Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 at fólk hildu tað vera yvir­ gang, Tað var tíbetur falsk­ur alarmur, men tað var rættu­ liga álvarsamt meðan tað hendi, sigur André Olsen. Góður stemningur hóast tap Ísland tapti fjórðings­final­ una móti Fraklandi heili 5-2. Longu í hálvleikinum var greitt, at íslandska ævintýrið er komið at enda fyri hesa ferð, tí Frakland var á odda 4-0. Hóast tað, so er ongin ivi um at avrikið hjá Íslandi í EM hevur sett sín dám á kappingina. – Fyrri hálvleikur oyði­ legði alt, sum hevði við spenn­ing at gera í dystin­ um. Stem­ning­urin var í topp allan dystin ígjøgnum. Eisini millum íslendingarnar, sjálvt um teir vóru aftan­fyri við fýra í hálvleik­inum, sigur André Olsen, ið var á Stade de France til dystin. Tað er ikki so óvæntað, at Frakland vann á Íslandi, men vónin var, at Ísland aftur kundi býta frá sær. – Um dystin kanst tú eisini siga, at hatta var tað, ið tú var bangin fyri, men vónaði ikki fór at henda, sigur ítróttar­skriv­arin í Miðla­húsinum. Íslendingar elska føroyingar Tað er nokk ongin ivi um, at føroyingar og íslendingar finna væl útav tí saman. Hetta hava teir fýra føroy­ ing­ar­nir av sonnum upplivað í París hesar dagarnar. – Ja, vit snakkaðu nevni­ liga um tað aftaná, at vit ikki væntaðu áðrenn, at tað var so ekstremt sum íslendingar elska føroyingar. Men tað gera teir, sigur André Olsen, ið leggur afturat, at næstan allir høvdu sæð sjón­banda­brotini av trapp­ uni í Havn, og teir bara snakk­aðu væl um Føroyar. – Um stemningin kann man siga at hann var í topp allan vegin ígjøgnum. Íslend­ ing­arnir møttust við Moulin Rouge tíðliga áðrenn dystin og har var lív í. Eisini undir dyst­inum hoyrdust teir væl, har serliga »klappini« fingu alt at kóka. Aftaná dystin tóktist tað sum um at eingin av teimum vildi av leik­ vøllinum. Teir sótu til síðsta mann, sigur André Olsen at enda. trondur@sosialurin.fo Eingin sum helst ivi um, at saknur verður í íslendingum, nú tríggir dystir eru eftir av EM-endaspælinum í Fraklandi, sum eru báðar hálvfinalurnar og finalan. Saman við Wales hevur Ísland gjørt hetta endaspælið ógloymandi, og so skal havast í huga, at walisararnir enn eru við í leikinum! Eftir fyrstu 12 minuttirnar í dystinum í gjár, har tað í veruleikanum sá sera gott út hjá Íslandi ímóti fronsku EM-vertunum, koppaði alt á høvdið og fronsku stjørnurnar vunnu seg framum heili 4-0 eftir fyrstu 45 minuttirnar. Olivier Giroud legði fyri við at skora til 1-0 í fyrstu royndini, og síðani skallaði Paul Pogba til 2-0 eftir horna, Demitri Payet økti til 3-0 við langskoti og Antoine Griezmann slapp leysur ímóti málinum og gjørdi tað til 4-0. Snøgt sagt klassamunur fyrstu trý korterini! Frægari eftir steðgin Ein tung støða hjá íslendingum, sum harvið høvdu eina tunga og langa mótbrekku í seinna hálvleiki. Teir fingu heldur ikki fraklendingar aftur, men royndu at fáa sum frægast burturúr, og tað eydnaðist teimum at fáa tvey mál í málríkasta dystinum hetta endaspælið, sum altso endaði 5-2 til Frakland. Stutt inn í seinna hálvleik toygdi Kollbeinn Sigþórsson seg fram og minkaði til 4-1, men bara tríggjar minuttir seinni var Giroud aftur á blettinum og skallaði til 5-1. Næstu løtuna hevði Ísland fleiri sera góðar atsóknir og bleiv snýtt fyri eitt brotsspark, men seks minuttir fyri tíð bragdaði aftur, tá Birkir Bjarnason gjørdi tað til 5-2. Samanumtikið ein sera hendingarríkur dystur, har Frakland tó vísti sína styrki og fult uppiborið kemur í hálvfinaluna ímóti Týsklandi. Íslendska ævintýrið er av á hesum sinni, men hvør veit, um ikki Wales er til reiðar at longja sítt ævintýr í hálvfinaluni við at vinna á Portugal og koma í finaluna. So hevði EM 2016 í øllum førum aldrin blivið gloymt! FARVÆL OG TAKK