mánadagur 4. juli 2016síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 27 • 4. JULI 2016
21
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Føroya Regatta 2016
Óli Olsen
Stevnan varð fyrstu ferð
hildin í 2011 – í Húsavík
í Íslandi. Í 2012 var hon
í Ebeltoft í Danmark,
í 2013 í Landskrona í
Svøríki, í 2014 í Oslo, og í
2015 var hon í Álandi.
Sluppin Johanna úr Vági hevur verið við á
flestu av hesum stevnum, og hon man gera sítt
til, at skipini hesa ferð hittast í Føroyum.
Sum skilst, møtast útlendsku og føroysku
regattaskipini í Nólsoyarfirði hósdagin 7. juli. So
verður farið á Havnina og lagt at bryggju undir
Müllers- og Skeivapakkhúsi. Fríggjamorgunin 8.
juli siglir skipaflotin suður til Vágs, har ymist
verður á skránni alt vikuskiftið.
Føroysku aldursforsetarnir
Westward Ho og Johanna eru elstu føroysku
regattaskipini. Tær eru báðar smíðaðar í 1884
í Onglandi. Johanna kom til Vágs í 1894, og
Westward Ho til Tvøroyrar í 1895.
Westward Ho og Johanna høvdu, eins og allar
sluppir tá í tíðini, bara seglini á at líta. Flestar
sluppir fingu motor og stýrihús í 1920-árunum.
Fyrstu motorarnir vóru smáir, ætlaðir sum hjálp
afturat seglunum. Soleiðis var fyrsti motorurin á
Westward Ho ein 40 hesta tuxham og á Johonnu
ein 37 hesta scandia.
Í 1962 var grunnurin Sluppin settur á stovn.
Endamálið var at ogna sær eina av gomlu
sluppunum at seta í upprunastand. Niels Nielsen
í Heiðunum var ein av pionerunum í hesum sam
bandi. Grunnurin keypti í 1967 Westward Ho frá
Thomsen á Tvøroyari, og í 1968 varð hon skrá
sett í Tórshavn.
Sum árini liðu, viknaðu kreftirnar, sum vóru
um Westward Ho, og hon fór at krevja stóra
umvæling. Síðan 2005, tá ið hon kom høvuðs
umvæld úr Skotlandi við nýggjum motori, hevur
Tórshavnar kommuna átt og rikið Westward Ho.
Stórmastrina skifti hon í vár.
Tá ið Johanna hevði verið til fiskiskap á før
oyskum kjøli út ímóti 80 árum, varð hon tíðliga
í 1970-árunum løgd. Nógvar sluppir vóru longu
søktar í dýpið, og Johanna lá so tolin á Vágsfirði
og bíðaði eftir tørni.
Men so tóku vágbingar seg saman, stovnaðu
felagið Johanna TG 326, tóku sluppina upp á
land og fóru at umvæla hana frá grundini. Ovi
Mikkelsen, sáli, var ein teirra, ið gekk á odda. Í
1986 varð farið flotað, og meðan smíðað var av
allari megi niðriundir, varð rigningurin – mastrar
bummar og segl – fingin upp omandeks.
So upprann stóri dagurin, 30. mai 1988,
at Johanna legði frá landi, sigldi tríggjar ferðir
í kring sólarrætt á fjørðinum og setti kós móti
íslandi.
Royndin fríða
Nú, vit eru stødd í Vági, skulu nøkur orð sigast
um Føroya fyrsta smíðaða skip. Í 1803 keypti
Nólsoyar Páll saman við bóndunum, Jákupi
Jacobsen úr Toftum í Vági og Peri Larsen úr
Gjørðum í Porkeri, rovini av einari skotskari brigg,
sum farin var á land í Hvalba. Burtur úr hesum
vraki og øðrum vrakviði smíðaðu teir á Fløtuni
fríðu í Vági saman við øðrum monnum nýtt skip.
Tað fór av bakkastokki 6. august 1804 og fekk
navnið Royndin fríða.
29. apríl 1805 varð Royndin sýnað á Havnini.
Nólsoyar Páll greiddi sýnismonnunum frá,
hvussu gingist hevði at smíða farið: Tilfarið
høvdu teir samráðst seg til »af hist og her
indstrandede skibsvrag,« ikki vóru amboð, ikki
skipasmiðir, og eingin teirra hevði fingist við
slíkt handverk áður. Ikki var bara trupult at fáa
tilfarið, tað var eisini ringt at fáast við; sumt var
av stórum skipum, sum av smáum.
Við lítlu skonnartini (sløk 30 tons) sigldi
Nólsoyar Páll nú við farmi millum lond. Ófriður
var millum Bretlands og Danmarkar, og í 1808
tóku bretar Royndina nær Skagen. Páll leitaði
tá til London við kravi um at fáa nýtt skip, fekk
játtandi svar, men á ferðini til Føroya við hesum
nýggja skipi veturin 1808-1809 hvarv Páll og
spurdist ikki aftur.
Tríggir 20-tonsarar
Skipasmíð í Vági tykist liggja stilt langa tíð, eftir
at Royndin í 1804 varð flotað. Ikki fyrr enn í
1960-árunum sæst nýsmíðað deksfar fara av
bakkastokki aftur har í bygdini. Hvussu hetta
virksemið kom í lag, skal sigast eitt sindur um.
12. mars 1964 varð føroyska sjómarkið flutt
út á 12 fjórðingar, og Føroya landsstýrið tók stig
til at smíða ein sonevndan heimaútróðrarflota.
Kapping at tekna hóskiligan útróðrarbát varð út
skrivað, og Leivur Zachariassen úr Fuglafirði átti
besta uppskotið. Hann teknaði ein 20 tons bát,
sum skuldi kunna veiða við línu og snellu. Ikki
færri enn 14 útróðrarbátar og ein læknabátur
vórðu smíðaðir eftir somu tekningum – tríggir
teirra í Vági. Í 1966 fór fyrsti 20-tonsarin í Vági
av bakkastokki. Tað var Edvør, ið var smíðaður til
John C. Johannesen á Tvøroyri. Annar 20-tonsarin
var Astrid, sum eisini var flotaður í 1966. Páll
Tummasarson á Tvøroyri átti henda bátin. Albert
Victor var triði og seinasti 20-tonsarin, sum var
smíðaður á bedingini í Vági. Hann fór av bakka
stokki í 1967. Garðamenn í Vági áttu bátin
fyrstu tíðina. Allir bátarnir høvdu perkens diesel
motor. Edvør og Astrid høvdu 105/120 hestar,
meðan Albert Victor hevði 125 hestar.
Strandamentanardagar í Vági
Í døgunum frá 7. til 10. juli í ár verður norðurlendsk strandamentanarstevna
(Nordisk Kystkultur Festival) hildin í Føroyum. Vágs kommuna og Føroya regatta skipa fyri