mánadagur 4. juli 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Torkil og til lukku
við landsliðsúttøkuni til
danska súkklulandsliðið.
Hvat er eitt súkklu
landslið?
Takk fyri tað. Til Post Nord
Danmark (PND), er landsliðið eitt
lið, har bestu súkklarar í danska
kongaríkinum, sum ikki longu
eru við í PND rundt gjøgnum
teirra egna lið, eru úttiknir. Tað
eru nakrir, sum takka nei, um
tað ikki passar inn í kalendaran
hjá teimum. Eitt nú Christopher
Juul-Jensen, sum ikki fekk tað
passa inn millum Tour de France
og OL. Hetta er tað stórsta, ið vit
»A-súkklarar« kunna røkka uttan
at súkkla á fulltíðar liðnum.
Hvussu broytir hetta
títt súkkluár og hvat
skal tú súkkla til nú?
Hetta broytir eitt sindur. Vanliga
hava vit summarferiu nú og byrja
aftur við kappingum í August. Um
eg ikki skuldi til PND, hevði eg
hvat ein steðg nú, men nú má eg
venja eitt sindur harðari, enn eg
annars hevði gjørt, umframt at eg
ikki fái verið við til Kring Føroyar.
Tað eri eg ómetaliga keddur av,
tí tað er ein kapping, sum hevur
nógv at siga fyri meg.
Tú hevur ordiliga gjørt
um teg í Danmark, hvat er
orsøkin til góðu gongdina?
Fyrst og fremst er tað takka
mínum stuðlum úr Føroyum. Teir
hava verið við til, at eg havi kunna
havt eina optimala fyrireiking
til hetta kappingarárið. Eisini
stuðulin frá bak-landinum hevur
verið sera týdningarmikil.
Hvussu langt røkka
dreymarnir nú?
Eg havi sum so ikki sett mær
nakran serligan dreym, um hvat
eg skal røkka. Eg fokuseri upp á, at
gera tað so gott í tí støðuni eg eri
í beint nú. Úrslitini eg havi gjørt í
seinastuni hava vakt ans, men um
eg skal halda fram at menna meg,
so mugu umstøðurnar loyva tí.
Tour de France byrjaði
um vikuskiftið, hvussu
væl fylgir tú við og hvør
væntar tú vinnur?
Eg havi fylgt eitt sindur við, men
minni enn eg vanligt. Eg havi
verið sera upptikin av venjing og
at fyrireika framløgu av mínum
spesiali. Eg ætli mær at síggja
nakrar etapur og vóni at Nairo
Quintana vinnur.
Vikan ið fór
Íslendska ævintýrið í EM
endar í fjórðingsfinaluni, har
grannar okkara tapa 5-2
fyri Fraklandi, sum saman
við Týsklandi, Portugal og
Wales eru í hálvfinalunum.
Anders Gerber og NSÍ leingja
samstarvið, so danskarin
eisini verður venjari í
felagnum komandi ár, har
hann eisini skal skipa ein part
av ungdómsfótbóltinum.
Føroyska U18 gentulandsliðið
í fótbólti vinnur
menningarkapping, har tær vinna
á Litava, Lettlandi og Estland.
Eysturoyingur vinnur
10-mannaførini á jóansøku,
sum er í Vági í ár.
B36 tapur 1-0 fyri
Valetta í fyrra undan
undankappingardystinum í
Champions League, sum er í
hitanum á Malta. HB spælir
javnt í Europa League, meðan
NSÍ og Víkingur tapa 2-0.
Torkil Veyhe verður úttikin til
danska landsliðið í súkkling
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Trappan í Vágsbotni hevur fingið
sítt heilt serliga lív, eftir nógvu
umtaluna og bíðitíðina, so bleiv
hon endaliga vígd fyrr í summar.
Úr vindeyganum í Miðlahúsinum
sæst eisini hvussu fólk flokkast á
trappuni og hugna sær.
Bláa Bylgjan gjørdi eisini bart
og fór á trappuna at fegnast um
sigurin á B36 fyri summarsteðgin.
Eitt tiltak, ið hevur eydnast
væl higartil er EM fótbóltur á
stórskýggja. Fólk sita á trappuni,
meðan ein stórskermur er settur
upp á vegnum. Hetta hevur fingið
nógv fólk út at hyggja eftir EM.
Serliga til dystirnar hjá Íslandi
hevur nógv fólk verið. Møguleiki
er at keypa at eta og drekka í nær
umhvørvinum
Stuttligast
og
mest
hug
vekjandi er at síggja, hvussu nógv
fólk velja at sita úti á trappuni og
hyggja, heldur enn heima í sofuni.
Hetta er líka so nógv eitt sosialt
tiltak fyri tey, ið hava hug at møta
øðrum fólki. Til tað er trappan og
Vágsbotnur eitt framúr umhvørvi
til tað.
Tiltakið í sær sjálvum er ein
falt. Stórskermur og bilforboð.
Einki tjald ella hitalampur, men
tað hevur ikki ávirkað upp
møtingina. Fólk elska festival
mentana, har tú letur teg í til
veðrið – eisini tá tað regnar eitt
sindur.
Sjáldan
munnu
føroyskir
áskoðarar
hava
fegnast
so
hjartaliga, sum tá Ísland vann á
Onglandi. Tey, ið vóru á trappuni,
gloyma nokk ongantíð dystin og
upplivingina
FAR UM: Tú tímur festivalar og
vera millum fólk, og ikki leggur so
nógv í verður og vind
IKKI FARA UM: Tú væntar at
fáa alt á skeminum við og ikki vil
órógvast av nøkrum
HVUSSU ER: Tað er hugnaligt og
sum um hiti er í trappuni
HVAT SIGUR TÚ? Hetta er so
avgjørt vert at royna um tað
liggur fyri
trondur@sosialurin.fo
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
★★★★★★
Hóast hann er komin nakað upp í árini,
so er Zlatan Ibrahimovic sterkur
Gary Lineker, fyrrverandi enskur landsliðsframherji
og núverandi BBC sjónvarpsverturin, á Twitter.
– Zlatan Ibrahimovic hevur sett nýtt met í
styrkiroyndunum hjá Manchester United
– Au revoir, Ísland. Tit hava verið framúr
og lagt so nógv eftir tykkum í hesum
endaspælinum. Væl spælt, Ísland.
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Torkil Veyhe
Aldur: 26
Ítróttur: Súkkling (Team
WeBike-CK Aarhus)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1
Hvør vann EM í 1988?
2 Týskland og Vesturtýskland hevur vunnið EM tríggjar
ferðir, nær?
3 Danmark vann EM finaluna á Týsklandi í 1992 2-0.
Hvør skoraði?
4 Hvør skoraði avgerandi málið, tá Grikkaland vann 1-0 á
Portugal í EM finaluni í 2004?
5 Hvør skoraði gylta málið fyri Frakland í EM finaluni í
2000?
6 Nær var EM á fyrsta sinni?
7 Hvør er einasti spælari at skjóta mál í fýra EM
endaspølum?
8 Hvør er spælarin á myndini?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
Quizzin, svar: 11: 1988 2: 1972, 1980 og 1996
3: John ”Faxe” Jensen og Kim Vilfort
4: Angelos Charisteas 5: David Trezeguet
6: 1960 (Sovjet vann) 7: Cristiano Ronaldo 2004,
2008, 2012, 2016) 8: Aron Gunnarsson
Á trappuni til fótbóltsdyst
ÍTRÓTTAR UMMÆLI