hósdagur 30. juni 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016
SOSIALURIN 75
31
Champions League - undanumfar:
Valletta – B36 1-0 (0-0)
1-0 Federico Falcone, 69.min
Dómari: Radu Petrescu (Rumenia)
B36 liðið: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Hørður Askham, Andrias H.
Eriksen, Høgni Eysturoy – Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Gestur B. Dam
– Hanus Thorleifsson (Hannes Agnarsson, 71.min), Alex Mellemgaard
(Lukasz Cieslewicz, 74.min) og Jákup á Borg (Sebastian Pingel, 82.min)
Á bonkinum uttan at koma inn: Bjarni Petersen,
Jógvan Skeel Nolsøe, Rói Hentze, Pætur Petersen
Spælarametingar:
Eyðun Klakstein væl nøgdur
4 Trygvi Askham:
Stóð seg væl sum avloysari hjá Tórðuri Thomsen, ið er skaddur.
Tóktist tryggur og gjørdi onkrar góðar bjargingar. Átti ongan lut
í málinum, har hann enntá bjargaði fyrstu royndini.
4 Jónas Tór Næs:
Tryggur á høgra bakkinum og landsliðsroyndirnar komu honum
væl við. Kom eisini væl framvið í seinna hálvleiki.
3 Andrias H. Eriksen:
Fær ikki fatur á bóltinum, sum endar við avgerandi málinum
í dystinum. Annars spælir hann væl í miðverjuni og ruddar tá
hann skal.
4 Hørður Askham:
Stóð sterkur í tvídystunum, har hann hevur altjóða styrki fyri
ein so ungan mann. Hevði eina vandamikla avlevering, ið kundi
kostað mál.
3 Høgni Eysturoy:
Torført á vinstra bakki sum høgra beintur, men spælir við
royndum og velur tær tryggur loysnirnar.
4 Odmar Færø:
Styrki og ágrýti er aftur á miðvøllinum hjá B36, nú Odmar Færø
er aftur. Tað prógvaði hann í hesum dystinum. Hevur ávísar
trupulleikar í avspælinum, men verjuspælið og vinnaraviljin
vigar upp fyri tað.
3 Róaldur Jakobsen:
Arbeiddi væl á miðvøllinum, men vøllurin og umstøðurnar gjørdi
tað torført hjá honum at seta seg á dystin.
3 Gestur B. Dam:
Hart arbeiði, nógvar renningar og ein risa møguleiki. Tað var í
stuttum dysturin hjá Gesti B. Dam, sum kom væl frá síni uppgávu
eftir umstøðunum.
3 Hanus Thorleifsson: (Út 71.min)
Royndi vongurin varð valdur av júst royndunum. Var skilagóður
í verjustøðu, har hann sum altíð arbeiður har. Kom ikki so nógv
burturúr í framrættaða spælinum.
3 Alex Mellemgaard: (Út 74.min)
Enn nakað frá toppform, men góði bóltførleikin og kropsstyrkin
ger, at hann heldur væl upp á bóltin. Tað var tað brúk fyri í
dystinum. Hevði eisini eitt fínt skot.
4 Jákup á Borg:
(Út 82.min)
Spældi væl sum fremsti
maður, har hann stýrdi
pressinum og skuldi taka
móti bóltinum. Tað riggaði
væl, so leingi luft var í
ballónini. Eitt rutinerað og
meir enn góðkent avrik.
4 Hannes
Agnarsson:
(Inn 71.min)
Framúr innhopp frá unga
vonginum, sum fleiri ferðir
vísti altjóða toppferð, tá
hann fór drønandi avstað á
høgra vonginum. Kom í tvær
góðar støður, men kundi
einu ferðina helst havt spælt
innfyri.
3 Lukasz Cielsewicz: (Inn 74.min)
Kom inn á álopskenda miðvøllin, men fekk ongantíð ordiliga
víst seg fram. Er nógv saknaður í framrættaða spælinum hjá
árstalsfelagnum.
3 Sebastian Pingel: (Inn 82.min)
Fekk seianstu minuttirnar og hevði ein møguleika at javna, men
hevur ikki verið sannførandi frammanfyri málinum í B36.
TRÓNDUR ARGE
– Vit burdu fingið mál í kvøld og
hvødu uppiborið ein javnleik, sigur
venjarin hjá B36.
Hann er eisini fegin um, at
ætlanin við Jákupi á Borg í álop
inum riggaði væl, umframt at inn
skiftingarnar gjørdu mun.
– Eg eri væl nøgdur við ætlnina
og serliga við Jákup á Borg á topp,
sum hevur royndirnar at spæla
slíkar dystir. Tá vit seta jokararnar
inn, so fáa vit eisini møguleikarnar,
men tíverri ikki mál, sigur Eyðun
Klakstein, ið enn ætlar sær víðari
í Champions League.
– Dysturin er opin og tað er bara
eitt mál á muni. Vit hava ein møgu
leiki og vit ætla okkum at gera alt
fyri at klára tað. Spælararnir eru
ótrúliga uppsetir eftir hendan
dystin, sigur Eyðun Klakstein.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
– Eg eri væl nøgdur við avrikið . Vit vardu væl og teir fingu ikki nógvar
møguelikar. Tað er keðiligt at teir skorað upp á ein retur, tí vit halda okkum
til ætlanina. Vit burdu fingið mál. Serliga eftir at vit fáa frískar kreftir inn
á vengirnar í seinna hávleiki, sigur Eyðun Klakstein og leggur afturat:
MYNDIR: B36/FACEBOOK