Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 27 Komandi partur Í komandi parti verður greitt frá eini filmsætlan um eina føroyska fiskimanna einkju, Simonu Petersen, úr Syðrugøtu. Eisini verður greitt frá hennara søgu. úr gettoini »til arbeiðis«. Tær vóru sendar beinleiðis til týningarleguna Treblinka norðanfyri Warszawa, har 900.000 jødar vórðu fyribeindir. Tað frættist ongantíð frá teimum aftur. Tað var júst hetta árið, at týskarar settu hóp­drápini av jødum sett í verk og 300.000 av íbúgvunum í gettoini vórðu gassaðir, skjótt var bert ein triðingur eftir. At byrja við vóru jødarnir skotnir. Men tað var ov arbeiðs­krevjandi at beina fyri teimum ein og ein. Síðan var farið at gassa jødarnar í last­bilum við útstoytsgassi. Á hendan hátt fingust fleiri fyri í senn. Men sum frá leið gekk hetta eisini ov seint. So fóru teir undir veru­ligu hópdrápini í stórum gasskømurum við hjálp frá týska ídnaðinum. Tað gjørdist tískil ein stórídnaður at beina fyri jødunum, og tá avtornaði lógu 6 mill teirra eftir á. Heldur doyggja berjandi enn tigandi Tá alt hetta frættist, avgjørdu teir jødarnir, sum vóru eftir í gettoini, at gera uppreistur. Teir vildu heldur doyggja berjandi enn tig­ andi. Teir avráddu tá, at varð ein »sending« av fólki aftur at úr gettoini, so fóru teir at gera bart. Tá hetta hendi, byrjaði tann kendi uppreisturin í gettoini tann 19.apríl 1943. Hesin uppreistur kundi bert enda við tapi, tí jødar­nir høvdu nærum onga útgerð, meðan týskarar vóru albrynjaðir. Hóast hetta vórðu týskarar tiknir á bóli og tóku seg aftur í fyrsta umfari. Men seinni løgdu teir á aftur við allari síni megi, og tað endaði við, at gettoin varð løgd í oyði, og tey sum ikki vórðu fallin í bardaganum, vórðu send í týningar­legur. Hetta var 13. mai 1943, so jødar­nir kláraðu at halda sína støðu í einar tríggjar vikur. Eydnaðist at rýma í seinastu løtu Tá mamma og systir vórðu sendar burtur, byrjaðu vit at skilja, at her ruggaði ikki alt rætt, og at tað skjótt kundi gerast okkara tørn. Eg og pápi mín avráddu tí, at eg skuldi rýma úr gettoini. Eg hevði møguleika fyri at klára meg orsakað av míni útsjónd, sum ikki var eyðkend jødisk, og tí eg tosaði polskt sum aðrir polakkar. Tí hildu fólk, at eg varð polakkur. Eg kundi bert verða avdúk­ aðir, um tey lótu meg úr buksunum, tí allir jødiskir dreingir verða jú umskornir. Men tíbetur hendi tað ikki. Tað eydnaðist mær at sleppa til rýmingar eina viku, áðrenn uppreisturin byrjaði. Hetta bjargaði mær. At sleppa úr gettoini var ikki sum at siga tað. Hetta mátti vera væl fyriskipað. Fyrst mátti eg fáa falskt samleikaprógv. Síðani skuldi eg royna at sleppa út. Tað var ein javn­ur flutningur millum gettoina og býin uttan­fyri við lastbilum. Bilførararnir vóru polakk­ar, og tað varð skipað soleiðis fyri, at eg kom upp í ein bil sum »hjálparmaður« hjá bil­før­aranum, og hetta gekk uttan trupul­ leikar. Ein annar møguleiki, sum onnur brúktu, var at flýggja gjøgnum kloakk­ skipan­ina. Aftaná at uppreisturin varð byrjaður, varð pápi mín tikin og kom ikki aftur í aftur. Onkur í míni ætt hevði eygleitt tokið, sum pápi var við, tá tað kom fram. Tá var pápi so ringur av nýrasjúku, at kann kom als ikki úr tokinum. So hann hevur helst verið fyribeindur beinanvegin. Annars plagdu raskir jødar »sleppa« at arbeiða seg til deyðis! Fór í mótstøðurørsluna Eg helt til í skógunum, og sum frá leið, fekk eg samband við mótstøðurørsluna móti týskarum. Hetta var í fyrsta umfari polski kommunistaflokkurin, sum tá meiri enn aðrir vildi hjálpa jødunum. Her vóru eis­ini russarar, sum vóru rýmdir úr krígs­ fanga­legum. Hesir vóru veruligur hermenn, meðan sovorðnir sum eg ongar royndir høvdu í fyrstu atløgu. Eg var jú bara 16 ára gamal tá. Tí gjørdist eg eitt slag av skóta, sum kundi fara inn í bygdirnar at fregnast eftir, hvat ið hendi, uttan at nakar varnaðist nakað. Tað hevur ofta verið sagt, at polakkar vóru antisemittar, sum als ikki høvdu samhuga við jødunum, og sum enntá stuðlaðu týskarum móti jødunum. Hetta er bara partvíst rætt, tí tað vóru eisini polakk­ar, sum við vanda fyri sínum egna lívi hjálptu jødunum. Og fólk í míni støðu høvdu als ikki kunnað hóra undan, um vit ikki vórðu hjálptir av góðum polakkum. Russiski herurin, sum tók seg fram eystani­frá, nærkast í 1944. Tá lat eg meg í russ­iskan herbúna og gjørdist nú hermaður hjá reyða herinum og virkaði so eisini sum ein skóti her. Í hesum sambandi fóru vit upp gjøgnum alt Polen og komu til Gdansk og Gdyna við Eystursjógvin. Her varð eg særdur í beinið í samband við ein saman­ brest við ein týskan stríðsvogn. Aftaná bráð­feingis viðgerð varð eg fluttur á sjúkra­ hús í Russlandi. Hetta var ein drúgv ferð við flogfari, toki og bussi, so tað gingu einar tvær vikur frá tí eg varð særdur, til eg kom á sjúkrahúsið í býnum Kalinin 100 km norður úr Moskva. Her lærdi eg russiskt til fulnar. Eg var á sjúkahúsinum í umleið fimm mánaðir. Eg varð særdur fyrst í apríl 1945, so bardagin, eisini tann japanski, sum endaði í august, var liðugur, tá eg varð frískur aftur. Fundur á Østrøm Tá ið bókin Exodus kom út á føroyskum í 2014 høvdu vit eisini Exodus søguna hjá Menakhem, so hana taka vit ikki upp aftur. Men í Ísrael hitti Menakhem týska jødan Honnu, sum eisini hevði eina eins fan­tast­ iska søgu. Hon hevði fingið »ferða­seðil« til Auschwits, men ein lækni segði hana vera ov sjúka til hesa ferðina, og hetta bjargaði hennara lívi. Menakhem skrivaði fyri nøkrum árum síðani sínar endurminningar. Ein myndasíða er úr FF-blaðnum, sum var fyrsta blað við teirra søgu. Hon finst nú í enskari týðing á Holocaustsavninum í Washington. Í dag búgva Hanna og Menakhem í Tel Aviv, har børnini eisini búgva. Hanna er ikki so væl fyri, men honum bilar í hvussu er einki. Menakhem er ein sannur føroyavinur. Tað eru fleiri føroyingar, sum hava notið gott av teirra blíðskapi, og í altjóða fiski­ vinnu­blað­num World Fishing hevur hann lýst og vart føroyska fiskivinnu. Seinast við grein um Beta skjølini, sum greitt frá her í blað­num fyri kortum. Menakhem vil fegin greiða føroyingum frá støðuni í Ísrael og miðeystri. Tískil skipar vinafelagið Føroyar-Ísrael fyri almennum fundi í Østrøm hósdagin 7. juli kl. 19,30, har Menakhem fer at greiða frá. So tað er eingin ivi um, at sjónarmiðini hjá Menakhem eru áhuga­verd fyri tey, sum hava áhuga fyri hesum brennideplinum. Teir báðir feðgarnir skulu era hjartaliga vælkomnir higar! Ikki var tað so lystiligt í gettoini í Warzawa. Mamman og systirin fingu »arbeiðsboð« til tann vissa deyðan Partisanar í pólsku skógunum Henda myndin sigur meira enn orð um umstøðurnar