Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Fyri aðru ferð uppá fáar dag­ar er aftur ein arbeiðs­ bólkur komin tið einum áliti, sum varpar ljós á støðuna í heilsuverkinum og al­manna­ verkinum. Bólkurin hevur viðgjørt spurn­ingin um endurvenjing av borgarum, sum hava fing- ið viðgerð fyri sjúku. Og orðini eru ræðandi. Staðfest er, at ein av or­ søkunum til, at borg-arin ikki fær nøktandi endur­venj­ ingartilboð er, at trupulleikar eru í samstarvinum og sam­ skift­inum millum ymsu geir­ ar­nar, skrivar ar­beiðs­bólk­ urin. So um so ofta fyrr, vísir tað seg eisini í hesum før­um, at tað als ikki ber til at stað­ festa, hvør hevur ábyrgd­ina av at endur­venj­ingin verður gjørd. Hetta ger at ivamál stinga seg upp um, hvør eigur ábyrgdina av sjúklinginum. Er tað heilsuverkið, almanna­ verkið ella kommunan? Sum í so mongum førum, so er eisini her vegurin til helj­ar steinsettur við undan- førslum. Arbeiðsbólkurin hevur hugt at samskiftinum mill­ um teirra, sum skulu tryggja endurvenjingina. Bólk­urin staðfestur, at sam­skifti er alt ov vánaligt mill­um ym­isku geirarnar í ser­liga heilsu­verkinum og almanna­ verkinum. Í sambandi við arbeiðið hjá bólkinum, eru tað fleiri myndugleikar, sum hava víst á, at grundleggjandi og týdn- ingarmiklar upp­lýs­ingar um borgaran, t.d. um hvørja við­ gerð borgarin longu hevur fingið frá øðrum geira, ikki nóg skjótt verða latnir víðari til móttakandi geiran, ið skal veita framhaldandi tilboðið. ÁLIT FRÁ ARBEIÐSBÓLKINUM VÁNALIGT SAMSTARV OG SAMSKIFTI FORÐAR FYRI ENDUR­VENJINGUM Alt ov lítið verður gjørt fyri at sjúklingar verða endurvandir, eftir at teir eru viðgjørdir – orsøkin er vánaligt samstarv og vánaligt samskifti Ein stórur partur av sjúkraviðgerði dag, er endurvenjing Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna hevur eitt stórt arbeiði at gera, skal endurvenjingin fáast at virka. Eisini Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, noyðist til arbeiðis, skal skil fáast á endurvenjingini