Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 27 • 4. JULI 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Føroya Regatta 2016 Heðin Mortensen, Borgarstjóri T ær inntøkur og tað virksemi, tær hava havt við sær, hevur lagt lunnar undir fleiri av stóru fyritøkunum vit enn hava. Hyggja vit at gomlum myndum av til dømis Trongisvágsfirði, Fuglafirði, Klaksvíkini, Vest­manna, Vágsfirði, Miðvági ella Havnini, so lá mangan tætt av skipum við kei, á redini ella úti á fjørðinum. Og hóast tey ikki vóru so mong í mun til í útlondum, so vóru tey sera mong í mun til fólkatalið. Tað er ein stór løta í Havn, hvørja ferð vágin fyllist við seglskipum, seglbátum og árabátum. Tað var á Vestaruvág, at sluppirnar lógu fyri akkeri um veturin. Tað varð lossað og landað, tað angaði av fiski og tjøru, her var eitt yðjandi lív. Eftir vetur kom vár og sluppirnar skuldu gerast út til vártúrin undir Íslandi. Tá vaknaði býurin og alt landið aftur til nýtt lív. Her við vánna lógu pakkhúsini tøtt, tað fínasta av teimum, Múllers Pakkhús, varð bygt miðskeiðis í 1890’unum. Her varð handlað við salti, her kom innflutningurin av spennandi vørum úr meðalhavslondunum, her varð salt­fiskur og klippfiskur virkaður í so stóran mun, at sagt varð, at sjálvt allar húsatekjurnar um vánna vóru klæddar av fiski. Og tað er ikki av tilvild, at her stendur standmund av ungari kvinnu, ið vaskar fisk. Her var eisini seglloft, og her varð bøtt og barkað. Slupptíðin var ikki nøkur góð tíð. Hon kostaði okkum nógv í strevi, mistum mannalívum og sorg og sakni. Vit vóru eftirbátur og keyptu gomul skip úr grannalondunum. Hinvegin var tað slupptíðin, sum broytti okkara samfelag frá einum bónda­sam­ felagi til eitt ídnaðar­samfelag. Menningin byrjaði við sluppunum. Og tá vit sleptu sluppunum gekk menningin skjótt og vit mentu okkum eftir nøkrum fáum áratíggjum til at vera heimsins mest framkomna fiskivinnutjóð á mongum økjum. Í søguligum perspektivi er so ómetaliga stutt síðan, at sluppirnar lógu á Vestaruvág fyri akkeri um veturin. Pakkhúsini og mong av teimum húsum, ið nýtt vórðu tá, eru eisini við at vakna til nýtt lív og vit uppliva eina blómandi mentan í tí gamla maritima umhvørvinum. Tað tykist, sum her hendir okkurt spennandi nýtt alla tíðina! Felagið Føroysk Træseglskip eigur stóra tøkk uppi­borna, bæði fyri hetta óføra tiltak, men eisini fyri teirra týdningarmikla arbeiði at varð­veita hesi skip. Hetta er livandi siðsøguligur mentanararvur, sum føroyska tjóðin ongantíð má missa burtur. Nú sigla sluppir og manning kring oyggjarnar at greiða frá um farnar tíðir. Harvið styrkja tit um okkara søguliga og mentanarliga tilvit, og tit geva okkum orsøk til at steðga á og undrast, hvussu slíkir deyðsiglarar kundu avrika so nógv. Eg ynski øllum, manningunum á træ­segl­skipunum, sum eru við í regattaini, og øllum øðrum gestum hjartaliga vælkomnum til Havnar. Njótið steðgin og tað sum vit hava at bjóða, og havi blíðan byr víðari í virki tykkara. Træsegslskipini eru fyrst og fremst eitt livandi minni um vakrastu ensku sluppirnar, ið vórðu bygdar í 1880’inum. Hesar sluppir, ið seinni komu til Føroyar at virka, hava havt ómetaliga stóran týdning fyri lívið og búsetingarmynstrið her á oyggjunum Vælkomin á regatta