mikudagur 8. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 8. september 2004
15
Stjørnur í
Suðuroy
Leygarkvøldið kunnu
suðuroyingar og onnur
fara til DJ- og Ka-
raokeshow í TB-húsin-
um á Tvøroyri.
DJ-SHOW er eitt so-
kallað mobildiskotek,
sum
ferðast
kring
landið við tónleikin-
um. Hetta tiltakið byrj-
ar á miðnátt leygar-
kvøldið tann 11. sep-
tember.
Møguleilki
verður eisini at syngja
karaoke
og
verða
stjørna í eitt kvøld.
Sagt verður, at fleiri
nýggj løg eru innkom-
in.
Amnesty
harmast
–
Amnesty
hevur
djúpastu
samkenslu
við teimum avvarandi
hjá øllum teimum sum
doyðu og við teimum,
sum yvirlivdu syrgi-
ligu gíslatøkuna í Bes-
lan.
Tað sigur Amnesty
International í yvir-
lýsing, sum vísir á, at
onki kann rættvísgera
eina gíðslatøku.
Fleiri enn 322 fólk
doyðu í Beslan, harav
minst 150 børn.
DJ í Havn
Nú verður aftur lív í
Badmintonhøllini
í
Havn. Leygarkvøldið
tann 11. september frá
klokkan 23:30 verður
DJ-SHOW
og
DJ-
switch á skránni við
Pæturi Magnussen. At-
gongumerki kosta kr.
120.
Fyrireikararnir hava
skipað fyri busskoyr-
ing til Badmin-ton-
høllina. Til ber at
ringja
á
telefon
217752, sum er Vest-
mannaleiðin. Ringjast
kann eisini til Eystur-
oyaleiðin á telefon
216464.
-hkm
Stevið vísir seg at vera
gott millum tær 14
bygdirnar sum frá og
við 2005 mynda
Runavíkar Komm-
unu; longu nú er
teirra 103 milliónir
krónur fíggjarætlan
fyri komand ár klár
og samtykt
RUNAVÍK
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Hetta er tann ársins tíðin
hvar tær størru føroysku
kommunur vanliga kjaka
seg heitar um komandi
fíggjarætlan;
tann
ofta
drúgva telvingin fyri at fáa
allar bitar upp á pláss kann
vera so møðsom at hon
slúkar ein stóran part av
orkuni hjá teimum kommu-
nalu politikarunum.
Men rokna ikki Runavík
við her. Ikki ti, Runavíkar
Kommuna er triðstørsta
kommuna í landinum og
telur frá og við 2005 góðar
3600 íbúgvar. Kommunan,
sum strekkir yvir alsamt
størri partar av ikki bara
Skálafjørðinum men allari
Eysturoynni, umfatar frá og
við 2005 so mikið sum 14
bygdir: Æðuvík, Rituvík,
Runavík, Saltangará, Glyv-
rar, Lambareiði, Lambi,
Søldarfjørður,
Skipanes,
Skáli, Skálabotnur, Funn-
ingsfjørður, Oyndarfjørður,
Elduvík.
Tær fimm siðstnevndu
bygdirnar koma við í
Runavíkar Kommunu frá
og við komandi ári, og
útgera eitt geografiskt gleiv
norðureeftir, beint inn í tað
sum traditionelt hevur verið
roknað sum ‘fuglfirðiskt
territorium’. Fyri mong ein
markering av at tíðirnar eru
broyttar og at framvøkstur-
in av Runavíkar Kommunu
umboðar hesa broyting.
Borgarstjórin í Runavík,
Rodmundur Nielsen, hevur
úr at gera við at vitja tær
nógvu bygdirnar. Og okk-
urt bendir á at hann, við
fullari
uppbakking
frá
flestu kommunal politikar-
um í kommununi, er hald-
ari
av
einari
hálvgun
idealistiskari uppfatan av
smáplássum og bygda-
menning. Ein uppfatan sum
kanska
hóskar
til
tað
útspjadda lyndið í saman-
setingini
av
Runavíkar
Kommunu.
»Tú merkir ikki tað stóra
til
spenningar
millum
bygdirnar her í kommun-
uni,« segði borgarstjórin
undir einum interviewi.
»Eg haldi meg merkja ein
ógvuliga góðan vilja til at
finna loysnir, ein góðan
kemi um tú vilt… Nú innan
uppstillingarnar til kom-
andi kommunuval lá tað
eisini í kortunum hjá øllum
at koma fram til konsensus
um týðandi mál í góðari
tíð.«
Hvat er tað sum motiver-
ar slíka breiðu semju?
»Tað kann liggja okkurt í
tí andanum av framdrift og
nýhugsan sum fólk sam-
binda við Runavík… Tað
kann vera ringt at seta
fingurin á akkurát hvat tað
er sum ger at stevið er so
mikið gott. Men eg havi
varhugan av at allar hesar
bygdir sum vilja vera við
her hava eina uppfatan um
framstig og menning í nær-
umhvørvinum sum onkurs-
vegna samljóðar. «
Millum ítøkiligar fak-
torar sum kunnu hugsast at
viðvirka til tað góða stevið
á Skálafjørðinum telist tann
sannroynd at smáar bygdir
sum Rituvík og Æðuvík
vísa seg at klára seg væl.
»Flest allir kommunalir
politikarar her haldi eg
duga at síggja allar part-
arnar í kommununi, eisini
teir smáu partarnar. Tað er
hóast alt ikki so torført hjá
einari stórari kommunu at
seta upp gøtuljós og leggja
vatnveitingar við meira,
eisini úti á teimum smærri
plássunum. Æðuvík varð
herfyri vald til ‘Ársins Best
Røktu Bygd’ og Rituvík var
nummar trý …«
Fíggjarætlanin hjá Runa-
víkar Kommunu fyri 2005
sum longu er samtykt, eis-
ini av teimum kommunum
sum nú verða avviklaðar til
frama fyri ta hægru eind-
ina, javnvigar við 103
milliónir krónur. Tyngsti
postur á fíggjarætlanini er
barnaansing sum kostar
knappar 18 milliónir.
Íløgurnar sum pláss er til
undir komandi fíggjarári
fevna um góðar 18 millión-
ir, har ímillum fýra milli-
ónir til skúlabygging, smá-
ar tríggjar milliónir til út-
stykkingar, góð hálvonnur
millión til regulering av
havnaøki, onnur hálvonnur
millión til reinsiverk, lítil
hálvonnur
millión
til
kloakk, ein góð millión til
stadion og ein onnur góð
millión til vegir.
Væleydnað kommunalt
kemi veksur
Rodmundur Nielsen borgarstjóri sær Runavíkar Kommunu sum eina samansetta
eind við einari sterkari felags visión um samstarv og framstig
Mynd: Jens Kristian Vang
Havbúnaðarfelagið
hevur heitt á løg-
mann um at gera enn
eina roynd at fáa
donsku stjórnina at
broyta støðu viðvíkj-
andi »safeguard«
málinum. Tí um ikki
ein kvotuloysn verður
sett í verk, so hava vit
beinanvegin eitt nýtt
dumping mál, sigur
Havbúnaðarfelagið
LAKSAKVOTUR
Tíðindaskriv
ES nevndin kom í august til
niðurstøðu í safeguard mál-
inum, og fyribils kvotur
vóru settar á innflutning av
laksi úr Noreg og Føroyum.
Danmark tekur ikki undir
við hesari loysn og um-
hugsar at kæra málið.
Samstundis eru greið boð
komin frá skotsku alarun-
um um, at nýggj dumping
ákæra verður reist beinan
vegin, um »safeguard«
tilgongdin verður steðga.
Føroya Havbúnaðarfelag
hevur tí í dag heitt á løg-
mann um at gera enn eina
roynd at fáa donsku stjórn-
ina at skilja føroysku støð-
una og okkara áhugamál.
Føroyska vinnan hevur
altíð gingið inn fyri fríðum
handli, og tað ger Hav-
búnaðarfelagið eisini. Men
í hesum málið kunnu vit
bert velja millum pest og
kolera.
Lágir laksaprísir hava
gjørt at alivinnan sum heild
er í kreppu. Alivinnan í
Skotlandi og Írlandi er hart
kroyst, eins og hjá okkum. Í
Noreg heldur framleiðslan
hinvegin fram, sjálvt um
nógv virkir áttu at verða
steðga upp av fíggjarligum
ávum. Skotar og írar brúka
teir handilspolitisku møgu-
leikar sum eru við at liggja
innanfyri ES samveldi. Teir
hava áður roynt dumping
mál, og vár var so eitt so-
kallað safeguard mál reist.
Avleiðingarnar av safe-
guard
kanningini
vóru
væntandi, at ein kvota-
skipan var sett í verk fyri at
avmarka framleiðsluna og
gera prísin meira støðugan.
Havbúnaðarfelagið hevur
í hesum sambandi góðtikið
eina kvotaskipan. Ikki tí at
vit ikki ganga inn fyri frí-
handli, men tí at vit noyðast
at fyrihalda okkum til veru-
leikan. Ein kvotaskipan
kundi merkt eina nýggja
byrjan fyri alivinnuna, tí
prísirnir vildu fari upp. Um
ikki ein kvotaskipan fæst at
virka, so reisir alivinnan í
Skolandi og Írlandi eitt nýtt
dumpingmál. Og hesa ferð-
ina hava teir góð kort, tí
støði verður tikið í søluni í
2003. Eitthvørt felag sum
seldi laks til ES í 2003 kann
tekniskt ákærast fyri dump-
ing, tí prísirnir vóru í botni.
Eitt nýtt dumpingmál kann
tí enda við at høgur tollur
verður lagdur á laks til ES
marknaðin í millum 4 og 8
ár. Hetta vildi merkt at
eingin laksaaling verður í
Føroyum.
Laksakvotur - eitt neyðugt val millum pest og kolera
15
14
Nr. 170 - 8. september 2004
Fólk streymaðu í
Kelduna í Skálafirði
leygarkvøldið til ung-
dómstiltakið, Awake.
Gjøgnum Rás2, sum
sendi beinleiðis, varð
neyðugt hjá fyrireik-
arunum at heita á
fólk um ikki at koma
fleiri, tí nú var talið á
fólki farið upp um tey
túsund, sum av trygd-
arorsøkum er tað
mest loyvda
UNGDÓMSTILTAK
Myndir: Jens K. Vang
Orð: Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tey ungu, sum fingu høvi
at vera við til stóra ung-
dómstiltakið
í
Kelduni
leygarkvøldið, vóru avgjørt
ikki vónsvikin.
Hetta var júst nakað fyri
tey ungu. Tónleikurin var
av tí besta og ljóð, ljós og
litir settu veruliga sín dám á
kvøldið.
Húsið er útgjørt við øll-
um tí, sum krevst til eina
nútímans
konsert,
og
møguleikarnir at framføra
eru teir bestu í landinum.
Arni Abrahamsen, ung-
dómsleiðari sigur, at tey
gjørdu av at gera eitt tiltak
fyri tey ungu, har tey sam-
stundis fingu roynt ljóð- og
ljósútgerðina rættiliga.
Tað vóru fyrst og fremst
ung, sum hoyra til Kelduna,
ið sungu og framførdu. Tó
hevði
Eyðun
Jacobsen
savnað nakrar tónleikarar
úr fleiri øðrum samkomum
í ein bólk, sum hann nevnir,
Eyðun Jacobsen Band.
Samanumtikið kunnu vit
siga, at hetta var eitt ser-
stakliga væleydnað tiltak,
sum rættiliga fangaði tey
ungu.
– Okkara høvuðsendamál
er sjálvsagt at lyfta Jesu
navn høgt, og tað gleði-
ligasta av øllum er, at hetta
fyrsta vikuskiftið í nýggja
húsinum komu fleiri til
umvending,
sigur Arni
Abrahamsen.
Ungdómsmøtið er í Keld-
uni
hvørt
leygarkvøld
klokkan 21.00, og í vetur er
ætlanin at skipa fyri fleiri
størri tiltøkum. Eitt nú
kemur kristni rockbólkurin,
Narnia úr Svøríki, á vitjan
einaferð í heyst.
Jesus er
endamálið
Arni Abrahamsen, ungdómsleiðari, syngur sjálvur við bólkinum, Direct Level. –
Høvuðsendamálið við øllum er sjálvsagt at lyfta Jesu navn høgt, sigur hann
Hetta var júst nakað fyri tey ungu. Tónleikurin var av tí besta og ljóð, ljós og litir settu veruliga sín dám á kvøldið
Tað fór eitt suð gjøgnum salin, tá Sigmund Petersen, løgreglumaður, kom koyrandi á
motorsúklu sínari inn eftir gólvinum. Men Sigmund kom ikki í tænastuørindum,
men vildi á henda sjáldsama hátt siga teimum ungu um Jesus
C
M
Y
K
14