Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 170 - 8. september 2004 19 18 Nr. 170 - 8. september 2004 Hóast Frakland enn einaferð er í ferð við at byggja eitt nýtt lið upp, so er einki at iv- ast í, at talan er um eina av sterkastu fót- bóltstjóðunum í heiminum. Fótbólts- søgan hjá landinum hevur annars verið nógv upp og niður, men við dygdargóð- um talentarbeiðið hevur landið hesi seinastu 20-25 árini hildi seg støðuga nær toppinum FRAKLAND Jákup Mørk Fraklendingarnir vóru við frá fyrsta sinni, tá veruliga altjóða fótbóltur kom upp á tal. Hetta var afturi í 1904, tá umboð fyri Frakland, Belgia, Danmark, Holland, Spania, Sveis og Svøríki samdust um at seta FIFA á stovn. Eitt av høvuðsendamál- unum hjá felagsskapinum var at seta á stovn eina heimsmeistarakapping, og fram um aðrar, so var tað fraklendingurin, Jules Rim- et, sum stóð aftan fyri hetta hugskotið. Ein annar frak- lendingur, Robert Guérin, var annars fyrsti formaður- in í felagsskapinum, men veruligi vøksturin byrjaði, tá Rimét kom til í 1921. Starvið røkti hann í 33 ár, og hesi árini mentist fót- bólturin til av álvara at ger- ast ein ítrótt fyri allan heimin og øll fólkasløg. Taptu á heimavølli Sjálvir høvdu helst hvørki Guérin ella Rimét helst ikki roknað við, at tað skuldu ganga 94 ár frá stovnanini av FIFA, til Frakland fyri fyrstu ferð vann heitið sum heimsmeistari, og sjálvir vilja fraklendingar eisini vera við, at teir als ikki høvdu havt fyri neyðini at bíða so leingi. Tí hóast tað bert eina ferð er eydnast teimum at enda ovastir, so er tað ein av teimum heilt stóru fótbólts- tjóðunum í søguni, sum føroyska landsliðið skal hitta mikukvøldið. Í løtuni er liðið nummar tvey á alstjóða styrkislistanum hjá FIFA, og søguliga hava teir eisini verið nær við fleiri ferðir, tó at tað ikki er fyrr enn seinastu góðu 20 árini, at landið veruliga hevur togast móti toppinum. Vónirnar vóru annars stórar, tá Frakland í 1938 var vertstjóð fyri HM- kappingini. Hetta var triðja ferðin, at HM varð hildið, og hinar báðar ferðirnar hevði vertstjóðin verið vinnandi parturin av kappingini. Soleiðis skuldi tó ikki ganga hjá Fraklandi. Í fjórðingsfinaluni hittu teir verandi meistararnar úr Italia, og hendan dystin vunnu italiumenn 3-1. Italia vann eisini hesa kappingina, og so skuldi ganga rúm tíð, áðrenn Frak- land veruliga otaði seg uppaftur. Metið hjá Fontaine Seinni heimsbardagi gjørdi eisini, at HM-kappingin ikki varð hildin aftur fyrr enn í 1950. Hvørki her ella í 1954 hevði Sveis nakran leiklut, men í 1958 stóð landið aftur við einum liði, sum teir hildu vera tað besta í heiminum. Í álopinum høvdu teir ótrúliuga Just Fontaine, sum í hesum endaspælinum skeyt ikki færri enn 13 mál - tað er framvegis met. Saman við honum var eis- ini Raymon Kopa, sum varð kosin sum besti leikarin í kappingini. Men tá teir í hálvfinaluni hittu Brasil - við einum ávísum Pele á liðnu - endaði ævintýrið. Og ævintýrið kom ong- antíð nakran veg, tá kappast skuldi í 1962. Her var Frakland nevnliga millum liðini, sum ikki vunnu seg gjøgnum undankappingina, sum nú fevndi um ikki færri enn 58 lið. Í 1966 var liðið aftur við, men tað eydnaðist teimum tó ikki at gera stórvegis um seg. Platini-ættarliðið Komandi tíggju árini máttu fraklendingar eisini finna seg í, at teir ikki høvdu stórvegis at gera á heims- tindunum í fótbólti. Heldur vóru tað nøvn sum Charl- ton, Pele, Beckenbauer, Rivera og Cruyff, sum vóru ímyndin av besta fótbólts- spælinum í heiminum. Men í 1978 vóru tó tekin um, at vend fór at koma í. Gaman í vann Frakland seg ikki fram við Italia og Argentina í bólkaspælin- um, men allur heimurin var bergtikin av nýggja bólt- snillinginum hjá frak- lendingum. Michel Platini var við fullari ferð í holt við at gerast nýggja super- stjørnan í fótbóltinum, og komandi árini var hann meira enn nakar annar ímyndin av vøkrum, poler- aðum - men samstundis effektivum fótbólti. Heilt upp á heimstindin kom Frakland tó ongantíð við Platini. Fótbóltsheimur- in græt, tá Platini, Tigana, Giresse og hinir máttu lúta fyri Vesturtýsklandi eftir eina fantastiska hálvfinalu, har Frakland í umdystinum hevði verið á odda 3-1. Á heimavølli í 1984 til EM-kappingina gekst tó betri. Platini var í serflokki besti leikarin í Europa um hetta mundið, og av mið- vallarplássið sínum skeyt hann ikki færri enn níggju mál í teimum fimm dyst- unum, sum Frakland leikti á vegnum til EM-heitið. 1986 var at kalla enda- spurturin hjá Platini-ættar- liðnum, men heldur ikki hesaferð var eydnan við teimum, og aftur stóðu týskararnir fyri, tá komið var til hálvfinalurnar. Vónbrot hjá Papin Frakland mátti fara undir at byggja nýtt landslið upp, og hóast Platini nú var venjari, so eydnaðist tað ikki liðn- um at vinna seg fram til endaspælið í Italia í 1990. Til EM-kappingina í Svøríki vóru vónirnar tó betri. Platini og hansara menn vunnu undankappingina við fullum stigatali. Við leikarum sum Blanc, Des- champs, Cantona og Papin var Frakland eisini millum avgjørdu favorittarnar at vinna EM-kappingina. Men hetta fekk tó ein brádligan enda. Ein ávísur Henrik Larsen nýtti bert fáar minuttir at skjóta Danmark upp á 1-0 í seinasta dyst- inum í bólkaspælinum, og tó at Papin seinni javnaði fyri Frakland, so fekk Lars Elstrup í seinastu løtu vissa dønum sigurin. Og uppaftur størri var vónbrotið, tá kappast varð um at koma til HM-kapp- ingina í USA í 1994. Frak- land var annars væl fyri í undankappingini, og tey flestu mundu halda, at við heimadystum móti Ísrael og Bulgari sum seinastu uppgávunum, var klárt til endaspælið. Men alt var ikki í pottin- um. Ísrael megnaði púrasta óvæntaðan javnleik, og tá Emil Kostadinov í yvir- tíðini í seinasta skeyt Bulg- aria upp um Frakland, stóð enn einaferð greitt, at Frak- land ikki hevði vunnið nak- að stórvegis við einum ann- ars framúr góðum ættarliði av fótbóltsleikarum. Zidane og listin Enn einaferð mátti Frak- land byggja nýtt lið upp, men hetta skuldi eisini vísa seg, at gerast besta liðið, sum landið nakran tíð hevur átt. Ein partur av frágreið- ingini er eisini, at Frakland longu fyri nógvum árum síðani legði eina ná- greiniliga ætlan fyri, hvussu talentmenningin kring landið kundi skipast á besta hátt, og europeisku stórfeløgini løgdu eisini alt meira til merkis hesi super- talentini, sum komu av talentfabrikkunum í eitt nú Monaco og Auxerre. Tað hevði kanska skelkað nógv, at Tapie og hansara Marseille vórðu tikin í muturgøluni, soleiðis at Marseille varð tvangsflutt eina deild niður, men samstundis gav hetta eitt enn størri skump til smærru feløgini, sum í enn størri mun satsaðu upp á egnar lokalar kreftir. Leikarar sum Desailly, Zidane, Djorkaeff og Barthez vóru kanska enn ikki komnir heilt á toppin, men í EM í Onglandi sýndi liðið til tíðir, at teir kundu spæla góðan fótbólt, og tvey ár seinni kom so endaliga staðfestingin av, at Frakland nú var heimsins besta lið. Zidane skoraði sjálvur tvær ferðir í finaluni, og fáur mundi ivast í, at hann saman við Petit og Des- champs átti besta miðvøll- inum í heiminum. Í verjuni vóru nøvn sum Blanc, Desailly og Thuram, og tó at liðið kanska ikki átti hvassasta álopið í kapping- ini, so var hetta ikki nøkur forðing hjá liðnum. Álopið taldi til hesa kappingina fleiri ungar, evnaríkar leikarar, og til EM-kappingina tvey ár seinni, stóðu hesir í fullum blóma. Henry gav ferð eftir ferð prógv um ørkymlandi skjótleika, Wiltord og Trezeguet stóðu fyri avger- andi málunum í finalu- dystinum móti Italia, og á veinginum gandaði Pires ferð eftir ferð framvið verjuleikarunum, meðan Zidane í frið og náðum stýrdi hvørjum einasta dysti á miðvøllinum. Onkur vil kanska siga, at hetta franska liðið til tíðir lyfti fótbóltsspælið upp til list, og um so var, so var listin í hæddini júst hesi bæði árini. Endurbygging Tí seinni skuldi aftur ganga niður hjá hesum gylta ættarliðnum. Deschamps helst seg sjálvan vera ov gamlan, og saman við Blanc takkaði hann fyri seg. Zidane var sjálvur skaddur til HM-kappingina í 2002, har Frakland mátti fara heimaftur, uttan at hava skotið eitt einasta mál. Hetta skuldi hevnast í EM-endaspælinum í summar, men enn einaferð kiksaðu fraklendingarnir, tá Grikkaland vann 1-0 í fjórðingsfinaluni, og so var fólksliga kravið, at eitt ættarliðsskifti enn einaferð er neyðugt. Og hetta skiftið er nú í ferð við at henda, men hóast tað, so skal eingin rokna við, at føroyska liðið hevur nakra lætta uppgávu, tá farið verður inn á Tórsvøll. Við leikarum sum Henry, Vieira, Giuly, Make- lele og øðrum hevur liðið framvegis profilar, sum spæla í allar bestu feløg- unum í Europa, og einki er at ivast í, at hesir heldur enn fegnir vilja prógva, at teir megna at lyfta franska arvin. Franski arvurin Gyltu árini 1998-2000 megnaðu Zidane og hansara menn at lyfta fótbóltsspælið til listarligt handverk. Her er tað Denilson úr Brasilia, sum ikki kann gera stórt annað enn at hyggja at fantastisku bóltfølingini hjá Zidane Mynd: Reuters At talan er um heimsstjørnur, er eingin sum helst ivi um. Tá flogfarið við franska liðnum lendi í Vágum týsdagin, var komuhøllin tjokkandi full av børnum, sum vildu hittu fronsku leikararnar Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 18 Sølufólk til farma deildina Vit søkja eftir sølufólki til farmadeildina. Farmadeildin er ein deild hjá Smyril Line, ið heldur til í pakkhúsinum við Eystaru Bryggju. Arbeiðsuppgávur: Uppgávur tínar verða, umframt at troyta verandi og alternativar farmafl utningsmøguleikar, at ráðgeva, veg leiða og røkja samskiftið við viðskiftafólk okkara. Sum seljari fært tú eisini sum uppgávu at geva tilboð og skriva kontraktir. Førleikakrøv · At tú ert ein seljari við stórum S · Dugir at arbeiða sjálvstøðugt · Dugir at veita viðskiftafólki okkara holla vegleiðing · Tænastuhugað/ur og góð samstarvsevni · Tað er ein fyrimunur at hava royndir og útbúgving innan sølu Vit bjóða eitt starv við stórum avbjóðingum. Menn- andi arbeiðsumhvørvi og góðar starvsfelagar. Løn sambært avtalu. Umsókn við møguligum prógvum og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. septem- ber og skulu stílast til: Smyril Line Postsmoga 370 FO-110 Tórshavn Att.: Heðin Joensen ella við telduposti til: hedinj@smyril-line.fo Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Heðin Joensen, leiðara á farmadeildini, á tlf. 34 59 62. Eystara Bryggja · Postsboks 370 FO-110 Tórshavn · Tlf: 34 59 60 Fax: 34 59 52 · cargo@smyril-line.fo