Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 27 • 4. JULI 2016 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Føroya Regatta 2016 Størsta træskip bygt í Íslandi Húni 2 av Akureyri verður við í Føroya Regatta 2016 Danial av Rana Í slendski báturin Húni 2 hevur vitjað nakrar ferðir áður í Føroyum millum annað á Føroya Sjómannadegi. Í ár vera teir við til Føroya Regatta , og koma teir til Føroyar 4. juli. Húni 2 varð bygdur í Akureyri í 1963 og er merktur 132 BRT. Hann er bygdur av eik, og er stórsta træskip, sum er bygt í Íslandi. Hann hevur verið fiskifar líka til upp ímóti 1990, tá hann var settur í stand og nýttur til ferðafólk. Hann kann sigla við 100 ferðafólkum. Húni 2 var við á fyrstu stevnuni Nordisk Kystkultur, sum var í Húsavík á norðurlandinum í Íslandi í 2011. Føroysku skipini Jóhanna og Dragin vóru við í Húsavík. Vit gleða okkum at møta okkara frændum úr Íslandi og vóna, at vit fáa eina góða stevnu í Tórshavn og í Vági í ár. Kom og ver við – hevur tú hug at gerast seglskipamaður/kvinna H já fleiri av seglskipunum stendur viðhvørt á at fáa hjálpar­fólk, tá ymiskt arbeiði skal gerast. Tí sóknast vit eftir monnum/ kvinnum, sum hava áhuga fyri at arbeiða  og sigla í frítíðini. Serliga tørvar okkum navigatørar, maskin­menn og fólk, sum duga okkurt hand­verk. Tað er eitt gott frítíðar­ítriv at vera við til at røkja skipini og soleiðis vera saman við fólki, sum arbeiða og hava tað hugnaligt saman í frítíðini. Hevur tú áhuga, so er bara at koma ein túr umborð.