Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 3

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76 Hallur av Rana Nýggja brúgvin um Sandá hevði ikki verið í brúk í meira enn nakrar fáar vikur áðrenn hon endaði í brennideplinum í fjølmiðlunum og sosialum miðlum. Við in.fo greiddi Ada Bisp, ið býr nærhendis brúnni, hvussu hon varð brúkt til eitt vandamikið spæl hjá smádreingjum. Frá sínum vindeyga hevði hon nevniliga sæð hvussu tveir dreingir høvdu gingið eftir rekkverkinum á brúnni, og við in.fo segði hon, at hon stúrdi fyri hvat kundi henda, um ikki okkurt varð gjørt við brúnna. – Hvat er tað næsta? Skal eg síggja eitt barn detta av brúnni áðrenn nakað hendir? Er tað veruliga tað, ið Tórshavnar kommuna vil? At ein ólukka skal henda áðrenn tey lyfta seg úr stólinum? Her má okkurt henda, og tað má henda nú, sjálvt um tað merkir, at brúgvin verður stongd, segði Ada Bisp við in.fo fyri nøkrum vikum síðani. Kunnu ikki gyrða býin av Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar komm­unu, upplýsir fyri Sosialinum, at Tórshavnar kommuna ongar ætlanir hevur um at gera nakað meira við trygdina, og leggur dent á, at hóast Landsverk fylgir einum leisti, so er tað ikki galdandi fyri Tórs­ havnar kommunu. – Um foreldur ikki klára at uppala síni børn betur enn hatta, so mugu tey taka ábyrgdina av tí. Vit byggja brýr soleiðis, sum tað er lov at byggja. Men vit hava tosað um málið í kommununi og avgjørt at seta eitt for­ boðsskelti á brúnna. Um fólk ikki akta tí, so má tað vera hareftir. Vit kunnu ikki gyrða allan býin av, tí at ungir dreingir hava hug at vísa mansmót. Tekniski stjórin vísir á, at hann var ikki sjálvur við, tá arbeiðið byrjaði, men ivast ikki í, at hon fylgir galdandi loyvum. –wew Eg trúgvi ikki eingongd, at tað finnast nakrar leiðreglur fyri slíkum. Tað havi eg heldur ikki kannað, tí eg eri komin inn eftir, at kommunan byrjaði upp á verkætlanina. Men eg gangi út frá, at man hevur fingið loyvir og annað í rættlag, áðrenn man fór í gongd, sigur Mikael Viderø. hallur@sosialurin.fo BRÚGVIN UM SANDÁ KUNNU IKKI GIRÐA ALLAN BÝIN AV - Um foreldur ikki klára at uppala síni børn betur enn hatta, so mugu tey taka ábyrgdina av tí. Vit byggja brýr soleiðis, sum tað er lov at byggja. Men vit hava tosað um málið í kommununi og avgjørt at seta eitt forboðsskelti á brúnna. Um fólk ikki akta tí, so má tað vera hareftir. Tað sigur Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu. Ikki inn­ bjóðandi Hóast tað ikki er van­ ligt, at fólk klintra upp á eitt rekkverk og royna javnvágina við vanda fyri at detta sekstan metrar niður, so kemur tað fyri, at fólk finna upp á slíkt. Ein áminning um hatta var til tiltakið Voxbotn síðsta vikuskiftið, tá ein persónur klintr­aði upp á takið á Hotel Tórshavn, har við­kom­ andi sat á kant­inum av takinum við beinunum dinglandi útav, meðan hann lurtaði eftir tón­ leikinum. Sum fíggjarligt sterk­asta kommuna í landinum, eru tað fá feløg, stovnar ella onnur, ið hava fleiri royndir enn Tórs­ havn­ar kommuna inn­an bygging av stór­um verkætlanum. Und­antakið er tó Lands­verk, ið sum al­menni byggiharri hjá landinum hevur drúgv­ar royndir inn­an flest øll sløg av bygg­ ing, harímillum eisini brýr. Armgarð E. Stein­ hólm, deildar­leiðari fyri Infrakervi á Lands­verk, vil ikki gera viðmerkingar til brúnna um Sandá ella trygd­ina við henni, men upplýsir hvønn standard Landsverk ar­beiðir eftir, tá rekk- verk verða gjørd á brúm. – Avbjóðingin í sam­ band við rekkverk á brúm og aðrastaðni har høgt er niðurav er at tryggja, at fólk ikki kunna klintra upp. Vanliga verður hetta loyst við at krevja at rekkverkið hevur loddrættar stólpar ella at seta perforeraðar plátur á innsíðuni á rekkverkinum, sigur Armgarð E. Steinhólm og leggur afturat. – Hædd skal eisini takast fyri, at tað ikki ber til og ikki er innbjóðandi at ganga omaná rekkverkinum. Hetta verður vanliga gjørt við at ovasti kanturin er smalur ella hellir, so hann ikki leggur upp til at fólk ganga ella sita har. Ovara myndin er av brúnni um Sandá, niðara av brúnni um Streymin