mánadagur 4. juli 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 27 • 4. JULI 2016
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Føroya Regatta 2016
Næsta ár vitja vit Leirvík og Sand
Næsta ár verður Føroya Regatta í døgunum frá fríggjadegi 7. juli til sunnudagin 9. juli.
Skipini sigla suður á Sand, har skipini leggja at bryggju kl. 19.
Leygarmorgunin 9. juli verður siglt norður til Tórshavn, har skipini liggja við bryggju í uml. 2-3 tímar.
Síðani verður siglt norður til Leirvíkar, har Eysturkommuna er vertur fyri regattaðini.
Bæði á Sandi og í Leirvík verður skipað fyri tiltøkum á bryggjuni við kappingum, tónleiki, sangi og dansi.
Uttanlandstúrar hjá seglskipunum
U
mfrant at sigla útferðir og
regattasigling um summarið,
so hava fleiri av seglskipumum
eisini gjørt ferðir uttanlanda næstan
hvørt summar.
Allastaðni har sluppirnar koma
vekja tær áhuga, tí fólk vilja síggja
hesi skip, sum eru millum elstu sigl
andi skip í heiminum. Til dømis tá
Westward Ho var á Sjómannadegnum
í Reykjavík í fjør, vóru fleiri túsund
fólk umborð fyri at síggja hesa gomlu
vøkru skútu, sum er so snøgg bæði
innanborða og uttanborða. Vit kunnu
siga, at sluppirnar eru góð umboð fyri
okkara oyggjar uttanlanda, tí sum
okkara siglandi arvur umboða tær
eina farna tíð, og tað er onki minni
enn eitt bragd, at okkum eydnaðist
at varðveita tær til komandi ættarlið.
Í ár skuldi Westward Ho eftir ætlan
gera ein túr í juni, men av tí at skiparin
gjørdist sjúkur, mátti ferðin avlýsast.
Møguliga verður ein túrur gjørdur
seinni í ár.
Jóhanna og Thorshavn fóru ein
túr til Hetlands í sonnum illveðri.
Veðurmenninir høvdu spátt ringt
veður, men veðrið gjørdist upp aftur
verri, rættiligur stormur, tá skipini
nærkaðust Hetlandi. Tíbetur spældi
alt væl av og eingin skaði hendi.
Skúlaskipið Dragin skal ein túr
til Skotlands. Siglt verður av Vági,
tá Regattastevnan har er liðug. 10
mans vera við skipinum. Ætlanin er
at vitja Wick, sum er vinarbýur hjá
Klaksvík. Allarhelst verður eisini vitjað
í Orknoyum og Hetlandi, um viðrar.
Skúlaskipið Dragin umboðar eina
heilt aðra tíð. Dragin er ein gamal
snurruvásbátur, bygdur í Keypmanna
havn í 1945 og er sostatt 70 ára
gamal.
Tað var hetta skipaslagið, sum
kom til Føroyar beint eftir 2. Ver
aldarbardaga og sum seinni loysti
sluppirnar av. Tað komu heilt nógvir
slíkir 30-tonsarar til Føroyar beint
aftan á kríggið. Teir royndu mest
við Føroyar og ofta undir Íslandi um
summarið. Dragin varð umbygdur til
segl/skúlaskip í 2003