mikudagur 8. september 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 170 - 8. september 2004
21
Spælararnir við flestu
royndunum á land-
siðnum, siga seg av-
gjørt roknað við, at
talan verður um betri
avrik og úrslit í kvøld,
enn tað var í Sveis
FØROYAR-FRAKLAND
Jóannes Hansen
Teir báðir hava búð í rúmi
saman á Hotel Føroyum
seinastu
dagarnar.
Nú
leggja teir síðstu hondina á
fyrireikingarnar til upp-
gávuna, sum teir eru samdir
í, fer at verða tann størsta
nakrantíð á føroyska lands-
liðnum. Føroyar hava ong-
antíð áður spælt ímóti næst-
ovasta liðnum á FIFA-
styrkislistanum.
Eingin ivi tykist vera um,
at Óli Johannesen, liðfor-
maðurin og metmaðurin á
landsliðnum, aftur hesa
ferð fer at ganga fremstur
inn á vøllin og harvið fer at
hava Patrick Vieira undir
liðini á sær. Meiri ivasamt
er tað, um Jens Martin
Knudsen, sum er tann
einasti, ið hevur verið við
heilt frá byrjanini í 1988,
fer at fáa møguleikan mill-
um stólparnar.
– Eg var fegin, tá eg fekk
at vita, at eg skuldi verja
málið í Sveis. Hvørja ferð
eg ikki fái møguleikan,
kennist tað sum vónbrot, tí
eg vil fegin spæla. Jákup
Mikkelsen hevur tað upp á
sama máta, og soleiðis skal
tað vera. Í Sveis fingu vit
liðið at vita dystarmorgun-
in. Frammanundan høvdu
vit onga ábending fingið
um, hvussu tað fór at verða.
Soleiðis verður tað eisini
hesaferð, sigur Jens Martin
Knudsen, sum hevur spælt
næst flestar ferðir á lands-
liðnum.
– Ert tú nøgdur við
avrikið hjá tær í Sveis?
– Vit hava hugt at dystin-
um. Sjálvandi er tað altíð
okkurt, sum kundi havt
verið betri, men fakliga eri
eg ikki illa nøgdur við av-
rikið. Tá seks mál eru farin
ígjøngum, veit eg sjálvandi,
at alt kann henda innan
næstu uppgávuna, staðfest-
ir málverjin, sum hóast
tapið heldur, at trýstið í
Sveis ikki var so stórt, sum
tað plagdi at vera fyrstu
árini, tá ið Føroyar luttøku í
altjóða kappingum.
– Sveisararnir vóru snild-
ir, og mátin hjá teimum at
spæla minti nógv um tann,
sum Jugoslavia fleiri ferðir
hevur brúkt móti okkum.
Teir settu ferðina niður,
lokkaðu okkum langt fram,
og so eksploderaðu teir.
Trúgva uppá tað
Síðani tað var greitt, at
Føroyar vóru í bólki saman
við Fraklandi, hevur Óli
Johannesen sæð fram ímóti
at spæla júst hendan dystin.
– Teir hava nógvar framúr
spælarar. Eg rokni Henry
saman við kanska tveimum
øðrum at vera besta álops-
spælara í heiminum. Nú eru
teir so her. Vit hava ikki enn
tosað um, hvussu vit skulu
taka teir, men sjálvandi er
neyðugt, at kollektivið hjá
okkum riggar optimalt, og
tað rokni eg við, at tað fer
at gera. Vit fara ongantíð á
vøllin uttan við vónini um,
at tað skal bera til at fáa stig
og vinna. Tað gera vit eisini
hesaferð, sjálvt um styrkis-
munurin er so stórur, sum
FIFA-listin boðar frá.
Tá ið spælararnir savnað-
ust aftur sunnukvøldið, var
lagið eitt sindur betri, enn
tað var eftir dystarlok í
Sveis. Mánakvøldið vóru
spælararnir í Bowling-høll-
ini, og nú hava teir bara
fokus á stóru uppgávuni í
kvøld.
Í morgin fer eiðisgent-
an Heidi Andreasen
saman við venjara
sínum, Remi Lam-
hauge, av landinum.
Leiðin gongur til
grikska høvuðsstaðin,
Athen, har Heidi skal
luttaka í Paralympia-
duni, ið er OL fyri
brekað
SVIMJING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eingin ivi er um, at Heidi er
eitt tað størsta føroyska
ítróttarnavnið nakrantíð, og
spennandi verður at síggja,
um tað fer at eydnast
dugnaligu eiðisgentuni at
fáa eitt eins gott úrslit sum
tað, ið hon fekk á para-
lympiaduni í Avstralia fyri
fýra árum síðani, tá ið hon
vann fýra silvurheiðurs-
merkir og eitt bronsumerki.
Kappast í fimm
greinum
Heidi og venjari hennara,
Remi Lamhauge, hava vant
dúgliga undan kappingini í
Athen, og nú farið verður av
landinum, verður eisini
steðgað á í Danmark í nakr-
ar dagar. Her skal Heidi
royna at venja í 50 metra
hyli í nakrar dagar. Í Athen
verður nevnliga kappast í 50
metra hyli, og tá ið eingini
slíkur er her á landi, kemur
tað væl við hjá Heidi og
venjara hennara, at tey hava
møguleika fyri at royna
hetta í nakrar dagar, áðrenn
leiðin gongur víðari til
Athen.
Føroyska svimjigentan og
venjari hennara koma til
grikska høvuðsstaðin mána-
dagin, og ikki fyrr enn seks
dagar seinni, sunnudagin 19
septembur,
skal
Heidi
svimja sína fyrstu kapping.
Hetta ger, at Heidi Andrea-
sen hevur nakrar dagar til at
venja seg við hitan og
umtstøðurnar
annars
í
grikska høvuðsstaðnum.
Í fyrstu kappingini skal
eiðisgentan
svimja
100
metrar firvald. Umframt
hesa kapping skal Heidi
Andreasen taka lut í fýra
øðrum kappingum, 50 metr-
ar frí, 100 metrar frí, 400
metrar frí og 200 metrar
blandað.
Paralympiadan í Athen
endar 28 septembur, og
føroyskal ferðalagið verður
aftur í Føroyum 30 septem-
bur. Sosialurin fer sjálvsagt
at fylgja við í, hvussu tað
gongur hjá Heidi Andrea-
sen í Grikkalandi.
Veteranarnir rokna hetta sum tað størsta nakrantíð
Nú fer Heidi til OL
– Eg rokni Henry saman við
kanska tveimum øðrum at
vera besta álopsspælara í
heiminum, sigur føroyski
liðskiparin millum annað
um uppgávuna mikukvøldið
Mynd: Jens Kristian Vang
21
20
Nr. 170 - 8. september 2004
Sjálvt ikki tá Týskland
vitjaði, mundi hópurin telja
slíkar stjørnur sum tær, ið
hesa ferð vitja á klettum
okkara. Niðanfyri hava vit
stutt ummæli av leikarun-
um í franska hópinum, sum
mikukvøldið skulu takast
við okkara menn á Tórs-
vølli.
Grégory Coupet,
Olympique Lyon
Tað er ikki fyrr enn seinnu
árini, at Coupet veruliga
hevur fingið eitt frambrot í
fronskum fótbólti. Hevur
sýnt sear støðug avrik fyri
felag sítt nú í meira enn
tvey ár, og hevur soleiðis
spakuliga
trýst
bæði
Mickael
Landreau
og
Lionel Letizi av plássinum
sum annar málverji hjá
Fraklandi.
Mickael Landreau, FC
Nantes
Var í fleiri ár næsti mál-
verjin á franska liðnum,
men hevur nú mist hetta
plássið til Coupet. Skaðin,
sum Fabian Barthez fekk
herfyri, hevur tó aftur givið
honum
møguleikan
á
beinkinum.
Eric Abidal,
Olympique Lyon
Varð í summar keyptur úr
AS Monaco sum liður í eini
størri útskifting hjá meist-
arunum úr Lyon. Verður av
mongum mettur sum av-
gjørdi framtíðar verjus-
tjørnan hjá franska lands-
liðnum.
Jean-Alain Boumsong,
Glasgow Rangers
Enn eitt dømi um ein
framúr fótbóltsleikara, sum
er komin av fótbóltsskúl-
anum í Auxerre. Krútsterki
verjuleikarin verður fyri tað
mesta nýttur mitt fyri, har
kropsstyrki og kvikleiki
hansara altíð gera tað
trupult at vera álopsleikari.
Spælir nú við Glasgow
Rangers, og spurningurin
er, um skotska deildin ikki
er eina tonn ov veik fyri
framtíðar menning hansara.
Patrick Evra, AS
Monaco
Enn ein av nýggju leikarun-
um, sum veruliga tykist
hava bitið seg fastan í hóp-
inum. Hevur av bakkinum
eisini framrættaðar skyldur,
og kann soleiðis væl vera
viðvirkandi til trýstið, sum
uttan iva verður lagt á
okkara menn.
William Gallas,
Chelsea FC
Ein sterkur verjuleikari,
sum kann spæla á øllum
fýra plássum í verjuni. Varð
í 2001 keyptur til Chelsea,
tá Ranieri skuldi byggja eitt
nýtt lið upp. Og tað faktum,
at hann framvegis er í
hópinum, hóast milliarda
íløgurnar hjá Abramovich
sigur helst eisini nakað um
dygdir hansara.
Gaël Givet, AS Monaco
Aftur ein av ungu leikarun-
um, men hevur hóast hetta
vunnið sær fast pláss á
franska liðnum. Veruliga
gjøgnumbrotið fekk hann
saman við upptúrinum hjá
Monaco í ár, har hann var
partur av eini krútsterkari
verju, sum megnaði at taka
at kalla alt fótboltseuropa á
bóli.
Bernard Mendy, Paris-
SG
Hóast bert 23 ára gamal er
eisini Mendy vorðin mest
sum
fastur
partur
av
franska liðnum. Føroyskir
sjónvarpshyggjarar minnast
hann kanska úr Bolton, har
hann í eitt ár gjørdi nógv
um seg, áðrenn leiðin aftur
gekk til Fraklands. Ein sera
skjótur og álopssinnaður
bakkur.
Sébastian Squillaci,
AS Monaco
Telist nú millum teir, sum
hava hampuliga nógvar
royndir í franska hópinum,
og hann var eisini millum
teir fyrstu ellivu í dystinum
móti Ísrael. Enn hevur hann
tó ikki vunnið sær púra
fastan sess í so máta.
Vikash Dhorasoo, AC
Milan
30 ára gamli miðvallarin
varð í summar seldur til
italska stórfelagið, eftir at
hann annars hevur stýri-
maður á miðvøllinum hjá
Lyon í nøkur meistaraár.
Kappingin á franska mið-
vøllinum er tó harðari, enn
flestu aðra staðni, so hóast
ivaleysu evnini sum bólt-
spælari, hevur hann havt
trupult við at finna sær
pláss í hópinum.
Ludovic Giuly, FC
Barcelona
Var kanska størsta opinber-
ingin í Champions-League
kappingini í ár, tá hann
saman við liðfeløgunum í
Monaco vann seg fram til
finaluna. Er nú valdur at
verða ein av teimum, sum
skulu endurreisa eitt nýtt
dream-team í Barcelona, og
sjálvur vónar hann, at hetta
eisini kann verða galdandi
fyri franska landsliðið.
Claude Makelele,
Chelsea FC
Var kanska størsta orsøkin
til, at Real Madrid einki
vann í fjør, tí kongaliga
spanska felagið fann ongan
tíð rætta avloysaran til
mannin, sum varð seldur til
Chelsea. Er kanska ikki
altíð so sjónligur í sínum
spæli, men sum bóltvinnari
og spælskipari telist hann
millum teir allar bestu í
heiminum.
Benoit Pedretti,
Olympique Marseille
Spælskiparin
hjá
Ol-
ympique Marseille, og eig-
ur hann stóran part í æruni
av, at teir nú aftur eru um at
finna seg fram til fronsku
fótbóltstindarnar.
Robert Pires, Arsenal
FC
Ein av stóru kreatørunum
hjá Fraklandi. Er partur av
fraklendingaleguni í enska
Arsenal, og varð eitt nú
kosin besti leikarin í bret-
landi í 2002. Varð tó álvars-
liga meiddur beint undan
kappingarloki, og hevur
síðani ikki funnið heilt
sama høga støðið, tó at
talan framvegis er um
klassaleikara.
Jérome Rothen, Paris-
SG
Enn ein av leikarunum,
sum spælir í alsamt sterkari
fronsku liguni. Er kvikur
vongspælari, sum veruliga
kann geva stórar trupul-
leikar. Kom til Paris úr
Monaco, sum ikki hevði
fíggjarligu styrkina til at
halda fast um leikaran
Patrick Vieira, Arsenal
FC
Franski
liðskiparin,
og
uttan iva ein av bestu mið-
vallarunum í heiminum.
Var fyrsti leikarin, sum
Arsene Wenger keypti til
Arsenal. Tá var Vieira mest
sum á yvirskotslagrinum
hjá Milan, og hevði eisini
verið skaddur, so Arsenal
rindaði ikki stórvegis fyri
hann. Uttan iva ein handil,
sum Milan iðrar seg um í
dag.
Djibril Cisse,
Liverpool FC
Eitt
av
stóru
fronsku
stjørnuskotunum
seinnu
árini, har hann hevur skor-
að hópatals mál fyri Aux-
erre. Í ár er tað tó í enska
Liverpool, at Cisse ger um
seg, og so er spurningurin,
um hann kann lyfta arvin
eftir Michael Owen.
Thierry Henry,
Arsenal FC
Kanska størsta franska
stjørnan yvirhøvur, og í
eygunum
hjá
mongum
heimsins besti leikari júst
nú. Hevur ein ófatuligan
skjótleika, og framúrskar-
andi tekniskan førleika.
Kann á einum góðum degi
seta mest sum allar verju-
leikarar av við einum rykki,
og so er spurningurin, hvørt
hann hevur ein slíkan
mikudagin.
Peguy Luyindula,
Olympique Marseilla
Varð keyptur til Marseilla,
tá Chelsea fór avstað við
Drogba. Var undan hesum í
Lyon, har hann hevur
skotið hópin av málum. Er
viðhvørt
nakað
óorto-
doksur í spælistíli, men
effektivitetinum bilar tó
sjáldan nakað.
Louis Saha,
Manchester United
Varð kallaður inn sum
eykamaður, tá David Tre-
zeguet varð skaddur. Hevur
eins og Henry ein ófatu-
ligan skjótleika, og hevur
seinastu tvey árini ment seg
til ein av vandamestu álops-
leikarunum í Onglandi.
Eftir stóra gjøgnumbrotið
við Fulham í fjør, varð
hann keyptur til Man-
chester United.
Fronsku stjørnurnar
Tað kann vera, at Zidane ikki longur er við, men talan er kortini um stjørnur í heimsflokki, sum nú vitja Føroyar
C
M
Y
K
20