Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-04, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juli 2016síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 27 • 4. JULI 2016 9 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Ungdómurin í Sunda Kommunu hevur fingið eitt ungdómshús, har tónleikurin ljómar – Garnhúsið á Oyri. Hugsanin er, at ungdómurin, við atgongd til eitt tílíkt tónleikaumhvørvi, fær møguleika at royna seg tónleikaliga. Og enn ein tónleikabólkur haðani er nú klárur at framføra. Stutt eftir at húsið lat upp, byrjaði hesin bólkurin so smátt at taka skap. Fleiri av limunum í bólkinum eru tey somu, sum spældu við Butterflies í fjør, men nakað av útskifting er farin fram. Tey kalla seg fyri „Eureka“, spæla blandaðan tónleik, og fara Við Brúnna at framføra coverløg, umframt egin løg. Limirnir í bókinum eru: Silja Johannesen, sang, Magnus Reinert Hansen, sang, Eyðun Hansen, bass, Janus Foldbo Holm, gittar og Filip Zachariassen, gittar. Sangarin, tónleikararin og tónaskaldið Kári P. hevur í eitt mannaminni verið mettur, sum eitt av teimum heilt stóru tónlistafólkunum í Føroyum. Sera nógvir av hansara sangum eru vorðnir fólkaogn, sum bæði eldri og ung hava tikið til sín. Kári P. byrjaði longu fyrst í 70’unum at geva tónleik út, m.a. á EP-ini Debes og Petersen frá 1971. Hansara útgávur, „Vælferðarvísur“, sum kom í 1978 og „Hinumegin Ringvegin“ frá 1991, eru varðar í føroyska tónleikaskattinum. Kári P. fekk Mentanarvirðisløn Landsins í 2010. Ragnar Finsson er ein áhugaverdur og sera dugnaligur tónleikari og sangari úr Havn, sum byrjaði tíðliga at spæla tónleik. Hann hevur spælt saman við nógvum góðum føroyskum tónleikarum og hevur m.a. stóran tokka til blues-tónleikin. Eitt av hansara løgum, „Headed For The Sun“, hevur verið nógv at hoyrt í útvarpinum seinasta árið. Ragnar fer undir at innspæla fløgu við egnum tilfari í næstum. Punjab vunnu heiðurin sum „Ársins bólkur“ og „Nýggja navn“ á FMA í marts í ár. Punjab er ein sera góður og orkumikil bólkur, sum setur futt í allastaðni har, sum teir framføra. Bólkurin varð stovnaður fyri nøkrum árum síðani. Í 2015 góvu teir fyrstu útgávuna, „The Flying Elephant“, út og síðani hava teir útgivið nøkur stakløg eisini. Eureka - Ung úr Garnhúsinum Kári P. Ragnar Finsson Punjab kl. 18.00 kl. 01.40 kl. 00.05 kl. 19.15