Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað sigur André Olsen, ítróttarskrivari í Miðlahúsinum, ið var á fjeppparaøkinum í París, tá yvirgangsótti rakti tey nógvu túsund á økinum VIT RUNNU Tróndur Arge Eitt myrkt yvirgangsskýggj hevur sett sín dám á EM endaspælið í Fraklandi í summar. Óttin fyri yvirgangi hevur verið stórur í samband við fleiri fótbóltsdystir, eftir at yvirgangsmenn gjørdu um seg í París í november í fjør. Fleiri ávaring hava verið um, at ISIS og aðrir yvirgangsbólkar hava EM endaspælið sum mál. Leygarkvøldið vóru nakrir føroyskir fótbóltsáskoðarar mitt í rokanum, tá fjeppara­ økið í París varð rakt av yvir­ gangsótta. – Vit runnu fyri lívinum, men tíbetur varð talan um falskan alarm, sigur André Olsen, ið sjálvur er skakað­ur av hendingini. André á staðnum André Olsen, sum er ítróttar­ skrivari í Miðlahúsinum, er í Fraklandi til EM endaspælið, har hann og tríggir vinmenn fóru til dystin í gjár millum Frak­land og Ísland. Teir vóru staddir á fjepparaøkinum saman við fýra øðrum føroying­um, tá skak­andi hendingin fór fram. Altjóða miðlar fortelja frá fólki, sum lógu eftirá, tí eini tíggju túsund fólk brádliga vildu sleppa vekk í senn av ótta fyri yvirgangi. – Øll hildu at tað var yvirgangur, men tíbetur var talan um falskan alarm. Tað var fultkomliga svakligt, sum André Olsen málber seg. – Fólk bukkaðu seg niður meðan tey runnu, tí tey vóru bangin fyri skotum, for­ telur tofta­maðurin frá, sum sjálvur saman við hinum føroyingum nú væntaði, at hann var á staðnum til eina yvirgangsatsókn. – Vit stóðu mitt á økinum, og øll spurtaðu avstað. Vit fylgdu bara við og runnu fyri lívinum. Vit mistu hvønn annan vekk meðan øll runnu avstað, men fingu so samlað okkum saman stutt aftaná, sigur André Olsen, og leggur afturat: – Tá vit bukkaðu okkum og runnu avstað hugsaðu vit allir at nú hendir tað! Eg rystist um allan kroppin, tá vit steðgaðu at renna, sigur André Olsen, sum saman við hinum føroyingunum fóru beint heim á gistingarhúsið eftir hendingina. – Vit stúrdu í meira enn ein tíma fyri at tað var terror. Eisini tá vit vóru komnir út av økinum. Fóru beint heim aftaná, sigur André Olsen. Bardagi útloysti óttan Talan var ongantíð um yvir­ gang, men heldur um fólk, ið fóru farin til hendurs, tá vanliga leik­tíðin í fjórðings­ finlauni millum Italia og Týsk­land var farin. – Tað hendi beint tá vanliga leiktíðin fór. Øll hildu tað var yvirgangur, men tað var bardagi inni á økinum og kanónsløg, sum útloystu Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØROYINGAR TIL EM Í PARÍS André Olsen, Niklas Fríðrikur Joensen, Oddur Árnason Højgaard og Viljormur Davidsen fyri lívinum