mánadagur 4. juli 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76
ÁLIT FRÁ ARBEIÐSBÓLKINUM
Arbeiðsbólkurin
•
Birita Ludvíksdóttir, forkvinna í arbeiðsbólkinum
og løgfrøðiligur ráðgevi í Heilsu- og
innlendismálaráðnum
• Fróði Jacobsen, stjórnarsamskipari í Heilsu- og
innlendismálaráðnum
• Doris Bjarkhamar, fulltrúi í Almannamálaráðnum
• Heini Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum •
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum
•
Johan Lamhauge, løgfrøðiligur ráðgevi í
Kommunufelagnum
Stýrisbólkur
• Turid Arge, forkvinna og aðalstjóri í Heilsu- og
innlendismálaráðnum
• Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í
Almannamálaráðnum
• Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum
Fá skil á
Politiski myndugleikin hevur í mong á verið vitandi
um, at endurvenjingin í Føroyum als ikki veitir somu
tænastur, sum gjørt verður í okkara grannalondum.
Meðan núsitandi landsstýriskvinnan við heilsumál
um, Sirið Stenberg, Tjóðveldi, sat í andstøðuni í Løg
tinginum, vísti hon ferð eftir ferð á, at her er talan um
ein stóran trupulleika.
Manglandi endurvenjing ger, at almennu Føroyar
samanlagt brúka nógv meira pening til innleggingar
á sjúkrahúsunum og til at lata fólki almannaveitingar,
sum ikki sleppa út aftur á arbeiðsmarknaðin.
Tað eru hon og starvafelagið hennara, Eyðgunn
Samuelsen, Javnaðarflokkuribn, landsstýriskvinna
við almannamálum, sum hava sett arbeiðið í gongd
um endurvenjing.
Arbeiðsbólkurin var biðin um at gera eit tilmæli um:
1) At gera regluverk á økinum, sum er soleiðis háttað,
at einstaki borgarin fær eina samanhangandi
endurvenjing, hóast ymiskir veitarar eru
2) At gera yvirlit, ið greitt vísir, hvørjar endur
venjingartænastur ávikavist sjúkrahúsverkið,
almannaverkið og kommunurnar veita
3) At gera ein leist, sum tryggjar, at endurvenjingin
er samanhangandi, hóast veitarin skiftir.
Soleiðis skal tað gerast greitt fyri borgaran, hvør
myndugleiki hevur skyldu at veita endurvenjing
fyri at tryggja, at borgarin fær ta tænastu, hann/
hon hevur rætt til sambært lóggávu.
Ómetaliga skjótt fann bólurin útav, at hóast stig eru
tikin til at lógarfesta rættin til endurvenjing, so er púra
ógreitt, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av hvørjum.
Hetta ger, at borgararnir detta niður ímillum ymiskar
skipanir og myndugleikar, sum eru ósamd um, hvør
hevur ábyrgdina av at veita endurvenjing.
Eittt dømi um, hvussu hetta rkar er at síggja í einum
yvirlitið frá almannaverkinum.
Hóast allur serkunnleiki sigur, at endurvenjing skal
veitast skjótast til ber, so vóru tað í ár framvegis 15
umsóknir frá 2015 borgarum um endurvenjing, sum í
ár enn ikki høvdu fingið svar.
Arbeiðsbólkurin staðfestir eisini tað, sum mong hava
havt ein illgruna um, at tað ofta er tilvildarligt hvør
fær endurvenjing.
Borgarunum verður ikki upplýst nóg væl u, hvør teirra
hevur rætt til endurvenjing.
Árni Gregersen
Landsstýriskvinnurnar báð
ar, Eyðgunn Samuelsen og
Sirið Stenberg, hava saman
við kommununum eina risa
uppgávu at loysa, skal end
urvenjing fáast at virka í
Føroyum.
Eitt álit frá einum arbeiðs
bólki staðfestir, at vit hava
endurvenjing í Føroyum,
men at hetta í stóran mun
bert verður gjørt í hissini og
at ongin kennir arbeiðs- og
ábyrgdarøki við hesum máli.
Ein miðvís og skjót endur
venjing og endurmenning
hevur høga raðfesting hjá
landsstýrinum og er bein
leiðis nevnt í samgonguskjal
inum frá 14. september 2015
ímillum
Javnaðarflokkin,
Tjóðveldi og Framsókn.
Arbeiðsbólkurin er hvass
orðaður.
Bólkurin sigur, at mynd
ugleikarnir
hava
hvør
í
sínum lagi lagt seg eftir
at skipa endurvenjing við
pragmatiskum
loysnum,
sum hava tikið atlit til stað
bundnan tørv og viðurskifti.
Lóggávan kann til- ella
ótilvitað
hava
havt
við
sær, at skipanir, sum hava
virkað, byrja at ridla, ella at
myndugleikar fara at ivast
í, hvørja heimild og ábyrgd
viðkomandi hava í mun til
borgaran.
Og fá vita, hvørjar tæn
astur finnast á økinum, tí tað
finst onki samanhangandi
skjal yvir, hvørjar tænastur
eru á økinum.
Tí mátti arbeiðsbólkurin
biðja um, hvat verður gjørt á
ymsu støðunum, sum sjúkra
húsunum, almannaverkin
um og kommununum.
– Endamálið við at gera
eitt fullfíggjað yvirlit er
fyrst og fremst at upplýsa
politisku skipanina og ym
isku geirarnar um útboðið av
tænastum, sum eru. Í øðrum
lagi, við yvirlitinum sum
grundarlag, at kunna gera
eitt uppskot til leist, ið skal
tryggja eina samanhangandi
tænastu til borgaran.
Neyvan er nakað at ivast
í, at neyðugt er við bygnaðar
ligum broytingum fyri at fáa
endurvenjingina at virka,
men hetta hevur arbeiðs
bólkurin ikki tikið støðu til.
Afturímóti hevur bólkurin
havt fokus á at fáa sam
starvið og samskiftið mill
um teirra, sum veita hesar
tænastur at virka.
Ábyrgdin
Tað
er
altavgerandi,
at
myndugleikarnir á ymisku
økjunum vita, hvat er teirra
ábyrgdarøki.
Veit myndugleikin ikki
tað, so veit hann heldur ikki
hvønn myndugleika hann
hevur mótvegis borgaranum.
Almenni
myndugleinin
noyðist eisinia t halda seg til
ávísar karmar, sum lóggávu
og fíggjarliga orku.
Fyri
sjúkrahúsverkið
hevur tað verið torført at
meta um, hvør hevur ábyrgd
av borgaranum, tá ið hesim
er liðugtviðgjørdur. Hetta
hongur eisini ofta saman við,
hvør hevur fingið pening til
at taka sær av hesum fólk
um, tí almennir stovnar
mugu eisini raðfesta tann
pening, teir fáa tillutað á
fíggjarlógini.
Hugtakið
endurvenjing
verður nýtt í nógvum sam
anhangum, onkuntíð sum
ítøkiligt hugtak um at endur
vinna mistar førleikar t.d. í
sambandi við ferðsluóhapp
o.t.
Aðrar tíðir verður hug
takið nýtt sum ein hugburð
ur, ið skal síggjast aftur í
øllum handlingum í heima
tænastuni, sosialum stuðli
og innan sjúkrahúsverkið.
Í øðrum lagi verður tosað
um endurvenjing, viðlíka
haldsvenjing,
samdøgurs
endurvenjing, endurmenn
ing, ergoterapi, fysioterapi
o.s.v í einum og sama sam
bandi.
Í hoyringssvarum og á
fundum hava bæði Ergo
terapeutfelagið og Fysio
terapeutfelagið víst á týdn
ingin av, at tað verður greitt
nágreinað,
hvat
liggur
í
hugtakinum endurvenjing
– serliga í mun til viðlíka
haldsvenjing og fyribyrgj
andi venjing og eisini í mun
til endurmenning.
Ofta verður endurvenjing
fatað sum endurmenning og
umvent. Endurmenning skal
síggjast sum ein tilgongd og
fevnir um meira enn endur
venjing.
Tilmæli
Bólkurin mælir til, at end
urvejing
verður
raðfest.
Raðfestingin skal samskip
ast bæði í slagi, dygd og tíð
og at gjørdar avtalur fáast
at virka.
Við fínum orðum verður
eisini sagt, at allastaðni á
økinum skal virkast sam-
skapandi, tvørgeiraligt og
tvørfakligt.
Bólkurin vísir eisini á
fleiri meira ítøkiligar ætlanir
Arbeiðsbólkurin mælir til,
at tað verður ein lógarskylda
at samstarva.
Hetta verður mett sum
ein týdningarmikil liður í
menningini av hugburðinum,
men royndir aðrastaðni vísa,
at hetta einsamalt ikki loysir
allar trupulleikarnar.
– Skyldan at samstarva
tvørgeiraligt má tengjast
saman við ítøkiligum leið
reglum fyri, hvussu hetta
samstarv skal fara fram í
verki. Møgulig verkseting
í hesum høpi, kundi verið
at skipa fyri ráðstevnu um
evni, skipa fyri verkætlan
yvir ávíst áramál, umframt
annað.
Orðingin í tilmælunum
frá arbeiðsbólkinum vísir
greitt, at talan als ikki er um
nakað lætt mál at fáa leist.
Forðingar millum skipan
ir og fólk gera viðurskiftini
at samstarva ógvuliga torfør.
Eitt krav um samstarv
kann virka, men fyrst og
fremst er talan um ein
nýggja hugburð.
Og tað tekur tíð.
Ímeðan bíða sjúkligarnir –
summir enntá eftir svari.
Sjáldan hevur ein arbeiðsbólkur fyrr givið ein so
lemjandi kritikk at galdandi almennari skipan
Lemjandi atfinningar
at skipanini um
endurvenjingar
Bæði á sjúkrahúsinum her í Klaksvík og á Tvøroyri fer
endurvenjing fram, men onki skil er á samstarvi og samskifti