mikudagur 8. september 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 8. september 2004
17
Nú eru boðini, at før-
oysku áskoðararnir
skulu hoyrast, tá
Frakland kemur á
vitjan
12. MAÐUR
tíðindaskriv
Tað sást og hoyrdist týðu-
liga í Basel, at føroyska lið-
ið var rættuliga komið í
ringan sjógv hesuferð. Har
vóru 25 hitastig og 13.000
sveisiskir áskoðarar, sum
væntaðu og kravdu nógv av
sínum liðið mótu lítlu tjóð-
ini úr norður-atlantshavin-
um.
Hóast einir 100 føroyskir
áskoðarar sótu kroystir
saman í eina horninum, og
royndu sítt ítasta at stuðla
og hjálpa føroyka liðnum
gjøgnum ódnarveðrið í
Basel leygardagin, so vóru
tey hjálparsleys móti teim
13.000 úr Sveis.
12. Maður fer á Tórsvølli
mikudagin at royna at
broyta uppá hetta. Hóast
mótgangurin
hesuferð
verður minst líka stórur
sum móti Sveis, so er upp-
gávan ikki ómøgulig.
Hesuferð eru 6.000 før-
oyskir áskoðarar móti teim-
um 50 úr Frankaríki, so nú
skulu og eiga vit at vinna
slagið uttanfyri vøllin, eru
boðini frá 12. manni, sum
eisini fer at skipa fyri
upphiting til dystin. Hetta
verður í Bowling-høllini frá
kl. 14 á dystardegnum.
Millum
annað
verður
skipað fyri andlitsmáling,
sølu
av
fløggum,
turrukløðum,
nýggju
landsliðsblusuni o. ø.
trupulleikar at fáa bilbukt
við, og ta ferðina eydnaðist
tað væl at halda honum
burturi frá at leggja snildu
sendingarnar.
Ímóti Sveis eydnaðist
hetta ikki væl. Har var
speril í. Einki er at ivast í,
at
venjararnir
og
spælararnir væl og virðiliga
hava hugt eftir og kannað,
hvussu tað kundi bera til, at
teir
báðir
fremstu
álopsmenninir seks ferðir
fingu høvi at skjóta mál, og
at teir hvørja ferð vóru púra
leysir og júst røttu megin
rangstøðumarkið. Føroyska
verjan plagar annars at vera
ófør at seta væl eydnaðar
rangstøðufellur. Men hesa
ferð
vóru
tað
onkrar
avtalur, sum ikki hildu.
Einki er at ivast í, at – so
segði hon á sinni – feilurin
er funnin, og at hann er
tosaður
upp
á
pláss.
Spurningurin er, um tað fer
at bera til at síggja hetta
aftur á vøllinum.
Fólkið
Eftir so dyggan lúsing sum
tann leygardagin, er einki
lættari enn at krevja, at
nógv fólk verður skift út.
Tað sást væl í sjónvarpin-
um, at teir flestu spældu
ikki upp til tað, sum teir
hava førleika at vísa. Und-
antøkini vóru Jónhard Fre-
deriksberg og Súni Olsen.
Claus Bech Jørgensen er so
mikið ókendur, at tað bar
ikki til at sammeta avrikið
hjá honum við nakað á
landsliðnum frammanund-
an.
Eingin ivi er í, at útskift-
ingar fara at verða framdar.
Talan verður neyvan um
nakra kollvelting hesa ferð,
men um avrikið ikki verður
betri ímóti Fraklandi, enn
tað var í Sveis, so verður
trýstið frá beinkinum so
mikið stórt, at uppaftur
fleiri enn teir báðir, sum
ivaleyst fara at koma á liðið
í dag, og sum ikki vóru
ímillum teir fyrstu ellivu í
Sveis, fara at fáa møguleik-
an seinni í heyst.
Jákup Mikkelsen var ikki
á vøllinum í Sveis. Seks
mál fóru ígjøgnum hjá Jens
Martini, sum ofta var út-
spældur. Tað er neyvan
nakað at ivast í, at Jákup fer
at fáa møguleikan í kvøld.
Tað fara neyvan at verða
framdar stórvegis broyting-
ar í verjuni og á miðvøllin-
um, hóast Atli Danielsen
tóktist væl upplagdur ta løt-
una, hann var mitt á mið-
vøllinum í Sveis.
Rógvi
Jacobsen
var
rættuliga ágangandi ta løt-
una, hann var á vøllinum.
Tí kann tað hugast, at hann
fer at fáa møguleikan. So
verður tað í álopinum, og
so er spurningurin, um
John Petersen fyri fyrstu
ferð í heilt langa tíð skal
sita á beinkinum frá fyrsta
bríksli, og at ein annar og
væl yngri skálamaður, sum
ivaleyst í sínum dreingja-
árum hevur havt John sum
fyrimynd, skal fáa plássið
undir liðini á Rógva Jacob-
sen. Um tað verður soleið-
is, so fer liðið at síggja so-
leiðis út: Jákup Mikkelsen -
Pól Thorsteinsson, Óli Joh-
annesen, Jón Rói Jacobsen,
Súni Olsen – Jákup á Borg,
Julian
Johnsson,
Fróði
Benjaminsen, Claus Bech
Jørgensen – Jónhard Fre-
deriksberg, Rógvi Jacob-
sen.
Uttan mun til hvørjir fara
á vøllin og hvørjir skulu
sita á beinkinum, so er at
vóna, at áskoðararnir, sum
fara at fjala hvønn einasta
sess á Tórsvølli í dag, fara
at lyfta føroyska liðið upp
og fram. Tað treingja teir
til, og tað hevur altjóða
pinkulingurin
uppiborið
ímóti risanum við øllum
stjørnunum á liðnum.
12. Maður tekur um endan
12. maður var ikki so væl
mannaður í Sveis
Mynd: Álvur Haraldsen
17
Tá ið landsliðið, sum
sammett við síðsta
leygardag ivaleyst fer
at hava nýtt fólk í
tveimum plássum,
hevur tapt stórt,
hevur úrslitið í næstu
royndini oftast roynst
væl frægari
FØROYAR-FRAKLAND
Jóannes Hansen
Longu
klokkan
fimm
seinnapartin í dag skal
landsliðið aftur í eldin. Og
tað er vorðið sum avbjóð-
ing, sum stendur fyri
framman hjá monnunum,
sum vórðu avbardir í Basel
leygardagin. Úrslitini hjá
Fraklandi hava ikki verið so
ógvuliga sannførandi síðstu
tíðina, men viðførið, sum
fransmenn hava savnað sær
seinastu árini er so mikið
tungt, at teir á FIFA styrkis-
listanum framvegis eru á
næstovasta plássinum. Tað
er bara Brasilia, sum verður
roknað at eiga eitt betri
landslið enn tað, sum før-
oysku amatørarnir í kvøld
skulu takast við, og tað sig-
ur ikki so lítið. Føroyar
hava ongantíð hitt eitt lið,
sum hevur verið styrkis-
mett so ovarlaga. Á styrkis-
listanum eru tað 135 pláss
millum Frakland og Føroy-
ar!
Ferðin hjá franska ferða-
lagnum var løgd til rættis,
áðrenn Føroyar løgdu rygg
til stórtapið í Sveis fyri fýra
døgum síðani. Tí ber ikki til
at siga, at fransmenn út frá
úrslitinum
leygardagin
undirmeta okkara menn.
Men tað er merkisvert, at
teir ikki komu til landið
fyrrenn á døgurða í gjár.
Vanliga plaga mótstøðu-
liðini at koma higar tveir
dagar undan dystardegnum,
men tað hava fransmenn
ikki mett vera neyðugt. Teir
skulu venja á Tórsvølli
seinnapartin týsdagin, og
mikukvøldið ætla teir sær
at fáa øll stigini, og so ætla
teir sær at stinga av aftur.
Hagtølini
Føroyar taptu 6-0 leygar-
dagin, og tapið kundi havt
verið uppaftur størri, um
sveisararnir høvdu lagt
meiri fyri í 2. hálvleiki.
Men tíbetur gjørdist talan
ikki um metstórt tap.
Viðhvørt hava Føroyar
tapt nógv. Síðsti djúpi dal-
urin var, tá ið Jugoslavia 6.
juni í 2001 vann 6-0 í
Gundadali. 7. oktober í
2000 vann Sveis 5-1 á
heimavølli ímóti Føroyum,
4. juni í 1998 løgdu okkara
rygg til 5-0 tap í Estlandi,
og 6. oktober í 1996 vann
Jugoslavia 8-1 á Toftum. Í
1995 taptu Føroyar 5-0 í
Grikkalandi, og um vit fara
uppaftur longri aftur, so eru
eisini onnur stórtap. Eitt nú
tríggjar ferðir 7-0: Rumenia
vann sovornan sigur á
heimavølli í 1992, Noreg
vann vinardyst við somu
tølum á Svangaskarði í
1993, og í 1991 vann Jugo-
slavia 7-0 í Beograd. Tað
var ikki sørt, at gongdin ta
ferðina minti nógv um
hana, sum var at síggja
leygardagin.
Spurningurin
er
so,
hvussu tað hevur eydnast
føroyska liðnum at reisa
seg, eftir at tað áður hevur
lagt rygg til stórtap. Fyrsta
staðfestingin er, at tað ong-
antíð er komið fyri, at Før-
oyar í tveimum dystum á
rað hava lagt rygg til tap í
omanfyri nevnda klassan-
um. Føroyska liðið er væl
øðrvísi nú, enn tað var
fyrstu árini í altjóða høpi.
Spælararnir hava væl fleiri
royndir, og taktiska medvit-
ið plagar at vera væl betri.
Tí er lítil meining í at leita
heilt langt aftur. Fleiri av
teimum, sum vóru við, tá ið
Jugoslavia í 1996 vann 8-1
á Svangaskarði, eru fram-
vegis við. Ta ferðina var
næsta avbjóðingin ímóti
Slovakia á útivølli, og tá var
úrslitið 3-0.
Eftri 5-0 lúsingin í Est-
landi í 1998 var Bosnia á
útivølli næst á skránni.
Hetta kendist sum uppaftur
størri avbjóðing, men tað
endaði við teprum 1-0 tapi,
og tað hevði einki forgjørt
verið í tí, um Føroyar fingu
stig til hús aftur við sær.
Eftir 5-1 tapið í Sveis fyri
fýra árum síðani var næsti
dysturin ímóti Svøríki í
innandura høll í Vaxjø, og
tá var úrslitið málleysur
javnleikur. 6. juni í 2001
vann Jugoslavia 6-0 á Tórs-
vølli. Tað var við piprandi
hjartað, at tað tveir mánaðir
seinni varð farið niður til
Beograd. Tá vann heima-
liðið 2-0.
Søguliga hagtølini siga
altso, at Føroyar ikki tapa
stórt í tveimum dystum á
rað. So er at vóna, at før-
oyska liðið fer at liva upp til
tað, sum plagar at vera.
Konseptið
Møguleikin hevur onkra
ferðina verið nevndur, at
liðið skal justera uppstill-
ingina, soleiðis at tað vera
tríggir og ikki bara tveir
spælarar á sentrala miðvøll-
inum, og at tað á toppinum
verður ein álopsspælari í
staðin fyri tveir, sum tað
hava verið tey bæði árini,
Henrik Larsen hevur havt
ábyrgdina. Hetta hevur ver-
ið mett sum betri máti at
tippa fyri, tá ið stóru leyv-
urnar koma brølandi.
Um talan í hesi skipanini
skal verða um nakra tyngd í
álopspartinum, so er treyt-
in, at teir báðir í borðunum
eru heilt skjótir fram, tá ið
liðið hevur fingið fatur á
bóltinum.
Ivaleyst fer skipanin at
verða roynd onkra ferðina,
men tað verður neyvan
talan um nakað eksperim-
ent í kvøld. Tað ræður um
at halda seg til tað kenda.
Tá ið stórlið – eitt nú Týsk-
land – hava vitjað her, hev-
ur tað eydnast at hildið
teimum frá málskjótingini í
næstan 90 minuttir. Tá hev-
ur kenda skipanin verið
nýtt. Ballack hevði hang-
andi álopsleiklutin, sum tað
leygardagin vóru so stórir
Søgan sigur at tað verður ikki skrædl
Nr. 170 • mikudagur • 8. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Eftir so dyggan lúsing sum tann leygardagin, er einki lættari enn at krevja, at nógv fólk verður skift út, men talan verður tó neyvan um tær heilt kollveltandi
broytingarnar
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16