mánadagur 4. juli 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EITT POTPOURRI
Árið 2015, nakað áðrenn nýggj landsstýris
samgonga varð skipað, setti landsstýrismaðurin
við heilsumálum haka í ein moldbøkk eystan
fyri Sandagerð her í Havn. Hetta varð fyrsta
stigið til bygging av einum H-Sjúkrahúsi
SLATUR OG SLEYG
Heri Mohr
Við einum stórum gøtuupp
slagi á skjøldrinum á sjúkra
húsbarakkini
vestan
fyri
í Hornabø varð kunngjørt
[tað hongur har enn], at eitt
H-Sjúkrahús skal byggjast,
og at tað verður liðugt 23.
februar 2019. Ikki eitt orð um
byggikostnaðin og fígging,
men eitt sindur um, hvør ar
beiðir við projektinum.
Tá byrjaði slatrið um, hvat
eitt H-Sjúkrahús er, sum eftir
øllum at døma skal byggjast
næstan snøkt upp í Lands
sjúkrahúsið
eystan
fyri
Sandagerð ella har umleið.
Av- og útgrevstur byrjaði
fyri einum mánaði síðani.
Slatrið
millum
fólk
vil vera við, at tá ið hetta
H-Sjúkrahúsið
er
liðugt,
fara dugnaligir serlæknar og
dugnaligir sjúkrarøktarfrøð
ingar at virka á hesum sera
framkomna sjúkrahúsi við
einmanskømrum.
Hvat er eitt H-Sjúkrahús?
Vanlig fólk – Palleba og
Marsanna – spyrja og fáa
ikki svar. Men hvør veit?
Valla Føroya løgting, tí har
hevur eingin viðgerð verið
um játtan av peningi til eitt
nýtt H-Sjúkrahús.
So mikið er tó komið fram,
at hetta sjúkrahúsið skal
vera sera framkomið við ein
manskømrum við amboðum
og fyrisiting, sum fer at
standa mát við tað mest
framkomna í øðrum londum.
Tað
læknavísindaliga
ar
beiðið í hesum sjúkrahúsið
fer so við og við at koma á
altjóða støði við serlæknum
á sama støði. Tá verður ikki
neyðugt at senda sjúklingar
av landinum. Als ikki til
Danmarkar. Hotel Tórshavn
í Keypmannahavn verður
niðurlagt.
Tann
soleiðis
spardi
peningur
kann
kanska brúkast til Ørkina í
Reykjavík? Slatur og sleyð.
Snarviðgerðir
á
H-Sjúkrahúsinum fara sjálv
andi at hava nógvar fyri
munir:
Sjúklingar við føroyskum
borgararætti fáa ókeypis við
gerð. Tá ið tann skjóta servið
gerðin er fingin frá hondum,
verður sjúklingurin beinan
vegin fluttur til okkurt av
teimum trimum sjúkrahús
unum, sum eru í Føroyum,
og annars skjótast gjørligt
sendur til hús við góðari
heimarøkt.
Millióningar úr stóru verð
skulu gjalda frammanundan
fyri viðgerð á H-Hospitality
in Faroe Isles. Gott íkast
til landskassans annars so
vánaliga gjaldføri.
Møsnið um, at tað er
trongligt á Landssjúkrahús
inum, og at tørvur er á fleiri
seingjarplássum, hevur einki
uppá seg, tí um fá ár verður
øll læknaviðgerðin broytt á
H-Sjúkrahúsinum. Sjúkling
arnir verða tá avgreiddir so
skjótt, at vit ímynda okkum
eina avgreiðslu við flutnings
bondum.
Transportbond
verða tey eisini kallað. Ein
manskømrini
við
øllum
hentleikum eru júst ætlað
til skjótan flutning inn og út
við transportbondum. Skjótt,
praktiskt og alt á høgum
stigi. Neyvt samband við
sjúkrahúsmyndugleikan
í
Íslandi og Norra.
Sum kunnugt er rætt
iliga nógv virksemi á Lands
sjúkrahúsinum sambundið
við tunlum undir jørð til
tey ymisku húsini, eitt nú
køkin, reinsaríðið o.a. Tað
verður sagt, H-Sjúkrahúsið
skal ongan køk hava. Eitt
sjúkrahús uttan køk, hvussu
man tað rigga? Um H-Sjúkra
húsið
onkursvegna
fær
samband við tunnilin, sigur
slatrið einki um.
Líka mikið, øll eiga at
gleða seg til 23. februar um
3 ár.
Landskassin
sperðlaður
Hóast landskassin nú aftur
er sperðlaður og bundin
upp undir skorsteinin við
fleirfaldaðari milliardaskuld,
so hava arkitektar og byggi
frøðingar í stórum tali úr at
gera. Almennar byggiætlanir
í fleiri hundraðtals millióna
klassa og tunnlar í milliarda.
Skitsuprojekt, sum verða
handfarin
av
ótolnum
politikarum við áskoðanini:
heldur í dag enn í morgin.
Álvaratos! Hava vit longu
gloymt katastrofudagin 6.
oktober 1992?
Í árinum 1992 reikaðu
landsstýrisfólk í vónloysis
øði runt í Europa – tó ikki í
Danmark – fyri at útvega
landskassanum lán. Í barns
ligari gleði og ikki sørt stolt
kunngjørdi landsstýrið, at
landskassans kredittvirði í
bankaheiminum var stabilt.
Tey fingu samanlagt 636
milliónir.
Samstundis,
næstan dag um dag, fór
landskassin
falitt.
Tað
sindrið, sum lá á botninum
í landskassanum, var pant
sett.
Landskassin fór so á
heysin. Tað stabila kredit
virðið
hjá
landsstýrinum
hevði null virði. Bankaheim
urin kravdi øll lánini við
rentum á borðið. Ríkiskassin
yvirtók landskassans láns
skuld. Einar 6 milliardir.
So lætt gongur tað valla
næstu ferð.
Alt hevur skund
Vit geva okkum ikki stundir
at liva. Halda at strongd er
umráðandi arbeiði, hóast
strongdin er tað øvugta. Vit
makta ikki arbeiðið, og so
kemur strongdin. Stress, sum
tað eisini eitur. Stór, krevj
andi projekt fáa onga tíð
at sodna. Alt gerst avskepl
að. Liggur sum hálvliðug
skitsuprojekt á tekniborð
inum, meðan hakin verður
sett í moldina við skál- og
hurráskráli.
Í
1980-unum
varð eisini skálað og skrálað,
hvørja ferð sera framkomin
skip fóru av barkastokki.
Øll skipini og landskassin og
samfelagið fóru á heysin við
brestin 6. oktober 1992.
Okkara fólkavaldu politik
arar tykjast einki at hava
lært av okkara »vanæruligu
søgu«, sum átti at verið læru
grein í okkara skúlum.
10 ár seinni, í 2002, tveitti
Føroya løgting fíggingina til
heilusuverkið,
skúlaverkið
og almannaverkið á bláman
í ørskapi. Í dag mugu vit
sanna, at landskassin aftur
er vorðið trotabúgv. Hevur
rakstrarhall ár um ár. Sjúkra
húsverkið skyldar nógvar
milliónir í ógoldnum lønum
til serlæknar. Tað er kanska
orsøkin til álvarsligt ser
læknatrot á okkara sjúkra
húsum?
Samstundis sum lands
stýrið framdi yvirtøkur 1.
januar 2002, yvirtók tað fleiri
almennar ognir: Tekniskir
skúlar, Specialskúlin, Føroya
Handilsskúli,
Næminga
heimið undir Fjallið, Føroya
Barnaheim,
Drotning
Ingridar
Barnaheim
og
nøkur tinglisin statskassa
lán; smáar 100 milliónir. Nú
14½ ár eru liðin, síðani yvir
tøkan varð framd, eru hesar
ognir og hesi lán ikki skrá
sett í landskassans ársrokn
skapum. Man yvirtøkuproce
duran ikki vera liðug enn?
Tað tók tó valla meira enn
ein tíma hjá tveimum lands
stýrislimum jólavikuna 2001
at undirskriva og faxa yvir
tøkuskjølini til ta donsku
stjórnina.
Burturbeiningin
av andanum
Tann stóra broytingin og
burturbeiningin av andanum
í tí gomlu Havnini, sum als
ikki sampakkar við einum
dynamiskum
høvuðsstaði,
verður framd í ein dýran
hast.
Sjónleikarhúsið [sum í
farnu øld var miðdepilin í
okkara livandi sjónleikara
mentan] og økið har umleið
verður kanska burturbeint.
Tað er bara ein spurningur
um stutta tíð. Tá ið tann guli
Kommunuskúlin er broyttur
til Føroya fyrsta kollegium,
verður tað alneyðugt at út
vega parkeringspáss, har
sum Sjónleikarhúsið hevur
staðið í 90 ár. Tá kunnu vit
rokna við kaotiskum dag- og
náttarlívi, har fólk hava búð
í frið og náðum. Verður hetta
tann livandi miðbýurin, sum
fólk hava saknað?
Og so er tað Tjóðpallur
Føroya, ið, sum eitt annað
operahús við sjóvarmálan
í Sydney, skal byggjast við
sjóvarmálan í Lítluvík. Her
má ikki drálast. Fígging? Tað
er ein býur í Russlandi, sum
ikki kemur hesum við.
Íleggingargrunnurin
Av teimum mongu ymisku
almennu grunnunum sum
løgtingið og fólkatingið settu
á stovn eftir heimsbardagan
1939-1945, til tess at endur
nýggja okkara fiskiskipaflota
og samfelagið í síni heild, er,
satt at siga, einans Íleggingar
grunnurin fyri Føroyar »á lívi.«
Allir hinir hvurvu, so hvørt
sum endamálini vórðu rokkin.
Ella hvurvu av vanstýring og
politiskum klandri.
Íleggingargrunnurin fyri
Føroyar, sum varð stovnaður
av Fólkatinginum yvir fleiri
ár í 1960-unum, hevur meira
enn nakar annar grunnur
fíggjað
útbyggingina
av
okkara samfelag: vegakervið,
berghol, flogvøllin, SEV o.n.a.