Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 30 ÍTRÓTTUR TRÓNDUR ARGE M altesiska Valletta FC vann fyrra dystin í undankappingini til Champions League 1-0 á føroyska meistaraliðnum, B36. Dystarætlanin hjá B36 helt næstan allan vegin, og tað er nokk meiri óhepni enn vantandi dugnaskapi, at B36 ikki fekk minst javnleikin. Verjukend ætlan Undan dystinum var greitt, at B36 sum útgangsstøði fór at verja við nógvum fólki á Hibernians leikvøllinum á Malta. Tórður Thomsen spælir ikki fyrr enn eftir summar­staðgin, so Trygvi Askham vardi málið. Í verjuni vóru lutfaldsliga roynd­ir spælarar við Jónas Tór Næs og Høgna Eysturroy í eldra enda­num og á bakkinum. Í mið­ verjuni vóru Hørður Askham og Andrias Eriksen, sum báðir hava U21 landsliðsaldur. Tó hava teir nógvar royndir í altjóða U-lands­ liðs­fótbólti og hava spælt lutfalds­ liga nógvar dystir í miðverjuni hjá árstals­felagnum. Odmar Færø sat tungt á verju­ kenda miðvøllinum, men Róladur Jakobsen stóð fyri meiri fram­rætt­ aða spælinum. Aftur at tí vóru menn sum Hanus Thorleifsson og Jákup á Borg at finna í fremstu rekkju. Undan dystinum segði Eyðun Klakstein, venjari hjá B36, eisini at málið var at hava nógvar royndir á vøllinum. Perfektur fyrri hálvleikur Sum væntað, so trýstur Valletta frá byrjan, meðan B36 ger tað teir eru mentir at verja fyri. Umframt tað, so sæst eisini greitt á B36 liðnum, at liðið nýtur allar tær snildur, sum skulu til at fáa maltesar niður í leikferð í øllum hitanum. Onkrar ferðir kom Valletta í vandastøður, men Trygvi Askham mundi hava tamarhald á tí mesta. Tá dómarin bríkslaði fyri sein­ astu í fyrra hálvleiki hevði B36 greitt sína uppgávu, og hevði fótað sær. Málið koppar uppgerðini Valletta kemur á odda, tá áleið tjúgu minuttir eru eftir. Eitt málspark verður sent retur og endar við, at Valletta áleypara blívur leysur. Trygvi Askham bjargar í fyrstu atløgu, men argentinski Federico Falcone fylgir upp og skorar. Helst stóð B36 liðið nakað langt frammi á vøllinum, tá málsparkið bleiv tikið í mun til uppleggið og støð­una í dystinum. Málið var óneyð­ugt og enn ein lærdómur til føroyskan fótbólt á útivølli í Evropa. Aftursvarið er framúr – men einki mál Eftir málið kvittaði B36 við at senda unga Hannes Agnarsson á vøllin. Ungi drongurin skal heilt víst fáa ta tíð tað tekur, at menna seg til eina góðan spælara. Tó kemst ikki uttan um, at hann við sínum óhugna­liga skjótu akselerasjón, sum er á altjóða stigi, hendan dagin var lykilin til at skapa fleiri mál­møguleikar. Hann vísti í fleiri førum, at hann kann blíva ein týdningarmikil spæl­ari fyri B36 í longdini, men eis­ini í hesi uppgerðini. Spælarar sum hann, Sebastian Pingel, Gestur B. Dam og Hørður Askham høvdu møguleikar at javna – og samstundis leggja B36 á odda í uppgerðini við einum úti­ vallar­málið. Seinastu tjúgu minuttirnar prógv­aði B36, at teir væl kunnu vinna á Valletta FC í returdystinum í Gunda­dali um eina viku, men so gott og evropesiskt sum avrikið var, so stenda FM vinnararnir eftir við einum tapi. Teir hava trupult við at fáa mál í ár, men tað verður tað ikki ráð til í retur­dystinum. Skorar Valletta bara eina ferð, so skal árstalsfelagið fram at skjóta trý mál fyri at koma víð­ari og vinna 1,5 millión krónur. Kanska størsti Champions League dysturin hjá Jákupi Fyri 36 ára gamla Jákup á Borg var tað hóast allar royndirnar í altjóða fótbólti, stórt at byrja inni og ganga á odda fyri B36 móti Valletta. – Tað var fantastiskt at spæla og kanska størsti Champions League dystinum hjá mær, tí eg veit ikki hvussu nógvar dystir eg spæli á útivølli í Champions League aftur. Tann søgan fær eisini ein enda, og tí var hetta kanska størri enn nakran­tíð, sigur Jákup á Borg. – Valletta eru til at trýsta. Tað sóu vit seinastu 20 minuttirnar. Vit hava eisini sæð tøl og greinin frá dystinum. Vit eru fult á hædd við teir, sigur Jákup á Borg, sum tó ikki heldur at B36 skal sleppa hond­bremsuni frá byrjan í retur­ dystinum. – Teir hava vandamiklar spæl­ arar í álopinum. Serliga annar vong­urin var góður og skapti fleiri góðar støður. Tá vit stóðu rætt og skipað skaptu teir einki og tað kendist væl. Vit sóu á Malta, at tá vit blíva ov djarvir, so eru teir vanda­miklir upp á umstillingar, men annars ikki. Eg vænti tað er vegurin fram frá byrjan, tí eg vænti eisini at vit fáa mál á heimavølli, sigur liðskiparin. – Vit vita hvssu illa vit kunnu spæla á útivølli, so tað verður eisini umvent hesa ferð, tá teir koma at spæla í Gundadali. Vit trúgva fult og fast upp á tað, sigur Jákup á Borg. TAPTU MEN IKKI ÚTI FÓTBÓLTUR B36 hevði eina greiða ætlan og fylgdi henni í hitanum á Malta, men eitt mál í seinna hálvleik ger, at B36 er við undirlutan – men ikki úti B36 í Champions League