Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 29 Gudstænastur sunnudag 3. juli Vesturkirkjan kl. 11.00: Heri J. Joensen. Havnar kirkja kl 11.00 Sverri Steinhólm Matiné við verður í Havnar Kirkju 2 juli, kl 11.30, øll eru vælkomin Argja kirkja kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Kirkjubøar kirkja kl. 11.00: Derhard Jógvansson Vestmanna: kl. 11 Emil Olsen. Talvan gongur fyri Hina føroysku sjómansmissiónina. Glyvra kirkja kl. 11, Meinhard Bjartalíð. Húsavíkar kirkja, kl. 12.00, Hanus á Gørðum Sjóvar kirkja kl. 11 v/Símun Persson Jacobsen - altargongd Christianskirkjan kl.11.00 Lestur Viðareiðis kirkja, lestur, kl. 11.00 Hvannasunds kirkja, lestur, kl. 12.00 Vágs Kirkja kl.11.00, Patrick Neergaard + Útvarp Meinigheitshúsið í Havn Týsdagin kl. 20. Bíbliutími, Matt. 12, 15-30 Sunnudagin kl. 17.30, bønarløta, kl.18 Møti v/ Karl Michaelsen Ebenezer Sunnumorgun kl. 11: Minnismáltíð Harrans. Sunnudagsskúlin er í summarfrí. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. City Church Tórshavn Sunnudagin 3 juli kl. 11 morgunmøti, Dánial á Dul Jacobsen talar. Samkoman Marknagil Samkoman Marknagil Fjalsg.2, Tórshavn. Sunnudag: Morgunmøti kl 10.30, sunnudagsskúli kl 12 Sunnukvøld kl. 18 evangeliskt møti. Mánakvøldið kl.20 bønar- og uppbyggingarmøti. Øll hjartaliga vælkomin Adventistakirkjan Leygardagin 2. juli 2016 Kl. 10 Sabbatsskúli: Edvard Anderser Kl. 11 Gudstænasta: Thorbjørn Brochs Kollafjarðar Missiónshús Sunnudagur 03.07 Møti kl 18:00 v/Liljan Midjord Hjartaliga Vælkomin Keldan, Skálafirði Mikudagin kl. 17-20, Matstovan opin Leygardagin kl. 20, LAKS við Lissi Hansen Sunnudagin kl. 11, Morgunmøti við Rannvá Royðutoft www.keldan.fo Missióna- og ungdómshúsið á Glyvrum Fríggjadagin 1. juli kl. 21:00 Ungdómsmøti Leygardagin 2. juli kl. 9:30 Areiðsdagur Vit byrja við morgunmati Sunnudagin 3. juli kl. 17:00 Møti, Jóhan Petur Johannesen talar Mikudagin 6. juli kl. 19:30 Bøn og bíbliutími Veri hjartaliga vælkomin Lívsins Orð,Runavík Skrá fyri vikuna Týskvøldið, kl.19,30 - Bønarmøti Mikukvøldið, kl.20.00 -Ungdómsmøti Sunnumorgun, kl.10,30 - Møti Øll hjartaliga vælkomin Missiónshúsið í Skopun Mikudagin 29. juni: Kl. 19.30 bønarløta Kl. 20.00 bíbliutími v/Jóhannu Sofíu Hentze Sunnudagin 3. juli: Einki møti. Soli Deo Gloria Hósdagin kl. 19.05 bøn Hòsdagin kl. 20.00 grillhugni Leygardagin kl. 20.00 LAKS í Kelduni Sunnudagin kl. 17.30 Sunnudagin kl. 20.00 møti við John Ellingsgaard Forvitnisligar konsertir við Trio Ovis Ein óvanlig samanseting av ljóðførum er tað, ið eyðkennir Trio Ovis, sum í hesari vikuni hevur seks konsertir við norðurlenskum tónleiki kring landið. Trio Ovis varð stovnað í fjør summar, er samansett av ljóðførum: trumpet, trombon og saxofon. Hetta er kanska einasta samanseting av hesum slag í verðini. Tað serstaka við Trio Ovis er blandingin av træblásara og messingljóðførum. Við hesari nýggju samanseting ber til at finna fram til nýggj ljóð, og arbeiðir trioin við at finna síni egnu livandi ljómaløg. Áhoyrarin kann tí vænta at fáa eina heilt øðrvísi uppliving. Trio Ovis byrjaði á Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus, tá íð tríggir tónleikarar vildu finna nýggjar leiðir innanfyri klassiska kamartónleikin. Tær, ið manna Trio Ovis eru: Kristina Thede Johansen, Hoyvík, á saksofon, Maria Wang Reinert, Kaldbak, á trombon og Sofie Brems Sørensen , Viborg, á trumpet. Meginparturin av Trio Ovis er úr Føroyum (Kristina og Maria) og er tað tí einki løgið at trioin hevur fingið júst navnið Trio Ovis. Ovis er latín og merkir seyður. Summartónar: Í fjør varð Trio Ovis boðið at spæla til Summartónar 2016, og hava tær, í tí sambandi, tríggjar konsertir. Í sambandi við at Summartónar hevur 25 ára hátíðarhald í ár, varð avgjørt, at allar konsertir skuldu innihalda føroyskan tónleik. Til hesar konsertirnar hava tær fingið fýra tónaskøld at smíðjað nýggj stykki, umframt tríggjar tónasmiðjar at útseta eldri verk hjá teimum til samansetingina. Verk hjá Arnold Ludvig, Heðin Ziska Davidsen, Kim Kristensen umframt Sámal Jákup Jakobsen verða frumframførd. Harafturat verða útsetingarnar av verkum hjá Atla K. Petersen, Kára Bæk og Kristian Blak frumframførd. Kirkjukonsertir: Til kirkjukonsertirnar er skráin ein onnur. Trio Ovis leggur stóran dent á at spæla norðurlenskan tónleik, ið sæst á skránni, sum er samansett av kendari klassiskum verkum hjá Edvard Grieg, Carl Nielsen, H. J. Højgaard, O. Waagstein, Elin Brimheim Heinesen o.s.fr. Av tí at talan ikki er um eina siðabundna samanseting av ljóðførum, hava limirnir í trioini sjálvir útsett flestu stykkini til hesar konsertirnar. Summartónar Konsertirnar eru: 2. juli í Havnar Kirkju kl. 11.30 (ókeypis) 3. juli í Hotel Skálavík kl. 19.30 (50 kr.) 4. juli í Steinprent kl. 20.00 (50 kr.) Kirkjukonsertirnar eru: 28. juni í Hoyvíkar Kirkju kl. 19.30 (ókeypis) 29. juni í Kunoyar Kirkju kl. 17.00 (ókeypis) 5. juli í Kaldbaks Kirkju kl. 19.30 (ókeypis) Meira kann lesast á heimasíðu teirra: http://www.trioovis.dk/ Á facebook: www.facebook.com/trioovis Á Soundcloud: www.soundcloud.com/trioovis Gongufelagið: Vaðhorn, Eysturoy Sunnudagin t. 3.juli verður túrur við Gongufelagnum á Vaðhorn, Eysturoy Bussur fer av Bursatanga kl 10.00. GG: havið 150kr í reiðum peningi við til busstúrin Minnist til at hava heit og góð gonguklæðir og matpakka við. Tilmelding fer fram hjá kunningarstovuni á telefon nummar +298 302425 ella við at senda teldupost til torsinfo@torshavn.fo áðrenn klokkan 12:00 leygardagin t. 2.juli. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 - Tlf. 286491 – Opið er mánadg. – fríggjadg. kl. 09 - 16 Teldupostur: tilhald@torshavn.fo Heimasíðan: tilhaldid.fo Drekkamunnur er til keyps og dagbløðini tøk at lesa. Vælkomin. Sorgarbólkur fyri vaksin, ið hava mist ein kæran Bólkurin møtist umleið 3.hvørja viku. Áhugað kunnu venda sær til bólkaleiðararnar. Margret Mortensen tlr. 223456 og Sigrun Heldarskarð 265432 Dagtilhaldið í Runavíkar Kommunu heldur til í hølunum hjá Nón á Torvgøtu 2. í Runavík. Opið er Mánadag - Hósdag frá kl. 14.00 til 17.00. Ymiskt er at takast við, bløðini eru til taks og ein góður drekkamuður er at fáa hvønn dag. Hósdag kl. 14.30 - 15.30 er fimleikur í høllini í Glyvra skúla. Øll eru vælkomin. Virkin sum longst Vit møtast hvønn týsdag frá kl. 15-18 í skúlanum í Sørvági. Drekkamunnur og køka. Øll hjartaliga vælkomin Dagtilhaldið Blákollan í Sunda kommunu Opið er týsdag og hósdag frá kl. 14 til 18. Øll eru vælkomin. Vitjunarvinir til Reyða Kross Føroya Bryggjubakka 2, Tórshavn Um onkur hevur hug at verða vitjunarvinur hjá Reyða Krossi, eru til vælkomin at ringja til fyriskiparar Eyrith tlf. 513784 ella Marin 284333, teldupost eyrith@redcross.fo ella marin@redcross.fo og redcross@ redcross.fo TILTØK & MERKISDAGAR Gullbrúdleyp Sunnudagin 3. juli hava Eyðbjørg og Poul Arni Thom­ sen, Vágur, gullbrúd­leyp. Dag­urin verður hildin í Húsinum við Á í Porkeri frá kl. 15–21. Øll eru hjartaliga vælkomin. Eyðbjørg og Poul Arni 95 ára føðingardagur Fríggjadagin 1. juli, verður Eina Eið í Vági, 95 ár. Tey,ið ið ynskja at heilsa upp á Einu, eru vælkomin á Hamragarð frá kl. 16 til 19. 60 ára føðingardagur Leygardagin 2. juli verði eg 60 ár. Dagurin verður hildin sama dag kl. 19.00, í hølunum hjá Starvsmannafelagnum J. H. Schrøtersgøta 9 í Havn. Øll eru hjartaliga vælkomin. Jónfríð Jacobsen Brúdleyp Leygardagin 2. juli giftast Johild Magnussen, Kolla­ fjørð­ur og Rógvi Kristoffur Hansen, Vestmanna. Vígslan verður í kollafjarðar kirkju kl. 14.00. Opið hús verður í heiminum á Steinsgøtu 13 í Kollafirði frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 30.07.16 giftast Karin Sig­fríð Heradóttir Højsted, Funning­ur og Jóhannes Daniel­sen, Tórs­havn. Vígslan verður í Funnings kirkju kl. 16:00, opið hús verður á Svørvis­ vegur 9 Funningur aftaná kl.18:00 Karin & Jóhannes Brúdleyp Leygardagin 23 Juli, giftast Sølvá Biskopstø Andreasen og Hans Jacob Joensen. Vígslan verður í Betesda kl 12. Veitslan verður fyri innbodnum, á Hotel Norð á Viðareiði. Brúdleyp Leygardagin tann 9. juli kl. 15:00, giftast Marta Torkilsdóttir Johannesen og Gustav Melander í Vesturkirkjuni. Veitslan verður hildin á Hotel Føroyum kl. 18 fyri innbodnum Brúdleyp Leygardagin 2. juli giftast Herta Kass, Strendur og Hanus Thom­ sen, Skála. Vígslan verður í Sjóvar kirkju kl. 13. Veitslan verður fyri inn­bodnum á Hotel Hafnia. Sunnu­ dagin 3.juli verður brúðarhús á Skála­vegið 327, Skála, har øll eru hjarta­liga vælkomin. Brúdleyp Leygardagin 16. juli giftast Turið Oddsdóttir Lamhauge, Runavík og Nigro Bjarki Hermansen, Signabø. Vígslan verður í Berøa í Saltangará kl.11:00. Opið hús verður í bygdar­ húsinum í Kollafirði, frá kl.19:00, har øll eru hjartaliga vælkomin Vit skulu giftast Leygardagin 02.07.2016 giftast vit. Vígslan verður í Sjóvar Kirkju kl. 11. Døgurðin verður í Bovling í Leirvík fyri innbodnum. Opið hús verður frá kl. 18 á Rossa­ gøtu 4 í Hósvík. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar. Hanna og Jóhan Gullbrúdleyp Leygardagin 9 juli hava vit verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin á Seglloftinum á Tvøroyri frá kl. 13 til 18. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga Jóna og Viberg Sørensen Brúdleyp Leygardagin 9. juli 2016 giftast Durita Bláberg Funding úr Hoyvík og Hjørleif Luid úr Trongisvági. Vígslan verður í Hoyvíkar kirkju kl. 14. Veitslan verður fyri innbodnum í Argja Róðrarneysti kl. 19. Durita og Hjørleif