Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76 OG MILLUMSPÆL SLATUR OG SLEYG Hóast tann stóra íløgan til útbygging av okkara flogvølli fyri fáum árum síðani varð øll fíggjað við studningi úr Ílegg­ingargrunninum, so er grunnurin framhaldandi fíggjar­liga væl fyri. Hetta er ikki slatur. Men so kemur slatrið: Verandi samgonga ætlar at ognartaka Íleggingar­ grunn­in og fáa hann »undir fult føroyskt ræði.« Tá ið tað »fulla føroyska ræðið« er veru­leiki kanska við einum viku­skifti faxi – ódámlig peninga­bidding snøggað við fortugd­ari føroyskari ment­an – verður eisini hesin grunn­urin mergsogin. Spott­ aður og beindur av vegnum. Tey mongu árini Ílegg­ ingar­grunnurin varð umsitin í Keymannahavn – áðrenn hann við øllum skjølum og øll­um milliónunum varð flutt­ur landsstýrinum (Føroya Gjald­stovu) at um­ sita – kost­aði umsitingin grunn­inum ikki eitt klovið oyra. Men við flytingini av grunn­inum í 1979 frá skrivstovu­veld­inum í Christiansborg til veldið í Tinganesi stóð ikki á við reglu­ligum fyri­sitingar­út­ reiðsl­um – lønir v.m. – goldn­ ar úr grunninum. Katastrofalar avleiðingar Í árinum 2000 keypti Føroya landsstýrið partabrøv í P/f Virðismarknaður Føroya. Hetta íslendska/føroyska parta­felagið rendi Eik Banka og Eikgrunnin so dygg­iliga á heysin. Við hesum parta­ bræva­keypi eigur lands­ stýrið, sum tá var, sín leiklut við katastrofalum avleið­ing­ um. Ein av okkara royndu advo­katum vil vera við, at stýris­skipanarlógin er brotin meira enn 600 ferðir. Um hann ikki hevur roknað við hesum partabrævakeypi, so er landsstýrisins parta­ bræva­keyp lógarbrot móti stýris­kipanarlógini nummar 601. Var tað ikki ein løgmaður, sum lovaði, at hvør bøkkur skuldi vendast í hesum óhugnaliga máli? Tolni føroyingurin farin í søguna Hvussu ber tað til, at tann seigligi og tolni føroyingurin er horvin og næstan farin í søguna? Hví skikka vit okk­ um, sum hvør dagur er tann sein­asti? Hóast landskassin er sperðl­aður og skuldarbundin upp undir skorsteinin við fleir­fald­aðari milliardaskuld, so eru almennar byggi­ ætlan­ir í fleiri hundraðtals millióna­klassa og tunnlar í milliarda. Eru vit yvirhøvur før fyri at tálma og fáa tamarhald á øllum teimum almennu íløg­ unum, sum kunnu forkoma okkara vanligu tilveru á hesum klettum? Íløgur í skríggj­andi andsøgn við okk­ ara fíggjarliga potentiali. Fyri nøkrum døgum síð­ ani tók landsstýrið eina milliard í láni, sum ikki kann brúkast til annað enn til endurfíggjan av gjald­komn­ um lánum. Um tað skuldi komið upp á tal at brúkt lánið til annað endamál, tosa vit um mandatsvik, sum kann geva 8 ár í fongsul. Eitt er vist: Slatur og sleyg á høgum akademiskum stigi fær lívsstøðið hjá Palleba og Marsannu at rilla. tey trívast ikki. Í framkomnum londum er akademiskt proletariat illa sætt. Lat tað verða sligið fast við 7 tumma spíkum, at okkara forfedrar í 1000 ár var fátækt almugufólk, og at úr teimum uppstóð einki proletariat. Skattasnýt í heimsklassa Í hesum døgum er kom­ið í ljósmála, at tann før­oyski banka- og tryggingar­heim­ urin hevur framt skattasnýt í heimsklassa. Tað ljóðar, at tað fer at taka drúgva tíð hjá skattamyndugleikanum alias TAKS/Fíggjarmálaráðnum – sum er tann snýtti – og bank­anum – sum er skatta­ snýt­arin – at kanna, hvussu skatta­snýtarin hevur borið seg at! Vónandi verður kann­ing­ in ikki so drúgv, at fyrningar­ tíðin steðgar allari kanning, og málið soleiðis endar sum burturkast í brennistøðini. Um nú ein djarvur [djørv, tí hon er kvinna] journa­ list­ur í Sosialinum og ein hátt­virdur, fyrrverandi banka­stjóri og dugnalig gran­skoð­ara­virkir ikki væl og virð­iliga høvdu greitt Føroya fóllki frá hesum óhugna­liga skattamáli, var tað kanska ongantíð komið al­ment fram, men ligið esjandi í slatripottinum. Enn er einki frætt um, at hetta populistiska málið er latið løgregluni! Frá borgini á Argjum hoyrist ikki eitt kis. Ein óvanlig søga Ein løgin serlingur – tosar lítið og lutteku vanliga ikki í kjaki – var nú eitt kvøldi »á trapp­ uni« og lurtaði eftir heit­um kjaki um skatta­snýtið hjá Eik Banka. Tá ið menn og kvinnur tagdu, kjakið var mest sum yvir­staðið, nærkaðist serlingurin trappu­trinunum, har kjakið fór fram, og segði smæðið og lágmælt: »Hatta er odiøst, mod­ bydiligt. Tann snýtti og snýt­ arin skulu kanna svika­gerð­ ina í felag.« So tagdi hann eina løtu, og fólk royndu at lurta. So segði hann: »Í ævin­ týr­inum um úlvin og revin, sum búðu í somu holu, vita vit, at revurin, snildur og kvik­ur, slapp sær úr holuni, með­an úlvurin, sum hevði etið seg tjúkkan og feitan, slapp ikki úr holuni. Hann varð sligin niður við einum gassa.« Tagdi eina løtu. »Ævintýr spretta úr vísdómi, tað vita tit sjálvandi.« So hvarv hann stillisliga, meðan hann mutlaði, sum bert fá hoyrdu: »Hatta skuldi eg ikki sagt.« Um mat og vín Í matarhøllini og caféini á Lands­sjúkrahúsinum var menu­in nú ein dagin Kili kon karme. Fremmandir sjúklingar og vitjandi skilja valla ein slíkan matarseðil. Vit eldri ella gomlu ivast onga løtu í, at tað var Chili con carme, sum var á matar­ seðlinum. Tey ungu hava onga neyð, tí tey hava ongan­ tíð lært teirra abc. Tit i køkinum á Lands­ sjúkra­húsinum skulu als ikki skammast, tí eftir øllum at døma hava tit ikki lært í barna­skúlanum, nær c skal brúk­ast samanborið við k, og vita tessvegna ikki, hvussu slík orð av røttum úttalast og stavast. Eitt annað láturligt og grátuligt dømi: Í Rúsuni kunnu vit keypa rosé­vín, sum í tí føroysku orðabókini eitur rósuvín. Rosévínið hevur einki við rósur at gera. Navnið kemur av ljósareyðum víndrúvum, sum verða brúktar til fram­ leiðslu av ljósareyðum rosé­ víni. Kanska einamest í Frak­ landi. Tað er ikki óhugsandi, at tey, ið skriva okkara orða­ bøkur, av og á leska seg við rosé­víni við ella uttan brús. Brúsandi Mateus Rosé Orig­inal vín, fram­leiðla Portu­ gal, er væl um­tókt og riggar til grill ella sum aperitif. Finala Úr En sjæl efter døden eftir Johan Ludvig Heiberg, 1791-1860, far fanin orðið: Mephistopheles: »Men vor Stat har et eneste fælles Med, som skal naaes ved Alles Arbeidsomhed; Jeg tvivler ei paa, at hørt du har om Danaidernes store Kar. Det er et Vaskekar, frygtelig stort, som i Verdens første Tider blev gjort. Men den Bødker har været en rigtig Hund, thi han maged, at Karret blev uden Bund. Nu er vor hele Stræben, med Vand at fylde det til den øverste Rand; Men engang har et kløgtigt Hoved beregnet, at kun ved uendelig manges Flid, kan det fyldes i en uendelig Tid. Dermed er vort hele Formaal betegnet, og derfor maa hver Qinde eller Mand paa Omgang helde deri sin Spand.« Kórið: Evig Hast! Ingen Rast! Hurtig, hurtig, Møer og Svende, Aldrig faar vort Arbeid Ende, Tidens Hjul staaer aldrig fast. Ingen Grund! Ingen Bund! Hid med Spanden, hid med Øsen! Travlhed, Travlhed er vort Løsen indtil Verdens sidste Stund. Hendan apocalyptiska [gátu­fulla] comedian varð lisin í mentunartímanum í einum donskum háskúla í Rungsted fyri 70 árum síðani. Slíkir tímar vóru dupultir við einum stuttum steðgi við temunni og hálvari breyðflís. Í einum slíkum tíma fingu vit at vita, at ein næmingur úr Føroyum har á skúlanum í einum litteraturtíma hevði deklamerað Terje Vigen hjá Henrik Ibsen uttanat so livandi og hjartanemandi, at tey, ið vóru hjástødd, fingu tár í eyguni.