mánadagur 4. juli 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 4. juli 2016 · Nr. 76
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Tey allarflestu munnu hava tað soleiðis,
at tey onkrastaðni hava eitt bleytt punkt,
tá tað kemur til teirra, eingin væntar
sær nakað av. Øll kenna søguna um
Dávid ímóti Goliat, har lítli drongurin
fekk koppað risanum. Og er tað nakað,
ið av álvara kann vekja ein áhuga, tú
frammanundan ikki hevði, so er tað, tá
onkur “underdog” ger ein vørr og fær eitt
úrslit, fáur ella eingin hevði roknað við.
At síggja onkran stríðast við hjartanum
uttan á bringuni, elska vit øll!
Soleiðis hevur tað eisini verið í hesum
EM-endaspælinum í fótbólti, sum í
veruleikanum hevur havt tvær slíkar
søgur koyrandi í senn, tí bæði Ísland og
Wales hava megnað so nógv meira, enn
nakar hevði roknað við. Bara tað, at Ísland
megnaði at spæla seg til endaspælið við
millum annað at vinna bæði úti og heima
á Hollandi, fyri síðani at vera fyrsta liðið
úr bólkinum, sum fekk atgongumerki til
EM, er í sjálvum sær ein ivaleysa stór og
stuttlig søga, ið okkum øllum dámar.
Men tað, sum síðani er hent í Fraklandi,
har Ísland ikki tapti ein dyst fyrr enn í
fjórðingsfinaluni ímóti fronsku vertunum,
sum við sínum heimsstjørnum teljast
millum avgjørdu favorittarnar at vinna
EM hesaferð, er ein sonn sólskinssøga. Alt
Europa – og óivað meira við – kennir nú
til Ísland og veit, at her er talan um eitt
fólk og eina tjóð, ið er gjørd úr serligum
tilfari. Ikki minst hevur tað verið stuttligt,
at føroyingar hava verið so ídnir at stuðla
Íslandi og hildið við grannum okkara fyri
vestan!
Nú endaði so helvtin av hesum
serliga EM-ævintýrinum, tí íslendingar í
gjárkvøldið ikki rukku longur. Men meðan
vit framvegis fagna teimum og teir kunnu
gleða seg til at koma heimaftur til Íslands,
kunnu vit, sum liggja mitt ímillum, halda
fram við hinari helvtini av ævintýrinum,
tí enn hava vit Wales við í kappingini.
Eisini her er talan um eina lítla tjóð, eingin
hevði væntað sær nakað av, men sum
veruliga hevur víst, at tað ber til at røkka
langt.
Ímóti Ronaldo og hinum “diddunum”
hjá Portugal hevur Wales óivað eisini ein
veruligan møguleika at vinna seg heilt
í finaluna, tí portugisar hava enn ikki
vunnið ein erligan dyst í allari kappingini,
men hava klárað seg við javnleikum,
longdari leiktíð og brotssparkskapping.
Hinvegin hevur Wales vunnið fimm
dystir og tapt ein, so vit kunnu hava eina
veruliga vón um, at tað enn kann ganga
rætta vegin hjá grannum okkara fyri
sunnan, nú grannar okkara fyri vestan
eru úti.
Pob lwc, Cymru!
Frá Íslandi
til Wales
KLUMMAN
Hilmar Jan sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Viljormur Davidsen hevur
avgjørt at leingja sáttmálan
við Vejle, sum spælir í næst
bestu deildini í Danmark.
Hóast liðið enn manglar
bæði spælarar og venjara,
so hava nýggi eigarin og
ítróttarstjórin
sannført
vinstra bakkin á landsliðnum
um, at Vejle er rætta staðið.
Tað sjálvt um onnur feløg
vóru eftir honum.
Viljormur Davidsen og
familjan eru økt í talið, og
talan er um ein nýggjan
kapitul, tí nú er hann ein
av
leiðandi
spælarunum
í felagnum, men hann og
familjan halda fram at búgva
og spæla í Vejle.
Ikki sæð fyrr í
donskum fótbólti
Viljormur Davidsen skifti
til Vejle í 2013. Eitt felag,
sum hevur verið rakt av
fíggjarligum
trupulleikum
og órógvi ta tíðina. Nýggjur
eigari er Andrew Zolotko, og
saman við ítróttarstjóranum,
Steen
Thychosen,
hava
teir
sannført
føroyska
landsliðsspælaran at halda
fram.
– Eg fekk eitt gott prát,
har
teir
fortaldu
hvat
fyri planir teir høvdu við
mær. Tað helt eg vera so
spennandi, at eg gjarna vildi
verða ein partur av tí, sigur
Viljormur Davidsen, sum
hevði tilboð aðrastaðni frá.
Leiðslan í felagnum hevur
fortalt føroyska landsliðs
spælaranum, at felagið skal
byggjast upp á ein nýggjan
hátt, sum ikki er sæð áður í
donskum fótbólti. Tað sær
hann sum eina spennandi
avbjóðing, heldur enn nakað
at ræðast.
– Tað er ein stór útskifting
í hópinum, men eg eri tann
einasti, sum vanliga spælur
fast, ið fekk forlongt. Tað
eri eg stoltur av, og spentur
uppá tvey tey komandi árini.
Tað hevur ikki rædd meg,
sigur Viljormur Davidsen.
– Eg hevði nøkur onnur
tilboð frá donskum og út
lendskum feløgunum, men
eg sá meg best í Vejle. Vit
sum familja trívast gott í
Vejle, sigur vinstri bakkurin,
ið bleiv pápi aftur í vikuni.
– Hendan vikan kundi ikki
verið betri. Eg og sonurin eru
so stoltir av mammuni, og
forelskaðir í litlu prinsessuni,
fortelur Viljormur Davidsen
brosandi.
Óvist hvat málið er
Orsaka av støðuni uttan
spælarar
og
venjara,
er
torført at seta eitt mál fyri
komandi kappingarár.
– Málið er sjálvandi at
vera í toppinum, men tá vit
ikki hava fingið nýggjan
venjara, og allar spælararnar
upp á pláss, so er ringt at siga
hvat málið er beint nú, sigur
Viljormur Davidsen.
Vejle
endaði
á
fimta
plássi í næst bestu deildini í
Danmark.
trondur@sosialurin.fo
Viljormur Davidsen hevur gjørt nýggjan tvey ára sátmála
við Velje og bleiv aftur pápi í farnu viku. Ein stór vika, sum
leggur upp til ein nýggjan kapitul, men í somu bólk
FANTASTISK VIKA
FYRI VILJORM