mánadagur 4. juli 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 27 • 4. JULI 2016
11
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Vestanstevna
Vitja Café Fjørðoy
á Vestanstevnu
Fríggja- og leygarkvøld
frá kl. 18-22 verður
sjálvtøkuborð við
forrætti, 4 ymiskum
sløgum av kjøti, eplum,
blandað salat og sós
225,-
Sunnudagin frá
kl. 10-14 verður brunch
við egg, bacon, pyslur,
terta, salat, ymisk sløg
av osti og páleggi,
pannukøkur, frukt,
jogurt, juice, kaffi/te
150,-
Upplatingartíðir:
Fríggjadag 8. juli 12.00-22.00
Leygardag 9. juli 12.00-22.00
Sunnudag 10. juli 10.00-16.00
BÍLEGG PLÁSS Á TLF. 232100
Grafix 504251
Hæddarpunktið er kappróðurin
Tað verða Jens Marni Hansen og Kim Hansen, sum fara at spæla til dans í Sørvági leygarkvøldið
Vilmund Jacobsen
L
eygardagurin er hin stóri dagurin á vestan
stevnu við eini rúgvu av ymiskum tiltøkum
á skránni.
Dagurin byrjar stundisliga klokkan 9 við
barna-og ungdómsfótbólti á Dungasandi, og
tá verður eisini beachvolley á sandinum, sum er
nýtt í skránni hesaferð.
Klokkan 11 verður vestanstevnu-renning, har
Frælsi skipar fyri rennikapping fyri børnum og
vaksnum, sí www.fif.fo
Um middagsleitið lata kafé’ir og Hotel Vágar
upp, og seinnapartin lata tivoli og matsølur upp,
eins og biografvognurin eisini verður opin frá
klokkan 14.
Klokkan 13 verður barnakappróður, og
klokkan 15 byrjar FM-róðurin, sum er hæddar
punktið á vestanstevnu.
Sum seinnaparturin gongur, verður fram
vísing, har Atiantic Airways við nýggju tyrluni og
bjargingarbáturin Sverri fara at gera bjargingar
roynd úti á vágni.
Stórdansur á skrá
Á skránni seinnapartin og um kvøldið verða
listaframsýningar, fótbóltur, ponyríðing og
annað.
Klokkan 20 verður útikonsert á stevnuøkinum,
og klokkan 23 verður felagssangur.
Klokkan 23.30 leygarkvøldið verður mid
náttarrøða, og tað verður Aksel V. Johannesen,
løgmaður, sum fer at røða. Eftir midnáttarrøðuna
verður fýverk.
Leygarkvøldið fara Jens Marni Hansen og Kim
Hansen at spæla til dans í Klondyke í Biohøllini
í Sørvági, og hetta verður uttan iva eitt brak av
einum dansitiltaki, sum fer at vara til langt út
á náttina.
Sunnudagurin
Sunnudagin 10. juli halda fleiri av tiltøkunum,
framsýningar, matstøð, tivoli og annað fram,
og klokkan 11 verður útvarpsgudstænasta í
Sørvágs kirkju við Ingu Poulsen Dam, presti.
Klokkan 16 sunnudagin verður skemt á
Dungasandi millum býlingar, og her fer Michael
Gram at skipa fyri.