Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 27 • 4. JULI 2016 7 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Rocktónleikur á høgum stigi við Brúnna 9. juli Føroyskur trummuleikari í donskum bólki. Dansk/føroyski bólkurin Littlefish fer at spæla við Brúnna í summar. Bólkurin spælir harðan melodiøsan rocktónleik við feitum riffum, og teir, ið manna bólkin eru sera góðir og væl samanspældir tónleikarar. Littlefish er mannað við Henrik Berger, sum syngur og spælir gittar, Dennis Andreasen, ið spælir bass, og føroyska Fríða Øster á trummum. Manningin í Littlefish eru sera royndir og dugnaligir tónleikarar. Fríði og Henrik byrjaðu at spæla ávíkavist trummur og gittar, tá teir vóru fimm ára gamlir, meðan Dennis var níggju ár, tá hann fór at spæla bass. Studioútgávan „The Gordian Knot“ kom út í 2014. Á útgávuni høvdu teir samstarv m.a. við Tim Christensen og øðrum kendum rockframleiðarum. Bára Silvansdóttir er 20 ára gomul, og úr Kollafirði. Hon gav eina EP út í februar í ár, sum nevnist „Skuggar“, ið er sera væl móttikin. Helst eru tað sangirnir, „Skuggar“ og „Loyndarmál“, ið verða nógv spældir og eru teir, sum fólk kenna aftur. Hon fer at framføra við bólki til tiltakið. Bára er í gongd við eitt nýtt staklag í løtuni, sum verður at hoyra í næstum. 18 ára gamla Signhild Djurhuus úr Kollafirði er eitt lutfalsliga nýtt andlit í føroyska tónleikaumhvørvinum. Hon hevur áður roynt seg til smærri konsertir og tiltøk, har hon bæði hevur sungið og spælt guitar, umframt at hon hevur verið virkin í sangleiki. Hon hevur enn ikki útgivið egið tilfar, men fer at spæla nøkur covers og tulkingar av kendum løgum, har tað verður latið í ein nýggjan ham. Við sær á pallin hevur hon Hjalta Bogason Støylen á guitar og Andrias Olsen á keyboard. Vestmenn er ein sera vældámdur tónleikabólkur, upprunaliga úr Vestmanna, sum trein á føroyska tónleikapallin í 1983 við útgávuni „Brot“. Á útgávuni vóru m.a. sangirnir „Eg siti so eina“, „Avbrendur“ og „Ró“, sum gjørdust sera væl umtóktir millum fólk, og eru tað enn. Seinni komu sangir sum „Leygarkvøld í Havn“, „Motormani“, „Tá eg droymi“ og „So ganga míni ár“, sum eisini eru væl umtóktir millum fólk. Bólkurin er enn virkin og hevur latið úr hondum tilsamans 7 útgávur, ta seinastu „Tær Løturnar“ í 2011. Littlefish Bára Silvansdóttir Signhild Djurhuus Vestmenn kl. 00.30 kl. 20.00 kl. 20.45 kl. 21.30