Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76 Hatta haldi eg lítið um – Hatta haldi eg lítið um, og eg taki slett ikki undir við hasum. Óluva Klettskarð, ting­ kvinna fyri Tjóðveldi, og klaks­víkingur, er púra greið í sínum máli, tá ið hon skal siga sína hugsan um nýggja tilmælið um at seta ein forstjóra fyri øll trý sjúkra­ húsini. Og hon heldur eisini, at arbeiðshátturin í sambandi við arbeiðið at gera eina menn­ingarætlan fyri Heilsu­ verkið, hevur verið undarlig. Sjálv hevur hon verið limur í einum politiskum fylgibólki, sum hevur fylgt við arbeiðnum, og hon sigur, at tey hava alla tíðina arbeitt útfrá teirri fortreyt, at heilsu­verkið skuldi stjórnast av eini leiðslu har øll tey trý sjúkrahúsini skuldu vera umboðað á jøvnum føti í eini felags leiðslu. – Men frá tí at vit í polit­ iska fylgibólkinum sóu tilmælið fyri seinastu ferð, og til tað var almanna­ kunngjørt, varð tað broytt í síðstu løtu, tí nú var tilmælið knappliga, at sjúkrahúsini skulu hava eina felags leiðslu, sigur Óluva Klettskarð. Hon sigur, at hon hevur alla tíðina tikið undir við tilmælinum, men nú tað er broytt, uttan at tey fingu tað at vita, hevur hon broytt støðu. – Nú taki eg slett ikki undir við tilmælinum, tí mín undirtøka bygdi á tað for­ treyt, vit alla tíðina ar­beiddu eftir, nevniliga at sjúkra­ húsini skuldu hava hvør sína leiðslu, sigur tjóð­veldisting- kvinnan úr Klaksvík. Hon vísir á, at Klaksvíkar Sjúkrahús hevur ikki góðar royndir av at samstarva við Landssjúkrahúsið. Tað stendur eisini bein­ leiðis í menningarætl­anini, at læknafakliga samstarvið ímillum sjúkrahúsini er at kalla ikki til. – Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava tey verð noydd at klára seg í sjálvdrátti, og tey hava sjálvi útvegað sær teir neyðugu serlæknarnar. Og eg haldi ikki, at tað verður ein fyrimunur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, at leiðslan nú skal flytast til Havnar, sigur hon. Hetta er ørkymlandi – Hetta er ørkymlandi, og eg havi nakrar spurn­ ingar, sum mugu svarast. Tað sigur Jónleif Jo­ hannesen í Klaksvík og tingmaður fyri Javnaðar­ flokkin. Hann hevur ikki verið við í arbeiðnum at gera menningarætlanina, og hann staðfestir, at hann er eitt sindur ørkymlaður av tí, sum er komið fram um menningarætlanina. – Tað eru fleiri av teim­ um, sum hava verið við í arbeiðnum, sum hava boðað frá, at tey kenna seg ikki rættiliga aftur í teimum tilmælum, sum eru løgd fram. Í KvF, vildi Heri Ell­ ingsgaard, stjóri á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi, ikki rætti­liga kennast við til­mælið, hann annars hevur verið við til at gera, tí tað er broytt í síðstu løtu. Og samstundis sendi Jógvan Skorheim, limur í politiska fylgibólkinum, eina almenna fráboðan um tað sama. Og her á síðunum staðfestir Óluva Klettskarð, sum eisini sat í fylgibólkinum, at hetta er ikki tað, hon játtaði at taka undir við. Tí vil Jónleif Skorheim hava greiði á, hvat vendir upp, og hvat vendir nið­ ur, áðrenn hann fær gjørt sær eina greiða niður­ støðu. – Eg eri ikki sannførdur um, at tað, sum stendur í tilmælinum, er tað, sum arbeiðsbólkurin er samd­ ur um, sigur hann Men hann ásannar kortini, at í valstríðnum upp­undir løgtingsvalið í september, førdi Javn­ aðarflokkurin fram, at tey trý sjúkrahúsini skuldu ikki leggjast undir somu leiðslu, men skuldi varð­veita hvør sína sjálv­ støðuga leiðslu. – Tað var ein partur av okkara valstríði og tað stuðlaði eg. Men um nakað er hent síðani, sum elvir til at vit broyta støðu, veit eg ikki, men tað mugu vit so fáa greiði á, leggur hann afturat. – Vit eiga at lurta eftir hvat, serfrøðingarnir siga, men tað er ørkyml­ andi, tá ið fleiri ikki hava viljað kenst við til­mælið síðani tað varð almanna­ kunngjørt, so tað mugu vit fáa greiði á, sigur javn­ aðarmaðurin í Klaksvík. Kann verða ein fyrimunur – Tað eigur bara vera ein skip­ari á einum skipi. Tað sigur Kristin Michel­ sen, løgtingsmaður fyri Javn­ aðarflokkin, og tvøra­maður. Hann hevur ikki gjørt sær so djúpar tankar um nýggja tilmæli um at seta ein forstjóra fyri øll tey trý sjúkra­húsini. Kristin Michelsen, sum eisini er borgarstjóri á Tvør­ oyri, sigur, at eftir summar­ frítíðini fer Tvøroyrar Býráð at umrøða málið, men í grund­regluni heldur hann, at tað kunnu ikki vera fleiri skiparar við einum skipi, sum hann sigur í myndatalu. Hann staðfestir sam­ stund­is, at vit hava brúkt milli­ardir upp á vegir og tunlar og tí sigur hann, at tað er púra óneyðugt at hava somu viðgerir á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi og á Lands­ sjúkrahúsinum. Og táið fast samband verður ímillum Suðuroy og meginøkið, verður Suður­ oyar Sjúkrahús í somu støðu, sum tað í Klaksvík, sigur hann. – Men til tann dagin, Suður­oyggin hevur fast samband, er tað neyðugt, at eisini Suðuroyar Sjúkrahús hevur eina tilbúgving, ger hann púra greitt. Hinvegin heldur hann, at hvat spurninginum um at býta uppgávur ímillum tey trý sjúkrahúsini, kann tað væl vera, at tað er ein fyrimunur við einari felags leiðslu. Hann nevnir, sum sum skipanin er nú, hevur hon ikki verið gagnlig fyri Suður­ oyar Sjúkrahús, tí tað hevur bæði pláss og manning til nógv fleiri viðgerðir, enn tað eru nú á sjúkrahúsinum. – Men tað vísir seg, at sjúklingar verða heldur settir á bíðilistan hjá Lands­ sjúkrahúsinum í langa tí, enn at verða vístir til Suðuroyar Sjúkrahús, har teir kundu sloppið framat at kalla bein­ anvegin. Tað er heldur ongin meining í, at einasti serlækni í urologi í Føroyum er á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men at hann hevur ov lítið at gera, samstundis sum læknar koma uttanlands at viðgera sjúklingar norðanfyri. Kristin Michelsen vísir á, at ein uppgáva hjá einum felags­leiðslu verður netupp at tryggja, at orkan á øllum trimum sjúkrahúsunum verður gagnnýtt sum fræg­ ast. Hetta er ikki loysnin – Eg havi altíð hildið, at tað loysir ikki allar trupulleikarnar í føroyska heilsu­verkinum at øll tey trý sjúkra­húsini fáa ein felags stjóra. Tað sigur Eygunn Sam­ ue­lsen, sum er lands­stýris­ kvinna í almannamálum og sum umboðar Javnaðar­ flokkin í Klaksvík. Og hon leggur afturat, at hon hevur ikki broytt støðu á hesum øki. Hon heldur, at skulu vit framtíðartryggja føroyska heilsuverkið, er tað ikki rætti mátin at byrja frá toppinum á pýramiduni, fyri síðani at arbeiða seg niðureftir. Hon heldur tvørtur ímóti at vit skulu arbeiða okkum niðri frá og uppeftir. Tí sigur hon, at leiðslu­ spurn­ingurin skal bíða, men at politiska skipanin skal fyrst og fremst brúka kreft­ irnar upp á at seta aðrar partar í tilmælinum í verk. – Tað eru nógv onnur góð tilmæli menningarætlanini um samstarv ímillum sjúkrahúsini, og annað og tað eru hesi viðurskiftini, vit fyrst og fremst eiga at hugsa um at fremja. Annars vísir hon á, at í heyst verður eitt aðal­ orðaskifti um heilsuverkið í framtíðini og tá fæst at vita, hvat tað ber til at semjast um, og um tað ber til at semj­ ast um øll tilmælini, ella nøkur av teimum. – Eg havi ikki sæð nakað nýtt, sum bendir á, at tað er altavgerðandi at vit fáa ein forstjóra fyri øll trý sjúkra­húsini. Tað hevur størri týdning at fáa betri samstarv ímillum tey trý sjúkrahúsini, men tað hevur ongin sannført meg um, at tað er neyðugt við einari felags leiðslu fyri at fáa tað framt. Hinvegin heldur hon, at ein felags leiðsla kann vera ein vansi fyri tey bæði sjúkrahúsið í Klaksvík og í Suðuroy, tí verða tað umboð fyri Landssjúkrahúsið, sum fáa alt valdið, kann tað verða ein vansi fyri tey smáu sjúkra­húsini. – Tað er ov snævurt at síggja fyri sær, at ein forstjóri loysir allar trupul­ leikarnar, tí tað, sum hevur størstan týdningin, er bróta múrarnar niður og fáa sam­ starvið at rigga, men at seta eina nýggja leiðslu, brýtur teir ikki niður, sigur Eyðgunn Samuelsen. HEILSUSTJÓRI