Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 27 • 4. JULI 2016 15 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Føroya Regatta 2016 Regatta 7. juli 2016 Kl. 18.00 Matur og drekka fæst til keyps í tjaldinum millum, Müllers Pakkhús og Skeiva Pakkhús. Kl. 18.30 Havnar Harmonikufelag spælir á Høgu kei við Müllers Pakkhús – meðan regattaflotin siglir inn og legst við bryggju. Kl. 19.00 Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri flytur fram røðu. Kl. 19.15 Formaðurin í Felagnum fyri Træseglskip Hans Eli Hansen ber fram heilsu. Kl. 19-21 Almenningurin hevur høvi at vitja umborð. Kl. 19.30 Spennandi skattajakt fyri børn (5-12 ár). Skattajaktin byrjar umborð á Westward Ho og varir 1 tíma. Luttakararnir fáa stutta leiðbeining og byrjað verður í bólkum við 3 min. millum hvønn bólkin. Hvør luttakari fær eitt skattakort – ein vaksin er vælkomin at luttaka saman við børnunum. • Vinningur: Okkurt spennandi verður til børnini. Kl. 21.00 Føroyskur dansur í Skeiva Pakkhúsi Kl. 22.00 „Syngið við“ í Müllers Pakkhúsi