mánadagur 4. juli 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
FØROYINGUR SETTI
KNÚSANDI MET Í GÖTEBORG
Høvuðssøgan úr teimum stuttsøgdu kemur úr frælsa ítróttinum, har 17 ára gamli Tórur Mortensen setti knúsandi
met í trístøkki í kapping í Göteborg. Sum vant er eisini fitt av fótbóltsstubbum í stuttsøgdu ítróttartíðindunum
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Nú er klárt til hálvfinalurnar
í EM-endaspælinum í Frak
landi. Tað er greitt eftir
fjórðingsfinalurnar,
sum
blivu spældar frá hóskvøldi
til
sunnukvøld.
Fyrst
vann Portugal á Póllandi
eftir
brotssparkskapping
í dysti, sum endaði 1-1 í
vanligu
leiktíðini.
Síðani
skakaði
Wales
fótbólts
evropa, tá ið walisararnir
sera óvæntað vunnu 3-1
ímóti Belgia. Leygarkvøldið
vann Týskland ímóti Italia
eftir
brotssparkskapping,
har tað lá óvanliga illa fyri
hjá skjúttunum at skjóta.
Hesin
dysturin
endaði
eisini 1-1 í vanligu leiktíðini.
Síðani varð fjórðingsfinalu
umfarið rundað av í gjár
kvøldið, tá ið íslendska
fótbóltsævintýrið
endaði
á hesum sinni. Franska
vertstjóðin
var
ein
ov
stórur biti at svølgja hjá
frændum
okkara
fyri
vestan – Frakland vann 5-2.
Hálvfinalurnar í EM verða
spældar
mikukvøldið
og
hóskvøldið.
Mikukvøldið
hittast Portugal og Wales
í
Lyon,
og
hóskvøldið
verður eitt rimmar brak,
tá ið fronsku vertirnir og
týsku
heimsmeistararnir
hittast
í
Marseille.
Sigurin
hjá
Týsklandi
leygarkvøldið
gjørdist
dýrur. Bæði Sami Khedira
og Mario Gomez fóru út
skaddir.
Týska
Kicker
skrivar, at skaðin forðar
Sami Khedira at luttaka í
hálvfinaluni ímóti Fraklandi
hóskvøldið. Eisini verður ivi
sáddur um, um miðvallarin
megnar at blíva klárur til
eina møguliga finalu. Mario
Gomez
er
ivasamur
til
hálvfinaluna
hóskvøldið.
Franska PSG ognaði sær
spanska Unai Emery sum
venjara í farnu viku, og longu
nú hevur spaniólin fingið
tveir nýggjar leikarar at ráða
yvir. Í gjár kunngjørdi PSG,
at framyvir verða Grzegorz
Krychowiak,
miðvallari,
og
Thomas
Meunier,
verjuleikari,
leikarar
hjá
høvuðsstaðarfelagnum úr
París. Emery og Krychowiak
hava verið samstarvsfelagar
í
Sevilla
farnu
árini.
Chelsea kunngjørdi í gjár, at
framyvir skal 22 ára gamli
Michy Batshuayi umboða
felagið. Batshuayi er belg
iskur framherji, og var hann
við í belgiska EM-hópinum.
Hann skoraði eitt mál í
hesum EM-endaspælinum.
Tað liggur til persónsleikan
hjá
Arsène
Wenger
at
keypa fullkomiliga ókendar
leikarar til Arsenal, og nú
hevur
franski
venjarin
endurtikið kynstrið. Um
vikuskiftið gjørdist greitt,
at Arsenal hevur keypt
21
ára
gamla
japanska
framherjan, Takuma Asamo,
til felagið. Leikarin verður
keyptur
frá
japanska
Sanfrecce
Hiroshima.
HONDBÓLTUR
Lutakast
til
bólkaspælið
hevur verið í Champions
League í hondbólti, og har
er greitt, at Jóhan á Plógv
Hansen og felag hansara,
Bjerringbro-Silkeborg,
hava
stórar
avbjóðingar
fyri framman. Kappingar
skipanin í hondbólti er nakað
øðrvísi enn í eitt nú fótbólti.
Heili átta lið eru í bólkinum
hjá Jóhan á Plógv Hansen, og
seks av hesum liðum koma
víðari. Í bólkinum eru stórlið
sum FC Barcelona, Paris
Saint-Germain, SC Flensburg
Handewitt og THW Kiel.
FR. ÍTRÓTTUR
Landsliðið í frælsum ítrótti
er í hesum døgum í Göteborg
og luttekur í kappingini VU
Spelen. Fríggjadagin byrjaði
kappingin, og hendan dagin
stóð bert 13 ára gamla
Elin Niclassen fyri størsta
bragdinum, tá ið hon vann
silvurmerki
í
aldursbólki
sínum í spjótkasti. Tað var
bara ein finsk genta, ið
kastaði longri enn Elin.
Leygardagin var tað 17 ára
gamli Tórur Mortensen, ið
stóð seg einanstandandi
væl í trístøkki. Eftir fimm
lop var Tórur nummar sjey,
og var hægsta lop hansara
13,98 metrar. Men í sætta og
avgerandi lopinum skelkaði
Tórur alt og øll í svensku
kappingini, tá ið hann leyp
heili 14,94 metrar. Hetta sera
langa lopið viðførdi eitt gull
heiðursmerki til unglingin.
Talan er eisini um føroyskt
met. Øssur Debes Eiriksfoss
setti met í greinini, tá ið hann
leyp 14,34 metrar á oyggja
leikum á Bermuda í 2013, men
hetta metið er nú blivið bast
við heili 60 sentimetrum!
SVIMJING
Í
gjáramorgun
fór
eitt
føroyskt ferðalið við sjey
føroyskum svimjarum til
Ungarn at luttaka í kapp
ingini EJM, sum stendur
fyri
Evropeiska
Junior
meistarastevnan. Føroysku
svimjararnir
eru
hesir:
Ásbjørg
Hjelm,
Jana
Bjartalíð
Thomsen,
Sára
Ryggshamar Nysted, Sign
hild Dánjalsdóttir Joensen,
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard,
Marius Ihlen Gardshodn og
Róland Toftum.
Kappingin byrjar miku
dagin og endar sunnudagin.
TENNIS
Fleiri
áttandapartsfinalur
í
siðbundnu
Wimbledon-
kappingini skulu avgreiðast
í dag. Um vit taka tey heilt
kendu,
so
spælir
Roger
Federer ímóti Steve Johnson
í dag, meðan Serena Williams
spælir
ímóti
Svetlana
Kuznetsova.
SÚKKLING
Heimsins
størsta
súkkli
kapping, Tour de France,
er farin av bakkastokki. Í
gjár var tað slovakiski Peter
Sagan, sum vann 2. etapu.
Etapan var 183 kilometrar til
longdar.
Hin triða etapan verður
súkklað í dag. Talan verður
um etapu, ið mest sum bara
verður súkklað á sløttum
lendi.