mánadagur 4. juli 2016síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 27 • 4. JULI 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vestanstevna
Vilmund Jacobsen
T
að verður borgarstjórin í Sørvágs
kommunu, Sune Jacobsen, sum
fríggjakvøldið klokkan 20 fer
at seta vestanstevnu, og Sørvágs
Tónleikarfelag fer at spæla.
Hálvan
tíma
fyri
setanina,
verður skrúðgonga við hestum og
ítróttarfólki, og her verður gingið
í ítróttarklæðum, sum tað eitur
í skránni, frá Libanon og oman á
stevnuøkið, har hátíðarløtan verður.
Sune Jacobsen var blaðungur, tá
hann fyrstu ferð helt røðu á vestan
stevnu.
Tað eru umleið 40 ár síðan, at hann
fyrstu ferð varð valdur í bygdaráðið í
Sørvágs kommunu, og hesi 40 árini
hevur hann sitið í bygdaráðnum í
umleið 20 ár.
Sune hevur eisini verið virkin
í landspolitikki, og í kreppuni í
nítiárunum var hann eitt skifti
formaður í løgtingsins fíggjarnevnd.
Byrjaði sum vágastevna
Vestanstevna, sum vit kenna hana í
dag, byrjaði í 1945 sum vágastevna,
sum árini eftir skifti millum bygdirnar
í Vágum.
Á hesi fyrstu stevnuni varð rógvið
kapp á Sørvágsvatni, tó at tað ikki var
tann kappróður í vavi, sum er í dag.
Í 1952 kom Vestmanna upp
í skiftið um stevnuna, og tá fekk
stevnan navnið, vestanstevna.
Síðan Vestmanna nøkur ár herfyri
gjørdist partur av fjarðastevnu í skifti
millum Skála, Strendur og Vestmanna,
koyrir vestanstevna nú í skifti millum
tær tríggjar stóru bygdirnar í Vágum.
Alskur til Sørvág
Sune Jacobsen sigur, at tá hann setir
sær sjálvum spurningin, hvat hann
sum miðalaldrandi maður mest
gleðir seg til á vestanstevnu, so er
tað serliga at hitta gamlar vinir og
kenningar, ið leita aftur til bygdar við
hetta høvið.
– Eg minnist serliga eina røðu,
sum Petur Kruse, sáli, sum tá var
borgarstjóri í Sørvágs kommunu, helt
á vestanstevnu. Hetta hevur helst
verið einaferð miðskeiðis í nítiárunum.
Peturi Kruse nam í røðu síni við
kærleikan til staðið - kærleikan til
Sørvág. Hann tosaði um sørvingar,
sum høvdu sínar røtur í bygdini, men
sum høvdu búsett seg aðrastaðni og
leitaðu vestur aftur til sínar røtur á
vestanstevnu. Petur nevndi eisini,
hvussu gott tað var at fáa respons
- ella afturmeldingar - frá fólki, sum
síggja bygdina í einum øðrum ljósi enn
tey fólk, sum dagliga liva og búleikast
her. Gløgt er gestsins eyga, sum vit
plaga at siga, og tað er eisini gott at
fáa at vita, hvat onnur halda um tað,
sum verður gjørt. Her kundi tú fáa at
vita, hvat útisetar meta er gott, og
hvat kanska er minni gott í bygdini.
Sune Jacobsen vísir á, at hann
serliga minnist boðskapin hjá Peturi
Kruse um skylduna, sum øll hava, at
verja og varðveita tað góða umhvørvi,
sum bygdin eigur.
Føroyar úr erva
Sune Jacobsen minnist sum smá
drongur tíðliga í sekstiárunum eina
vestanstevnu, har Iceland Air kom
til Føroyar at flúgva við fólki, sum
soleiðis sluppu at síggja Føroyar úr
erva.
– Hetta var meira forkunnugt og
óvanligt, enn tað er í dag, og ivaleyst
festi túrurin seg í minnið hjá mongum.
Sum smádrongur var eg ikki við í
flogfarinum, men eg minnist, hvussu
stórt fólk hildu hetta vera.
Soleiðis, sum núverandi borgar
stjórin heldur seg minnast, gjørdi
Iceland Air nakrar túrar við fólki á
hesi stevnuni, og hann heldur, at
hesin møguleiki eisini var ein partur
av skránni fyri stevnuna.
Kappróðurin á føtur
Sune Jacobsen ásannar, at lítið og
einki lív er á kappróðrarøkinum í
Sørvági í løtuni, tó at sørvingar eiga
eitt frálíkt kappróðrarneyst.
– Tað eru nøkur ár síðan, at
okkara bátar vóru aktivir í kappróðri
seinast, men tað vóru ár, tá eitt nú
5-mannafarið Dúgvan gjørdi um seg.
Bátar, sum áður hava verið mannaðir
í Sørvági, eru sum nevnt Dúgvan,
6-mannafarið Norðistovudánjal og
8-mannafarið, Sørvingur.
Sjálvur eigur Sune Jacobsen ein
abbason, sum býr og rør í Miðvági, og
hann vónar, at kappróðurin í Sørvági
fer at reisa seg aftur, áðrenn langt
um líður.
– Eg vóni, at onkur fer at taka sær
av barnaróði í Sørvági, sum eg trúgvi
kundi verið við til at fingið róðurin
á føtur aftur, sigur borgarstjórin í
Sørvágs kommunu, sum bjóðar øllum
vælkomnum á vestanstevnu.
– Tá eg seti mær spurningin, hvat eg gleði meg mest til á vestanstevnu, so er tað at hitta gamlar vinir og
kenningar, ið leita aftur til bygdar við hetta høvið, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen
– Gløgt er gestsins eyga, og tað er altíð hugaligt at fáa afturmeldingar frá fólki, sum hava sínar røtur í bygdini, sigur Sune Jacobsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Tað verður Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu,
sum fríggjakvøldið klokkan 20 fer at seta vestanstevnu
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vitja aftur á
gamlar gøtur