hósdagur 30. juni 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016
SOSIALURIN 75
26
Óli Jacobsen
BJARGAÐUR UNDAN
NASISMUNI, YNSKIR AT
SÍGGJA FØROYAR AFTUR
Mikudagin komandi fáa Føroyar eina serliga vitjan. Tað eru feðgarnir Menakhem og
Roy Ben Yami úr Ísrael. 89 ára gamli Menakhem vil fegin vísa soninum Føroyar
T
að var í 2004, at Menakhem Ben
Yami fyrstu ferð var í Føroyum á
eini fiskivinnustevnu. Hann er
ein kendur fiskivinnufrøðingur,
sum í mong ár hevur arbeitt fyri fiski
vinnudeildina hjá FAO, matvørustovninum
hjá ST. Í hesum sambandi hevur hann verið
í einum stórum parti av heimsins londum.
Tá ið Menakhem kom higar fyrstu
ferð fekst eisini hansara ótrúliga søga um
hansara lív sum polskur jødi, ið varð »deyða
dømdur«, tá ið Týskland hertók Polen í 1939.
Í 2006 var hann aftur í Føroyum saman
við konuni, Honnu, sum var týskur jødi, og
sum var eins nógv deyðadømd sum hann.
Kortini komu tey bæði til Ísrael aftan
kríggið. Tey giftust og fingu tvey børn.
Sonurin, Roy, er ein stórur vinnulívs
maður í Ísrael. Hann hevur hoyrt pápa sín
greiða so nógv frá Føroyum, at nú vil hann
hava pápan við til Føroyar at vísa sær hetta
land, sum hann er so hugtikin av.
Tískil koma teir í komandi viku til
Føroya við privatflogfarinum hjá Roy. Her
skulu teir í nakrar dagar vitja vinir og síggja
sum mest av landinum.
Snýtti seg undan deyðanum
Vit hava fyrr havt søguna hjá Honnu í hesi
røð. Men hesa ferð fara vit at lýsa ta fan
tastisku søguna hjá Menakhem.
Ættin hjá Menakhem hevur búð í Polen
alt tað, hann veit um. Eini 10% av íbúgvunum
í landinum vóru jødar. Men hesir vóru meira
ymiskir, enn vit kanska gera okkum far um.
Summi vóru meira integreraður partur av
polska samfelagnum enn onnur. Hetta kom
millum annað til sjóndar í tí máli, tey tosaðu.
Vanliga fatanin er, at allir jødar heima
tosaðu jiddish, eina blanding av hebraiskum
og ymsum europeiskum málum, men soleið
is var ikki heima hjá Menakhem. Tey tosaðu
polskt heima og vóru tískil meira integrerað
í polska samfelagnum enn hini. Tað vóru
eisini tey, sum valla dugdu polskt yvirhøv
ur. Menakhem lærdi eisini hebraiskt frá
barni av.
Annars sigur Menakhem, at í ísraelsku
søguni eru tvey serstøk undur. Annað var,
at tað eydnaðist at endurreisa hebraiska
málið, sum nú er almenna málið í Ísrael.
Hitt undrið er, at tað er eydnaðist jødum at
koma aftur til Ísrael í so stórum tali.
Marran byrjar
Hitler legði á Polen fyrst í september í 1939,
og Menakhem greiðir frá:
»Eg var 13 ára gamal, tá kríggið byrjaði í
1939. Vit búði í Warszawa, og vóru vit pápi,
mamma, eg og ein lítil systir, sum var 4 ára
gomul tá. Týskararnir byrjaði beinanvegin
at bumba Warszawa frá luftini. Eg haldi, at
tað tók tvær vikur til teir høvdu kringsett
býin. Í býnum búðu 1,2 mill. Fólk. Av hesum
vóru meira enn 300.000 jødar. Nú Warszawa
var kringsett, byrjaðu týskarar eisini at
skjóta inn í býin frá jørðini, og eftir enn
tvær vikur gav býurin seg yvir, tá var 20%
av býnum oyðilagdur. Týskarar yvirtóku
sostatt myndugleikan í býnum og í øllum
Polen, sum varð lagt beinleiðis undir týskt
vald sum eitt »generalgovernment« við
Hans Frank, kallaður bøðil Polens, sum
leiðara. Hesin varð hongdur aftaná kríggið
sum krígsbrotsmaður. Tað sigst, at hann var
tann einasti av týsku oddamonnunum, sum
angraði sínar illgerðir.
Fyrst Dávidsstjørnan
Týskarar byrjaðu beinanvegin í smáum
at taka stig ímóti jødiska fólkinum. Hetta
var gjørt í smáum, so tað skuldi skapa sum
minst av órógv millum fólkið. Tað er neyð
ugt at skilja, at hesa tíðina kundi eingin
ímynda sær, hvat hetta fór at enda við.
Fyrsta stigið var at noyða jødar at ganga
við einum serligum frámerki, nevniliga jøda
stjørnuni. Tað næsta stigið var at savna allar
jødar á einum staði. Hetta gjørdist millum
annað í ta seinni sera kendu jøda-gettoini
í Warszawa.
Hon varð skipað í jødiska partinum av
Warszawa í november 1940. Ikki-jødar vórðu
noyddir at flyta út. Fyrst búðu 350.000 jødar
í gettoini. Síðan komu jødar úr øðrum pørt
um av Polen, og skjótt búðu umleið hálv
millión jødar í gettoini, sum varð umgird av
píkatráði, so tað ikki skuldi sleppast út við tí
góða. Samlaða økið var bert 4 ferkilometrar.
Hetta svarar til, at tað tilsamans búðu 100
mill. fólk í Føroyum.
Fólk í somu ætt máttu troka seg saman í
hvørji íbúð. Í hvørjum rúmi kundu búgva um
12-16 fólk. Tað var eisini ringt var at lívbjarga
sær. Var møguligt at koma í samband við
polakkar uttanfyri, kundi handlast á svarta
børsinum ella vørur kundu verða smuglaðar
inn. Men dýrt var tað. Tað kundi fáast nakað
av grýni fyri ein pels!
Heilsustøðan gjørdist út av lagi vánalig,
og lítið fekst at eta. Í gettoini fingu tey 184
kaloriur um dagin, meðan polakkar uttan
fyri gettoina fingu 634 kaloriur um dagin.
Týskarar sjálvir fingu 2.310 í meðal um
dagin. Heima hjá okkum var støðan held
ur frægari enn miðal, kanska tí vit vóru
fígggjarliga betri fyri enn tey flestu. Sjálvur
er eg lítil maður. Hetta er uttan iva orsakað
av mattroti í uppvøkstrinum júst í hesi tíð
ini. Tá er munur á abbasynunum, sum eru
av størstu monnum.
Fólkið í gettoini varð eisini dag og dagliga
útsett fyri týskum ágangi og eyðmýkingum
av ymiskum slagi.
Í fyrsta umfari búðu vit í okkara egnu
húsum, sum lógu beint á markinum á getto
ina. Men seinni varð hon minkað í vídd, og
tá máttu vit fara úr okkara egnu húsum og
flyta inn um girðingina.
Mamman og systurin
fingu »arbeiðsboð«
So byrjaðu týskarar at senda fólk úr leg
unum. Sagt varð, at hetta var fyri at arbeiða,
og í fyrstani var eingin, sum kundi ímynda
sær, hvat veruliga gekk fyri seg, har sum
hesi fólkini komu. Tey kundi als ikki rokna
við, at endamálið við hesi flyting var at
beina fyri teimum. Tað gingu veruliga tvey
ár, áðrenn fólk veruliga byrjaðu at varnast,
hvat gekk fyri seg, nevniliga at jødarnir í
hópatali vórðu fyribeindir á »arbeiðspláss
unum«.
Men sum fráleið fingu tey fyrst varhuga
og síðan vissu fyri tí, sum gekk fyri seg. Tað
vóru eisini tey, sum vóru sloppin til rýming
ar, og sum kundu greiða frá, hvat veruliga
gekk fyri seg.
Í 1942 fingu mamma mín og sjey ára gamla
systir mín boð um, at tær skuldu sendast
Siðsøga
Menakhem og Hanna