Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 171 - 9. september 2004 Nr. 171 - 9. september 2004 15 Snýr tað seg um eina heimasíðu, eina lýsing ella eitt búmerki sum skal ger- ast, ein handil ella ein bil sum skal prýðast, ella eitt forrit sum skal gerast -- ja so bjóðar reklamuvirkið Krea eina kappingarføra loysn. Nøkulunda soleiðis stendur at lesa á www.krea.fo og hetta er eisini ein beinrakin umtala av hesi fyritøku. Við at kalla seg "Al- fevnda lýsingastovan á Skálafjørðinum" vil Krea gera vart við at felagið hev- ur ein hollan og breiðan førleika innan grafiskt de- sign so væl sum interaktivt samskifti. »Styrkin hjá okkum er at vit eru alfevndir,« segði forritarin Oddmar S. Olsen, leiðari á fyritøkuni. »Vit kunnu sniðgeva alt ið eitt virki hevur brúk fyri t.d. skelti, visitkort, bræv- pappír, brævbjálvar, penn- ar, plastposar, faldarar, heimasíðu og so fram- vegis.« Sniðgevin á Krea, Sjúrð- ur Højgaard, er kendur í grafiska heiminum. Hann hevur m.a. teknað mong kend búmerki, eitt nú fyri Tryggingarfelagið Føroyar, Atlantic Airways, Lands- verk og gjørt nógvar kendar faldarar og bløð, meðan hann arbeiddi hjá eini av lýsingastovunum í Havn. »Vit hava fólk sum eru von at gera lýsingar; vit taka eitt prát við tann sum vil lýsa og saman finna vit út av hvør málbólkurin er og hvussu hann best verður náddur við boðskapinum. Vit sniðgeva eisini prentlut- ir av øllum slagi, til dømis faldarar, bløð og pen- ingakort. Og tá eitt virki ella handil skal prýðast, gera vit uppskot um út- sjónd. Tiknar verða digital- ar myndir sum vit gera tekningar eftir. Tá upplegg- ið er góðtikið, skipa vit fyri framleiðslu og uppsetan.« Á Krea starvast, umframt Oddmar Olsen og Sjúrður Højgaard, Kajsten Høj- gaard forritari, Martin Anthoniussen forritari um- framt onnur ið starvast sum freelance. Felagið tók í fjør lut á Vørumessuni og fekk stóran respons upp á de- monstratiónir av einari dynamiskari heimasíðu skipan. Í ár er so ætlanin at vísa fram fleiri síður av hvat fyritøkan kann bjóða. Alfevnda lýsingastovan á Skálafjørðinum Poul Hansen 6/171 lit PDF Battaríir og lummalyktir til øll endamál TDK TDK Videobond ymiskar longdir TAPE TAPE LÍM MÁTTIR TTIR POST-IT POST-IT o.a. o.a. P/F Jógvan Weihe HEIL- & SMÁSØLA STARAVEGUR 15 · BOX 1008 · FO-110 TÓRSHAVN · TLF. 31 38 97 · FAX 31 38 83 E-MAIL: jwimport@post.olivant.fo · HEIMASÍÐA: www.jogvan-weihe.fo Básur nr. 4 Básur nr. 4 C M Y K 15 14 Heiðavegur 15 | FO-600 Saltangará | Tel 44 93 39 | krea@krea.fo | www.krea.fo Um tað er ein lýsing, ein faldari, ein fundarmappa, ein heimasíða, eitt búmerki ella eitt visitkort, ið skal gerast - so kunnu vit bjóða eina kappingarføra loysn - til vinnuna og til privatfólk. Alfevnda lýsingastovan á Skálafjørðinum Búmerkir Búmerkir Lýsingar Internet hjálp Búmerki Heimasíður Sniðgeving Skelti Kom og vitja okkum á Vørumessuni í ítróttarhøllini á Hálsi 10.-12. sept.