Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fípan átti besta spurtin Tað var dramatiskt, og tað var framúr spennandi, tá ið dreingirnir kappaðust í 5-mannaførum í dýrdarveðri á jóansøku. Fípan Fagra vann í heima­ sjógvi á norðoya­stevnu, Junkarin vann í Hval­vík, og Tjaldrið vann í heima­sjógvi á Skála­fjørðin­um. Leygardagin vóru tað Tjaldrið og Fípan Fagra, sum kappaðust um fremsta plássið, meðan Kollur úr Kolla­firði kappaðist við Junkaran úr Kvívík og Frúnna úr Miðvági um bronsu­plássið. Tjaldrið var fitta løtu skutin og kanska onkra løtu tað mesta av einari hálvari bátslongd undan Fípuni Føgru. Men í endaspurtinum rann Fípan Fagra, sum í síðstu tøkunum tók seg rongina framum Tjaldrið. Harvið er Fípan Fagra nú fremst í FM kappingini – tvey stig undan Tjaldrinum. Rádni er bestur av øllum Tað gekk akkurát soleiðis, sum tað hevur gjørt undan­ farnu tríggjar ferðirnar, tá ið kvinnurnar kappaðust í 6-mannaførum. Rádni úr Fuglafirði stakk seg beinan­ vegin framum, og so var tað endur­tøka av undanfarnu ferðunum. Sølmundur av Glyvrum spenti eftir teimum úr Fugla­ firði. Eina løtu var munurin ein hálv bátslongd, men so dragnaði meiri enn tað, so var leyst ímillum tveir teir fremstu bátarnar, og tá ið bátarnir fóru um málið var fjarstøðan millum tveir teir fremstu meiri enn seks sekund, sum svarar til meiri enn tvær bátslongdir. Páll Fangi vann bronsu­ plássið. Tær úr Klaksvík vóru níggju sekund aftanfyri Søl­mund og knappliga seks sekund frammanfyri Jarn­ bard. Erla verður ikki tikin Raskastu kapp­róðrar­ kvinnur­nar av øllum eru tær í Fugla­firði. Rádni vann kapping­ina millum 6-manna­ førini, og Erla Kongsdóttir vann kappingina millum 5-manna­førini. Teistin av Argjum sprakk avstað, Teistin var fremstur eina løtu, so stóð stavn um stavn, men tøkini hjá Erlu Kongsdóttir kendust muna betri, og í sjálvum enda­ spurtinum var yvirhøvur eingin ivi. Erla Kongsdóttir fleyg frá avbjóðaranum, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd. Firvaldur fyri seg sjálvan Fyri fjórða ferð av fýra vann Firvaldur kappingina millum 5-mannafør við gentum. Harvið hevur gentubáturin av Tvøroyri fult stigatal, og tað skal nógv ganga øðrvísi í teimum trimum róðrunum, sum eru eftir í hesum róðrarárinum, um Firvaldur ikki fer at endurtaka FM heitið. Undan jóansøku var ikki sørt av spenningi um júst henda róðurin. Tað komst av, at tað var sera tætt á Skálafjørðinum, tá ið Firvaldur bara var eitt knapt hálvt sekund undan Falki. Men leygardagin var als eingin ivi. Í góðveðrinum á Vágsfirði fleyg Firvaldur avstað. Tað var skjótt, at fjarstøðan til teir bátarnar, sum royndu av bjóða av, var meiri enn ein bátslongd, og á málinum vóru meiri enn tvær bátslongdir aftur til Drekan, sum leygardagin tók næstfremsta plássið frá Báruni og Falkinum, sum endaði á fjórða plássi. joannes@sosialurin.fo 5-mannafør gentur 1 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 36. 12 2 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 42. 09 3 Báran . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 48. 12 4 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 53. 09 5 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . 05. 55. 17 6 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 59. 11 7 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06. 01. 09 8 Royndin Fríða . . . . . . . . . . . 06. 02. 10 9 Pílur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06. 02. 12 10 Kollur . . . . . . . . . . . . . . . . . 06. 05. 05 11 Hulda . . . . . . . . . . . . . . . . . 06. 07. 09 Støðan 1 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28 2 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 22 3 Báran . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 4 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 5 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13 5-mannafør dreingir 1 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . 05. 17. 12 2 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 17. 21 Myndir: Álvur Haraldsen KAPPRÓÐUR 3 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 23. 06 4 Junkarin . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 23. 13 5 Kollur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 24. 04 6 Beinta . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 30. 16 7 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 31. 12 8 Jallurin . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 37. 13 9 Ritan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 43. 06 Støðan 1 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25 2 Tjaldrið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 23 3 Junkarin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 4 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 5-mannafør kvinnur 1 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . 05. 39. 23 2 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 43. 03 3 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . 05. 49. 00 4 Tekla . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 52. 21 5 Blikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 06. 11. 17 6 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . 06. 14. 10 Støðan 1 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . . . . . . . 27 2 Teistin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25 3 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 4 Tekla . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14 5 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 11 6-mannafør kvinnur 1 Rádni . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 17. 02 2 Sølmundur . . . . . . . . . . . . . . 05. 23. 08 3 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . 05. 32. 10 4 Jarnbardur . . . . . . . . . . . . . . 05. 38. 01 5 Fortuna . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 40. 11 6 Skúgvur . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 44. 18 Støðan 1 Rádni . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28 2 Sømundur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24 3 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18 4 Fortuna . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 6-mannafør menn 1 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 01. 11 2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . 05. 03. 13 3 Fortuna . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 13. 23 4 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . 05. 20. 19 5 Strálan . . . . . . . . . . . . . . . . . 05. 30. 13 Støðan 1 Smyril . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 28 2 Hvessingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24 3 Fortuna . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 17 4 Gongurólvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15 5 Páll Fangi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10 8-mannafør 1 Nevið Reyða . . . . . . . . . . . . 04. 50. 01 2 Gullbrandur . . . . . . . . . . . . . 04. 54. 05 3 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . 04. 54. 15 4 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . 04. 59. 02 5 Tofta Regin . . . . . . . . . . . . . 05. 35. 16 Støðan 1 Nevið Reyða . . . . . . . . . . . . . . . . . 26 2 Gullbrandur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 25 3 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 21 4 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . 16 5 Miðvingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6 10-mannafør 1 Eysturoyingur . . . . . . . . . . . 04. 44. 20 2 Ormurin Langi . . . . . . . . . . . 04. 45. 24 3 Havnarbáturin . . . . . . . . . . . 04. 46. 02 4 Drekin Reyði . . . . . . . . . . . . 04. 47. 22 5 Suðuroyingur . . . . . . . . . . . . 04. 54. 19 Støðan 1 Eysturoyingur . . . . . . . . . . . . . . . . 28 2 Havnarbáturin . . . . . . . . . . . . . . . . 21 3 Drekin Reyði . . . . . . . . . . . . . . . . . 20 4 Ormurin Langi . . . . . . . . . . . . . . . . 19 Barnaróður dreingir 1 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . 02. 47. 06 2 Títtlingur . . . . . . . . . . . . . . . 02. 48. 22 3 Jallurin . . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 49. 04 4 Royndin Fríða . . . . . . . . . . . 02. 50. 09 5 Firvaldur . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 52. 01 6 Tekla . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 53. 20 7 Drekin . . . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 56. 22 8 Ternan . . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 57. 02 9 Ørnin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 58. 21 10 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 59. 05 11 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . 03. 05. 07 12 Silja Barnaróður gentur 1 Pílur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 52. 13 2 Fípan Fagra . . . . . . . . . . . . . 02. 52. 14 3 Sílið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 56. 20 4 Frúgvin . . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 59. 03 5 Strípan . . . . . . . . . . . . . . . . . 02. 59. 04 6 Falkur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03. 01. 01 7 Havfrúgvin . . . . . . . . . . . . . . 03. 01. 15 8 Royndin Fríða . . . . . . . . . . . 03. 01. 21 9 Kollur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03. 08. 01 10 Erla Kongsdóttir . . . . . . . . 03. 20. 24 11. Kollur  . . . . . . . . . . . . . . . . 03:06:03 12. Ørnin  . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:10:10 13. Silja  . . . . . . . . . . . . . . . . . . 03:11:14