Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 27 • 4. JULI 2016 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Føroya Regatta 2016 Felagið Føroysk Træseglskip Felagið Føroysk Træseglskip varð stovnað umborð á Westward Ho hin 20. november 2009 Danjal av Rana E ndamál felagsins er at virka fyri at eldri træseglskip og eldri føroyskar deksbátar, eldri enn 50 á, sum hava serstakt sið­ søguligt eyðkenni og virði, og sum ætlanin er at sigla við framtíðini, verða varðveitt við atliti til tann siðsøguliga mentanararv, tey eru. Ásannast má, at tey í veruleikanum eru flótandi fornminni fyri okkara samfelag sum fiskivinnutjóð, hvørs lívasgrundarlag hevur verið og framvegis er á sjónum. Felagið virkar fyri, at ung sum gomul læra at fremja góðan sjómansskap umborð á eldri træ­ segl­skipi ella føroyskum deksbáti, har dentur verður lagdur á gott viðlíkahald og góða kunning um trygd á sjónum. Felagið vegleiðir og stuðlar teimum limum, sum sjálvbodnir arbeiða við at varðveita eldri træ­seglskip ella føroyskar deksbátar. Umbyggingar eiga í mest møguligan mun at verða førdar aftur til tað upprunaliga og lúka krøv frá Føroya Skipaeftirliti. Dentur skal leggjast á, at tað er gott handverksarbeiði, sum gjørt verður. Felagið umboðar eldri føroysk træseglskip og deks­bátar í málum, sum verða løgd fyri almennar føroyskar mynduleikar til dømis landsstýrið, løg­ tingið, kommunur og fornminnisøvn. Øll, sum hava áhuga, og sum vilja stuðla endamáli felagsins, kunnu gerast limir. Heimsins stórsta kapp­ sigling við seglskipum Á hvørjum árið verður skipað fyri kappsigling fyri teimum stórstu seglskipunum í heiminum K appingin fer fram ymsa staðni í heiminum, og seinasta ár komu skipini norður gjøgnum Atlantshavið, framvið Hetlandi og løgdu so inn í Aalesund í Noreg í nakrar dagar. Síðani sigldu skipini suður eftir og inn í Eystursjógvin. Skúlaskipið »Dragin« skipaði tí fyri einari ferð til Aalesund, – tí fyri tann, sum hevur áhuga fyri seglskipum og sigling, vildi hetta vera ein uppliving fyri lívið – at síggja hesi stóru og stásuligu skip. Fleiri av hesum skipum verða nýtt sum skúlaskip, eisini verða onnur nýtt til at útbúgva yvirmenn til marinuna og sjóvinnuna yvirhøvur. Havnin í Alesund var á tremur við seglskipum – bæði stórum og smáum. Fólk høvdu høvi til at vitja umborð á skipini og á bryggjunum varð skipað fyri ymsum tiltøkum. Har var nógv undirhald og hópur av fólki gingu aftur og fram á bryggjuni. Ógjørligt er at greiða frá øllum. Heimsins stórsta seglskip í løtuni er russiska skipið SEDOV. Nú hevur hann skift lit – fyrr var hann hvítur, men kanska at aldurin ger, at teir nú hava málað henn svartan. Tá regatta-dagarnir vóru lidnir í Aalesund sigldi »Dragin« suður til Måloy. Av tí at hann spáddi verri veður, gekk leiðin fyrst til Hetlands (Lerwick), áðrenn leiðin gekk heim aftur til Føroyar. Við vóru 10 mans og var tað ein frálíkur túrur.