Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR TEIR NÆSTBESTU ERU BETRI ENN TEIR BESTU 1. DEILD: Tað skal nógv til, um tey, ið hava kós móti uppflyting, skulu standa seg í fremstu røð Jóannes Hansen Tveir triðingar av kappingini í næstbestu deildini eru um at vera lagdir afturum. Onkrir dystir eru útsettir, men nú verður friður fram til um ólavsøkumundið. Tveir dystir vera 27. juli, og tríggir eru settir at vera 30. juli. Tað er eingin ivi um, hvørjar vegir tað ber, nú ein triðingur er eftir at kappingini í ár: EB/Streymur og 07 Vestur hava kós ímóti uppflyting, og B71 og AB hava kós ímóti niðurflyting. Í toppinum er oddastøðan hjá EB/Streymi so mikið greið, at tað er heilt sannlíkt, at tað longu í august verður staðfest, at tað aftur í 2017 verður sunnudagsfótbóltur við Margáir. Tað vil siga, at steðgurin hjá EB/Streymi í næstbestu deildini bara verður hetta eina árið. Heilt so væl hevur klaverið ikki spælt í Vágum hesar seinastu ferðirnar, men tað er ikki ein spurningur um um, men heldur ein spurningur um nær, at 07 Vestur fer at flyta upp. Harvið verður tað greitt, at tað aftur verður sunnudagsfótbóltur í Sørvági. Hetta er triðja árið í hesum umfarinum, at 07 Vestur er í næstfremstu deildini. Síðsta royndin í fremstu røð var í 2013, tá ið samlaða úrtøkan var fjúrtan stig og tíggjunda plássið, sum bar niðurflyting við sær. Tað er munur á At tað er munur á at spæla í bestu og næstbestu deildini sást dømi um leygardagin, tá ið 07 Vestur var í Gundadali og hitti næstbesta liðið hjá HB. Heimaliðið vann 3-2, og harvið varð staðfest, at teir næstbestu í Gundadali henda dagin vóru stinnari enn teir bestu har vesturi. Næstbesta HB liðið hevur ikki tapt síðani 28. mai, tá ið EB/Streymur fór úr Gundadali við 3-1 sigri. Tað er so eyðkent fyri næstbestu liðini, at avrikini hjá teimum eru misjøvn, og tað er møguleiki fyri, at eitt nú HB liðið ikki verður so væl fyri eftir summarsteðgin, sum tað hevur verið seinastu ferðirnar. 13. august fær EB/ Streymur vitjan av HB, sum tá hevur møguleika at spæla toppliðnum eitt puss. At EB/Streymur er væl fyri í løtuni sást mikukvøldið, tá ið toppliðið vann 8-1 ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Í jóansøkudystinum á Vágseiði leygardagin endaði tað málleyst. Tungt hjá uppflytarum Meðan EB/Streymur og 07 Vestur stríðast fyri at vinna uppflyting spøkir spurning­ urin, um tað verður, sum tað oftast er, at upp­flytararnir verða kanónføði í bestu deildini. Í fjør vóru tað Skála og B68, sum fluttu upp. Nú besta deildin er farin í summarfrí, hevur tað ikki eydnast B68 at vinna. Úr­ tøkan hjá toftamonnum er sjey javnleikir og níggju tap, tað eru sjey stig og verri mál­munur fram til áttanda plássið, og harvið talar lítið fyri, at tað ikki aftur næsta ár verður leygardags fótbóltur á Svangaskarði. Gongdin hjá skála­ monnum higartil eigur at geva EB/Streymi og 07 Vestur mót um, at tað framvegis ber til hjá upp­ flytarum at standa seg í fremstu røð. Skála hevur higartil vunnið seytjan stig og er á sjeynda plássi og átta stig og betri málmun frá níggjunda plássi. Í fjør legði Skála sítt spæl í næstbestu deildini eftir, at avbjóðingarnar í ár í bestu deildini fóru at verða øðrvísi, enn tær tá vóru. Skála hevur sama fólkið sum í fjør. Tveir veteranar – Andras Gango og Jónhard Frederiksberg eru saman við Álvi F. Christiansen komnir aftrat. Hóast gongdin higartil hevur verið góð, so hava skálamenn mett, at tað er neyðug við styrki, og um vikuskiftið varð boðað frá, at svenski miðvallarin Rasmus Andersson fer at spæla við Skála tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum. Seytjanda umfarr 29. juni KÍ-Víkingur útsettur til 10. august NSÍ-EB/Streymur 1-8 (1-4) 0-1: Leif Niclasen 2. 0-2: Leif Niclasen 11. 1-2: Debes Danielsen 14. 1-3: Rógvi E. Nielsen 26. 1-4: Arnar Dam 28. 1-5: Ólavur F. Ejdesgaard 47. 1-6: Leif Niclasen 52. 1-7: Arnar Dam 90. 1-8: Leif Niclasen 91. 07 Vestur-B71 3-1 (1-1) 1-0: Martin Tausen 28. 1-1: Ibrahima Camara 39. 2-1: Gunleif Magnusarson 54. 3-1: Holgar Durhuus 85. AB-HB 0-0 FC Suðuroy-Giza Hoyvík 2-1 (0-1) 0-1: Jóhan R. Jacobsen 4. 1-1: Valerian Iobashvili 63. 2-1: Mamuka Toronjadze 85. Átjanda umfar 2. juli Víkingur-AB útsettur til 3. august HB-07 Vestur 3-2 (1-1) 0-1: Tóki á Lofti 17. 1-1: Adrian Justinussen 32. 1-2: Høgni E. Nielsen 48. 2-2: Adrian Justinussen 68. 3-2: Hjalti Djurhuus 90. Giza Hoyvík-KÍ 1-1 (0-1) 0-1: Teitur Fles 9. 1-1: Ahmed Keita 68. B71-NSÍ 2-6 (2-4) 0-1: Debes Danielsen 3. 0-2: Debes Danielsen 5. 0-3: Debes Danielsen 6. 0-4: Mórits H. Mortensen 11. 1-4: Ibrahima Camara 30. 2-4: Ibrahmia Camara br 32. 2-5: Hans M. Davidsen 58. 2-6: Jann Benjaminsen 90. FC Suðuroy-EB/ Streymur 0-0 Máltindurin: Leif Niclasen EB/Streymur . . . 21 Ahmed Keita Giza Hoyvík . . . . 17 Debes Danielsen NSÍ . . . . . . . . 14 Søren Nielsen 07 Vestur . . . . 12 1. Deild støðan NR. LIÐ DYSTIR VUNNI JAVNT TAPT + MÁL - MÁL +/- STIG 1 EB/Streymur 18 15 3 0 68 12 +56 48 2 07 Vestur 18 14 2 2 56 22 +34 44 3 NSÍ II 18 10 0 8 44 53 -9 30 4 FC Suðuroy 17 9 2 6 36 25 +11 29 5 Giza Hoyvík 18 9 1 8 39 30 +9 28 6 KÍ II 17 7 1 9 29 35 -6 22 7 HB II 18 6 3 9 38 45 -7 21 8 Víkingur II 16 5 1 10 24 34 -10 16 9 B71 17 1 4 12 21 62 -41 7 10 AB II 17 1 3 13 12 49 -37 6