
ársins absolutta høvuðsnavn.
Spenningurin var øgiligur undan
konsertini.
Hvussu mundu hesir aldrandi
tungmálmsslóðarar fara at standa
seg? Eisini havandi í huga, at
hetta also var síðsta Sabbath
konsertin nakrantíð í Danmark.
Aktuella konsertferðin eitur heilt
einfalt »The End«, tí heilsan hjá
gittarleikaranum Tony Iommi
er farin at bila somikið nógv, at
læknarnir fráráða honum at fara
á fleiri drúgvar konsertferðir.
Einhvør ivi var dyggiliga
gjørdur til skammar, tí Sabbath
spældu eina framúrskarandi góða
og vælljóðandi konsert, har teir
prógvaðu sína støðu sum tung
málmsslóðarar uttan líka. Ein sonn
fragd at síggja Ozzy Osbourne
í monumentala leiklutinum
sum »The Prince of Darkness«:
sannførandi frontfigurur og
sangari í einum av heimsins bestu
málmbólkum, og ikki sum mutlandi
knarrivætti í hasi ønskriligu reality
sjónvarpssendingini á sinni.
Ein sonn fragd at síggja Tony
Iommi, ein av mínum yndis
gittarleikarum yvirhøvur, spæla
eyðkent riff omaná eyðkent riff
og fýra soloir av, ið rørdu innastu
hjartastreingir. Tá fólk ikki sungu
við reglum hjá Ozzy, sungu tey
afturvið riffum og soloum hjá
Tony. Tað sigur ikki so lítið.
Eisini ein sonn fragd at síggja
introverta og groovandi Geezer
Butler leggja dyggan bassbotn.
Saknur var í trummuleikaranum
Bill Ward, ið ikki er við longur vegna
svikaliga heilsu og sáttmálaósemju,
men dugnaligi avloysarin Tommy
Clufetos tók uppgávuna í størsta
álvara og livdi seg inn í leiklutin.
Sabbath hava havt fleiri tíðar
skeið og sangarar, men einki er at
siga til, at fyrsta tíðarskeiðið við
Ozzy er »urteksturin« hjá bæði
Sabbath og málmi sum heild.
Fyrstu seks Sabbath pláturnar eru
essentiellar í so máta. Tær eru Black
Sabbath, Paranoid, Master of
Reality, Vol. 4, Sabbath Bloody
Sabbath og Sabotage, allar inn
spældar og útgivnar árini 1970-1975.
Á konsertini spældu teir einans
sangir av teimum fyrstu fýra,
umframt eittans lag av sjeyndu
plátuni Technical Ecstasy (1976).
Tað kendist sanniliga sum fóru
teir aftur til røturnar og aftur til
Birmingham. Hálvanannan tíma
vardi henda máttmikla og livandi
løta, og teir kundu sagtans spælt
dupult so leingi.
Tað er ikki ov nógv sagt, at
menn steðgaðu á toppinum. Eitt
virðiligt og inniligt farvæl. Tøkk
fái Copenhell fyri hesuferð, og
tøkk fái Black Sabbath fyri at vísa
okkum hvar tungmálmsskápið skal
standa!
til helheim
Abbath,
svartmálmur
úr Noregi.
King Diamond
Hades pallurin aftaná afturlatingartíð.
Úlvurin til høgru er eitt stórt
eyðkennismerki hjá Copenhell.