mánadagur 4. juli 2016síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 27 • 4. JULI 2016
17
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Føroya Regatta 2016
Hósdagin 7. Juli
Kl. 14:00
Dragin av Klaksvík siglir til Havnar.
Kl. 16:00
Regattaflotin siglir av Havnini út í Nólsoyarfjørð við kós móti Hoyvíkshólmi,
har regattaflotin savnast áleið kl. 17. Haðanífrá verður siglt móti Gulanum,
og inn við Argjalandinum móti Argja Høvda, árabátar rógva undan
inn í Vágsbotn.
Kl. 18:00
Matur og drekka fæst til keyps í tjaldinum millum, Müllers Pakkhús
og Skeiva Pakkhús.
Kl. 18:30
Havnar Harmonikufelag spælir á Høgu kei við Müllers Pakkhús
- meðan regattaflotin siglir inn og legst við bryggju.
Kl. 19:00
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri flytur fram røðu.
Hans Eli Hansen, formaðurin í Felagnum fyri Træseglskip, ber fram heilsu.
Kl. 19-21
Almenningurin hevur høvi at vitja umborð og síggja, hvussu lívið varð umborð
í sluppunum í gomlum døgum. Manningar vísa runt og greiða frá.
Kl. 19:30
Spennandi skattajakt fyri børn ( 5—12 ár).
Spennandi vinningur verður til børnini.
Kl. 21:00
Føroyskur dansur í Skeiva Pakkhúsi.
Kl. 22:00
“Syngi við” í Müllers Pakkhúsi.
Fríggjadagur 8. juli
KKl. 10:00
Regattaflotin siglir av Havnini til Vágs.
Kl. 17.30
Í Vági letur søla av mati og drekka upp í tjøldum á keinii.
Kl. 18.00
Regattain kemur til Vágs siglir inn og legst við bryggju kl. 19.
Kl. 19-21
Almenningurin hevur høvi at vitja umborð og síggja, hvussu lívið varð umborð
í sluppunum í gomlum døgum. Manningar vísa runt og greiða frá.
Kl. 19.30
NORDISK KYSTKULTUR 2016 VERÐUR ALMENT SETT:
Dennis Holm, borgarstjóri bjóðar vælkomin og Aksel V. Johannesen,
løgmaður, setir Nordisk Kystkultur 2016.
Formaðurin fyri felagið Føroysk Træseglskip, Hans Eli Hansen, og formaðurin
fyri Felagið Kysten í Norra, Asgeir Svendsen, bera fram heilsan.
Tvøroyrar hornorkestur og Orðið á borðið luttaka við tónleiki og sangi.
Kl. 21.30
Felagssangur í stóra tjaldinum á keiini.
Kl. 22.30
Føroyskur dansur í stóra teltinum á keiini til kl. 23.30 við luttøku
av Jómsvíkingum og Sumbiar Dansifelag
Leygardag 9. juli
Kl. 14:00
Spennandi skattajakt fyri børn ( 5—12 ár).
Spennandi vinningur verður til børnini.
Kl. 14:30
Mynstring sum í gomlum døgum í stóra tjaldinum
– við manning av Draganum og, sýslumanninum.
Kl. 14.00
Føroysku regattaskipini -og bátarnir eru opin fyri
almenninginum fram til kl. 17.00.
Kl. 18 - 21
Til borðhaldið í stóra tjaldinum á keiini kunnu grillbúffar (kr. 150),
pylsur v/breyði og drekka keypast.
Kl. 23.00
Dansur í stóra tjaldinum á keiini við Hans Jacob & Vinmenn.
Atgongumerkir á 150 kr
Sunnudag 10. juli
Kl. 11.00
Regattagudstænasta í Vágs kirkju við Patrick de Neergaard.
Kirkjukórið Ljómur luttekur.
Kl. 14:00
Regattaflotin siglir av Vági, tá endar Føroya Regatta 2016.
SKATTAJAKTIN
byrjar umborð á Westward Ho og varir 1 tíma. Luttakararnir fáa stutta leiðbeining og byrjað
verður í bólkum við 3 min. millum hvønn bólkin. Hvør luttakari fær eitt skattakort - ein vaksin er
vælkomin at luttaka saman við børnunum.
Í Tórshavn og í Vági verða eisini hesu tiltøk, meðan almenningurin vitjar umborð:
•
umborð á Johannu verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum eru ílatnir gomul sjóklæðir,
hesir greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um
veður og vind, seglføringina, - vísir fram gamlan fiskireiðskap sum ongul, stein, fiskisnøri
við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning, lippukassan o.a.
Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri,
•
umborð á Westward Ho – leggur manningin vitjandi lag á at hála fokkuna upp og niður,
leggja undir lippuna, halda tørn og seta fast á kuffilnaglan. Síðani at gera fallið upp.
•
umborð á skúlaskipinum Dragin verður Kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og
undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga nýta. Greitt verður frá, hvussu vit ígjøgnum
árið nýta skúlaskipið til undirvísing.
Ferðafólk kunnu sigla við allar teinar, ferðaseðlar fáast í Kunningarstovunum og umborð.
Westward Ho
Johanna
Fram
Brimnes
Fifi of Sand
Norðlýsið
Thorshavn
Dragin
Vælkomin á Føroya Regatta 2016
Norðurlendska Strandamentan
Endamál felagsins er at virka fyri, at eldri træseglskip - eldri enn 50 ár, - sum hava serstakt siðsøguligt eyðkenni og virði, og sum ætlanin er at sigla við í framtíðini - verða varðveitt. Hesi skip eru í
veruleikanum siðsøguligi mentanararvurin hjá okkum, og eru flótandi fornminni fyri okkara samfelag sum fiskivinnutjóð, hvørs lívsgrundarlag hevur verið og framvegis er á sjónum.
Tórshavnar Havn
Vágs Kommuna
Tórshavnar Kommuna
Heimdal
Grinkil FD 563
Myndaeigarar: Leivur Nygaard, Óli Olsen, Eli Lassen, Heri Mørkøre og fleiri