mánadagur 4. juli 2016síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 27 • 4. JULI 2016
13
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Í ár er Føroya Regatta skipað saman við stevnuni
Norðurlendsk Strandamentan.
Fyrstu ferð skipað varð fyri Føroya regatta
við gomlu træseglskipum og bátum var í 2010.
Sostatt er hetta sætta árið, at vit sigla Føroya
Regatta, og skipini hava siglt runt um oyggjarnar
og vitja flestu av teimum størru bygdunum í
Føroyum.
Í fjør vitjaði Føroya Regatta á Eiði og
Sørvági. Siglt varð norðan fyri Føroyar, veðrið
var gott, nógv ferðafólk vóru við, og tað var ein
stórsligin sjón at síggja fuglabjørg og drangar í
góðveðrinum.
Bæði á Eiði og í Sørvági varð skipað fyri
tiltøkum á bryggjuni og eydnaðist tað sera væl.
Fyrstu fer skipað varð fyri stevnuni
Norðurlendsk Strandamentan, var í Húsavík
á norðurlandinum í Íslandi í 2011. Tá luttóku
m.a. sluppin Johanna og skúlaskipið Dragin og
eisini varð skipað fyri føroyskari framsýning og
føroyskum dansi.
Tað er skilligt, at tá tað kemur til norður
lendska strandamentan, so hava vit nógv til
felags við hini norðurlondini – og tað er júst tað,
sum stevnan skal sýna.
Í 2012 var stevnan í Ebeltoft í Danmark,
2013 í Landskrona í Svøríki, 2014 í Oslo í Noreg,
2015 í Mariehamn á Álandsoyggjunum og so í ár
fyri fyrstu fer í Føroyum.
Fyri børnum verður skipað fyri skattajakt
umborð á skipunum, so spennandi verður, hvør
finnur skattakistuna.
Frá kl. 19-21 verður »opið skip«. Á dekkinum
á sluppunum verður høvi at síggja menn í
gomlum sjóklæðum og greiða frá og sýna fram
gomul tól og fiskireiðskap frá slupptíðini. Eisini
kunnu bæði børn og vaksin heysa okkurt segli
upp.
Umborð á skúlaskipinum »Dragin« kunnu fólk
síggja tól og amboð og síggja, hvussu Dragin
verður nýttur sum skúlaskip fyri næmingum í
fólkaskúlanum.
Eisini skal manningin á Draganum mynstra,
har menn eru ílatnir í gomlum skipsbúna.
Aftur í ár hava fólk møguleikan at sigla við
einum av træseglskipunum í Nólsoyarfirði og
ella úr Tórshavn til Vágs. Ferðaseðlar kunnu
keypast á kunningarstovunum kring landið ella
umborð.
Vit vilja ynskja øllum eina góða og áhugaverda
regatta og norðurlendska strandastevnu.
– í Tórshavn 7. juli og í Vági 8. – 10. juli
Vælkomin á Føroya
Regatta og á Norður
lendsku Stranda
mentanarstevnu 2016
TEMA