mánadagur 4. juli 2016síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 27 • 4. JULI 2016
8
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Norrøna Dansband
kemur á triðja sinni at
spæla til vælumtókta
dansin í Eydnuni til við
Brúnna tiltakið. Norrøna
Dansband varð stovnað
aftan á ein harmonikutúr
við Norrønu, og navnið er
grundað á, at teir hittust
og spældu saman fyrstu
ferð umborð. Teir spæla
vælsvingandi dansitónleik,
við íkasti av dansband-
og countrytónleiki,
og hava allir drúgvar
royndir frá føroyska
dansiumhvørvinum.
Manningin í Norrøna
Dansbandi hevur verið
virkin í dansiumhvørvinum í
nógv ár, og hava flest allir
spælt til dans við ymiskum
bólkum í eitt mannaminni.
Marni Kruse er ein ungur
og spennandi tónleikari
av Oyrarbakka, sum
eisini framførdi við
Brúnna í fjør. Hann
hevur útgivið stakløg og
EP´ina “Searching for
something I´m looking
for”. Við egnum løgum
og tekstum tekur hann
oftast støði í evnum
úr gerandisdegnum.
Marni hevur verið nógv
frammi í útvarpinum
við sangunum „Back
Together“, „Boombox
Songs“ og „Walking
Under Stars“ og hevur
fingið góð skoðsmál fyri
sín tónleik.
Norrøna Dansband
Marni Kruse
kl.
00.05
kl.
01.10
Eitt frálíkt høvi at steðga á
– Tá tiltøk spretta úr fólkinum, hava tey eisini eina sál, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen
Vilmund Jacobsen
T
ónleikatiltakið Við Brúnna verður leygar
dagin 9. juli, sum er leygardagin komandi.
Í Vikublaðnum í dag gera vit burtur úr
tónleikabólkum og tónleikarum, sum luttaka á
tiltakinum.
Fyriskipari er grunnurin »Tónar við Brúnna«,
og endamálið hjá grunninum er at stuðla
mentanarligum verkætlanum í økinum.
– Tað er eini 10 áhugafeløg, sum eru við í
fyrireikingunum og eru partur av tiltakinum.
Ætlanin er eisini at skipa fyri øðrum mentanar
ligum tiltøkum framyvir.
Tað sigur samskiparin, Hans Olivur Joensen.
Sprettur úr fólkinum
Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zacharia
sen, fegnast um, at tónleikatiltakið »Við Brúnna«
nú er vorðið eitt afturvendandi tiltak.
– Vit fegnast um, at eitt slíkt tiltak nú eisini
er í okkara kommunu, og vit fegnast eisini um,
at tiltakið undanfarin ár hevur savnað nógv fólk,
bæði úr okkara kommunu, grannakommunum og
úr øllum Føroyum annars.
Heðin Zachariasen vísir á stóra týdningin av,
at slík tiltøk spretta úr fólkinum, tí tá hava tey
eisini eina sál, sum hann tekur til.
– Tónleikatiltakið er eitt frálíkt høvi at leggja
gerandisdagin frá sær eina løtu og njóta saman
haldið og góða tónleikin.
Borgarstjórin sigur, at hann vegna Sunda
kommunu er teimum ógvuliga takksamur,
sum hava slóðað fyri, hava reist hetta tiltak á
føtur, og sum nú føra tiltakið víðari sum eitt
afturvendandi tónleikabrak í kommununi.
– Aftan fyri liggur hvørt ár eitt stórt og
sjálvboðið arbeiði, og tað eru vit øllum teimum,
sum á ymiskan hátt lyfta undir, sera takksom
fyri.
Hjartaliga vækomin!
At enda ynskir Heðin Zachariasen vegna Sunda
kommunu øllum hjartaliga vælkomnum til
tónleikatiltakið Við Brúnna leygardagin 9. juli.
Borgarstjórin í Sunda kommunu,
Heðin Zachariasen, bjóðar
øllum - bæði nær og fjar -
hjartaliga vælkomnum til
tónleikatiltakið Við Brúnna
Mynd: Vilmund Jacobsen