Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76 Jóannes Hansen Í fagrastu líkindum og myndugari og pro­fessionell­ ari fyri­skipan gekk tað sum eftir ánni at av­greiða kappróðurin, sum leygar­ dagin var á jóansøku í Vági. Tíðir vóru ásettar, nær tað skuldi leggjast til startin, og tað riggaði so mikið væl, at tað varð bíðað eftir klokkuni, og áðrenn klokkan var fimm, var kappróðurin av! Um roknað verður út frá luttøkuni, so hevur kapp­ róðurin tað gott. Talan var um met nógvar manningar. Serliga í barna­róð­rin­um er lut­tøkan stór, og í barna­róðr­ in­um vóru nýgg­ir vinnarar í báðum kapp­ing­un­um. Í dreingjakappingini vann Havfrúgvin úr Vest­ manna fyri fyrstu ferð í ár. Hetta var triðja kappingin, og Havfrúgvin var triði vinnarin. Jallurin vann í Klaksvík, og á Skála­ fjørðinum vann Tekla. Í gentukappingini vann Pílur hjá Róðrarfelagnum Knørri. Kappingin um sigurin stóð bara millum tveir bátar. Annar var Fípan Fagra úr Klaksvík, sum vann bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum, og hin var Pílur, sum var nummar tvey bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum. Einki gull í høvuðsstaðin Heldur ikki á jóansøku var nakar bátur hjá teimum trim­um stóru róðrar­feløgun­ um í høvuðs­staðn­um millum vinnararnar í FM kappingun­ um. Nú róðrarárið er meiri enn hálvrunnið sigur støðu­ talvan, at tað eru vánir fyri, at eingin manning hjá Argja Róðrar­felag, Havnar Róðrar­ felag og Róðrar­felagnum Knørri fer at vinna FM. Fýra manningar hava vunnið allar fýra róðrarnar og hava tískil fulla úrtøku – 28 stig. Talan er um 5-manna­ farið Firvald av Tvøroyri við gentum, 6-mannafarið Rádna úr Fuglafirði við kvinnum, 6-manna­farið Smyril úr Vági við monnum og 10-manna­ farið Eysturoying. Hesar fýra manningarnar eru tískil stórfavorittar at vinna FM. Einasti bátur úr høvuðs­ staðnum, sum er í nánd av at vinna FM, er 5-manna­ farið Teistin við kvinnum. Henda manningin hjá Argja Róðrarfelag vann á norðoyastevnu, men síðani hava tær verið næstfremstar, meðan Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði hevur vunnið og harvið er favorittur at vinna FM. Um tað á ólavsøku endar við, at eingin manning úr høvuðsstaðnum vinnur FM, so verður tað heilt merkisvert og søguligt. Tað hevur verið kappast um FM eftir galdandi reglum síðani 1973. Síðani tá hava bátar úr høvuðsstaðnum verið millum FM vinnararnar á hvørjum ári. Eitt nú hava Havnar­ báturin, Ørvur, Argjabáturin, Jarnbardur, Gongurólvur, Sílið og Drekin vunnið heilt nógv. Sigursvanda 8-manna­ farið hjá Havnar Róðrar­ felag, Ørvur, luttekur ikki í ár, og eingin av hinum nevndu bátunum er við í FM kappingini í ár. Eysturoyingur basti Ormin Gongdin var heilt øðrvísi, enn hon hevur verið fyrr í ár, men tað endaði, sum tað plagar. Eysturoyingur var fyrstur um málið í kappingini millum 10-manna­førini, men sigurin var ikki so sannførandi, sum hinir hava verið, og tað gekk øðrvísi. Havnar­báturin, Drekin Reyði og Ormurin Langi løgdu seg beinanvegin framum Eystur­oying, og fyrra partin av teininum vóru tað teir tríggir, sum lógu stavn um stavn og stríddust um odda­ sessin. So fór Eysturoyingur at røra upp á seg, og áðrenn endaspurtin høvdu favo­ rittarnir lagt seg framum hinar bátarnar, og tað eydnaðist at halda tørn. Í kappingini um næst­ fremsta plássið varð Drekin Reyði taparin. Havnar­ báturin og Ormurin Langi tóku reyða bátin av Argjum. Serliga drúgvur var Ormurin Langi, sum vann silvur­ plássið. Teir hava skift tríggjar menn út á Orminum Langa, og tað tykist hava ávirkað rætta vegin, at super­veteranar­nir Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Hjálmar Hátún eru farnir umborð saman við Fríða Atlason. Gongdin og úrslitið leyg­ ar­dagin kundu bent á, at tað ikki er so sjálvsagt, sum tað higartil hevur sæð út til, at Eystur­oyingur fer at vinna FM við fullari úrtøku. Nevið í stórum stíli Tað var heilt merkisvert, tá ið 8-mannaførini kappaðust á Skála­fjørðinum. Ta ferð­ ina brotnaði árin hjá øðrum toftu­mannin­um um­borð á Nevinum Reyða, og ta ferð­ ina misti Nevið Reyða sig­ur­ in í síðsta takinum. Tá var tað Gullbrandur úr Fuglafirði, sum vann á Nevinum Reyða. Tí var spenningurin stór­ ur á Vágsfirði, hvussu tað fór at roynast hjá Nevinum Reyða, og hvussu árarnar hjá teimum vóru. Startspurturin vísti, at útgerðin riggaði, sum hon skuldi. Nevið Reyða og Gull­ brandur vóru beinan­vegin í tvíkapping um fremsta plássið. Nevið hevði hug at stinga stavnin fram­um, men munurin var ikki størri enn so, tá ið teir fóru undir enda­ spurtin, at tað væl kundi eydnast hjá Gullbrandi at taka sigurin, um spurturin lagaði seg soleiðis, sum hann gjørdi fyri tveimum vikum síðani.  Soleiðis varð tað tó ikki. Teir á Nevinum Reyða vístu seg at vera so nógv best fyri í endaspurtinum, tá ið Nevið svam frá Gullbarndi og vann við tí mesta av tveimum bátslongdum. Stóri spenningurin var um, um tað fór at eydnast Gull­brandi at halda tørn um næst­fremsta plássið. Knørrur bjóðaði rætt­iliga av, men tað eydnaðist akkurát ikki hjá havnarmonnum at taka fuglfirðingar. Smyril er suverenur Tað var upp til menninar um­borð á 6-manna­farinum Smyrli at syrgja fyri, at mann­fólkini í Suð­ur­oy vunnu nakran sigur á jóan­ søku. Hvessingur úr Hvalvík og Streymnesi sprakk avstað og var eina løtu fremstur. Í miðrórðinum lógu hesir báðir og togaðust borð um borð. Okkurt takið var Hvessingur undan og okkurt annað takið var Smyril undan. Í endaspurtinum var einki at rafla um. Tá ið tað restaðu hundrað metrar, vísti tað seg at líða væl betri eftir hjá vágbingum á Vágsfirði, og tá ið teir fóru um málið var Smyril eina bátslongd undan Hvessingi. SØGULIGA SOLTIÐ HJÁ HØVUÐS­ STAÐNUM 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR – Fyri fyrstu ferð síðani FM kappróðurin varð skipaður eftir galdandi leisti í 1973 letur tað til, at einki FM heiti fer at verða vunnið av feløgunum í høvuðsstaðnum JÓANSØKURÓÐUR