Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Í annaðkvøld skal B36 spæla størsta dystin, sum er eftir hetta kappingarárið fyri árstalsfelagið. FM heitið verður torført at vinna fyri triðju ferð upp í slag, men finalan um Løgmanssteypið verður millum Víking og KÍ. Topp fýra er minsta krav, men skal kappingarárið í søguna sum eitt av teimum góðu, so skal B36 vinna samanlagt á maltesiska meistaraliðnum, Valletta. – Vit fara eftir stóra úrslitinum og vilja sleppa at spæla móti Reyðu Stjørnu, sigur Eyðun Klakstein. 22 mans klárir B36 hevur ein breiðan og góðan hóp, men sjálvt tvífaldu meistararnir hava verið sperdir í løtum í ár, tí spælarar hava verið skaddir. Fyri fyrstu ferð í ár røkist tó fyri, at B36 hevur allar 22 spælararnar í hópinum tøkar til ein dyst. – Status er, at eg havi 22 frískar mans, sum vilja byrja inni. Allir eru klárir og tað er fyrstu ferð í ár. Tað er ein positivur trupulleiki, sigur Eyðun Klakstein, og vísur millum annað á Champions League dystirnar í fjør móti New Saints úr Wales, tá B36 fleiri spælarar uttanfyri. – Vit eru í eini betri støðu í ár. Fleiri spælarar eru komnir aftur frá skaða, og Odmar Færø og Eli F. Nielsen eru komnir til í summar. Í mun til í fjør, so tola vit nógv betri at spæla fleiri dystir í Evropa í ár, sigur venjarin hjá B36. Lukasz Cieslewicz hevur meldað seg tøkan fra byrjan, meðan einsta undantakið er Tórður Thomsen, sum stríðist við gikt í løtuni. – Eg vænti ikki tað verða meiri enn ein ella tvær broytingar frá seinast. Tað er sannlíkt, at Lukasz Cieslewicz byrjar, sigur Eyðun Klakstein, ið letur av umstøðunum at fyrireika seg í til ein slíkan stórdyst. – Hetta er tað nærmast vit koma at spæla undir yrkisumstøðum. Vit hugsa bara um fótbólt í løtuni og hava eina viku at fyrireika okkum til hvønn dyst. Hugaligt sum venjari at arbeiða við, greiðir klaksvíkingurin í B36 frá. Ikki leypa fram av Valletta FC vann dystin á Malta 1-0. Málið kom í eini støðu, har B36 stóð nakað langt frammi á vøllinum, tá maltesar fóru í mótálop, eftir eitt B36 málspark. Boðskapurin undan returdystinum er, at B36 ikki skal leypa framav. – Tað er einki at ivast í, at vit fara á vøllin fyri at koma víðari, men fyrsti málsetningurin hjá okkum er, at vinna 1-0. So eru vit ájavnt. Byrja vit at hugsa um at vinna við fleiri málum, so er skjótt tað byrjar at ganga gali, greiðir Eyðun Klakstein frá. Í fyrra dystinum vísti maltesiska liðið, at teir eru stinnir í álopspartinum, har teir hava tríggjar skjótar mans og ein stóran áleypara. – Vit verða noyddir at huga um, at vit skulu verða skipaðir og fokuseraðir eins og har niðri. Teir skulu ikki skora, so vit verða noyddir at verja væl, men tá vit nú eru á heimavølli, í okkara klima og okkara vølli, so kunnu vit hava bóltin meiri og av tí saman skapa fleiri málmøguleikar, sigur venjarin hjá B36. Tað er óvist hvørjari ætlan Valletta FC kemur við. Skorað teir eitt mál, so skal B36 skjóta trý mál í vanligari leiktíð. – Vit eru klárir upp á, at teir møguliga vera meiri varnir enn á Malta, tí teir eru á odda. Men vit eru eisini til reiðar, um teir leypa á fyri at fáa avgerandi málið, sigur Eyðun Klakstein. Bróta teir niður Venjarin hjá B36 hevur sæð fleiri dystir hjá Valletta FC. Tí er uppleggið ikki komið av ongum, men hann sá eisini seinastu tjúgu minuttirnar, at mótstøðuliðið ikki orkar eins væl og føroyska liðið. – Hetta er Champions League og vit kunnu ikki leypa framav, men vit skulu arbeiða teir niður. Vit orkaðu betri enn teir seinastu 20 minuttirnar á Malta. Tá skapa vit líka nógv sum teir allan dystin. Fyrsta tíman skulu vit hava ferð á spælinum, flyta bóltin nógv og fara í allar tvídystirnar. So hava vit ein størri møguleika at koppa teimum móti endanum, sigur Eyðun Klakstein. Hann sigur, at tað serliga er maðurin við 27 talinum hjá teimum, Jonathan Bentiez úr Brasil, ið saman við tveimum argentinskum spælarum, ið B36 verjan skal halda eyga við. Gundadalur ein fyrimunur Dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali, í mun til á Tórsvølli í fjør. Tað er ein fyrimunur heldur venjarin. – Vit vilja helst spæla á ovara vølli. Tað er okkara heimavøllur og tað er Tórs­ vøllur ikki, sum er eitt sindur tyngir og størri at spæla á. Ovari vøllur er okkara heim, og hava fingið góð úrslit meðan eg havi verið venjari her, sigur venjari og leggur afturat: – Vit vilja spæla móti Reyðu Stjørnu. Eg havi verið har fyrr og tað er faktastiskt, sigur Eyðun Klak­stein, venjari hjá B36. Dysturin móti Valletta FC verður á ovara vølli í annað­ kvøld. trondur@sosialurin.fo CHAMPIONS LEAGUE: tað sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá B36, ið tapti fyrra dystin á Malta 1-0. B36 hevur allar 22 mans tøkar fyri fyrstu ferð í ár VIT FARA EFTIR STÓRA ÚRSLITINUM Upptakt Myndir: Álvur Haraldsen