Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juli 2016 · Nr. 77 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KREVJANDI BROYTINGAR FYRI AT FÁA HEILSU­ VERKIÐ AT VIRKA HEILSUVERKIÐ Árni Gregersen Sirið Stenberg, landsstýris­ kvinna við heilsumálum, hev­ur í seinastuni fingið tvey álit, sum helst gera, at hon ikki svevur serliga væl í løtuni. Stóri bólkurin, sum skuldi gera eitt álit og eina menningarætlan fyri heilsu­ verkið vísir á tær nógvu av­bjóðingar, sum føroyska heilsu­verkið hevur. Og hitt álitið frá einum bólki, sum hevur havt fokus á endurvenjing, slær fast, at í løtuni er onki skil á endur­ venjingini. Bólkurin vísir ikki beinleiðis á nakra loysn, men mælir til betri samstarv og betri samskifti. Fyri landsstýriskvinnuna vísa hesi álitini bæði á, at skulu vit í Føroyum hava eitt heilsuverk, sum nøkulunda er á sama støði sum í okkara grannalondum, so skal nógv rættast til og helst væl av pengum brúkast. Sveinn Magnusson, verk­ ætlanarleiðari, læt herfyri lands­stýriskvinnuni eina menn­ingarætlan fyri sjúkra­ húsverkið og í seinastu viku læt ein arbeiðsbólkur við Biritu Ludvíksdóttir, løgfrøð­ ingi sum forkvinnu, eitt álit um endurvenjing. Bæði álitini vísa klárt og greitt, at viðurskfitini í heilsuverkinum als ikki eru nøktandi – og at serliga við­ víkjandi endurvenjing er als onki skil á. Álitið um endurvenjing er eisini latið Eyðgunn Sam­uel­ sen, landsstýris­kvinnu við al­mannamálum, tí ein partur av endurvenjingini hoyrir undir almannaverkið. Harafturat hoyrir ein part­ur av endurvenjing und­ ir kommunurnar. Endurvenjingin Arbeiðsbólkurin, sum hevur sitið við endurvenjingar­ spurninginum, hevur av­dúk­ að, at hetta er eitt øki, sum er heilt uttan stýring. Ongin hevur ábyrgdina og endurvenjing verður játtað tilvildarliga. Harafturat er tað soleiðis, at ein endur­venj­ ing er býtt millum heilsu­ verkið, almannaverkið og kommunurnar. Arbediðsbólkurin hevur kannað hvussu hetta ver­ð­ ur gjørt í Íslandi. Øll endur­ venjing og endur­menning er har undir heilsuverkinum, men sjálvar viðgerðirnar fara fram bæði á lamennum og í minni mun á privatum stovnum. Í íslendsku lógini um heilsu­tænastur stendur, at øll skulu hava atgongd til tær bestu heilsutænasturnar, sum til eina og hvørja tíð eru til­gongiligar fyri at tryggja men­talu, psyykisku og fysisku heilsuna hjá ís­ lendsku borgarunum. Tað stendur eisini, at endur­ menn­ing eisini skal hava hægstu raðfesting, ann­að­ hvørt innan heilsuverkið ella uttanfyri. Við øðrum orðum hev­ ur heilsuverkið skyldu at veita borgarunum endur­ menn­ing, sumt ey kalla tað. Lækna­ávísing skal til fyri at landið letur stuðul til endur­ menningina. Endurmenningin og harvið endurvenjingin í Ís­ landi fer í høvuðs­heit­um fram á sjúkra­hús­um og ser­ ligum end­ur­menningar­depl­ um. Endurmenningar­depl­ar­ nir eru skipaðir sum sjálvs­ ognarstovnar, sum landið fíggjar. Ein minni partur fer fram hjá privat­starvandi fysio­tera­peutum og úti á røktarheimum kring landið. Í Íslandi hevur heilsu­ mála­ráðharrin ábyrgdina fyri at veita endur­menn­ing. Á flestu sjúkrahúsunum í Íslandi eru endur­menn­ingar- deildir, men tað er ymiskt, hvussu endurmenningin er skipað, og á hvørjum fak­ ligum torleikastigi endur­ menn­ingin er. Til dømis veita tey smærru sjúkrahúsini sam­ døgurs­rehabilitering til eldri borg­arar. Hetta er tænasta sum í Føroyum verður ment úti á røktarheimunum. Tað er vert at geva gætur, at eldraøkið er landsuppgáva í Íslandi, og fleiri av smærru sjúkrahúsunum kring landið, virka sum bæði sjúkrahús og røktarheim. Í Føroyum hoyrir eldra­ røktin undir kommunurnar, meðan eisini endurvenjingin av teimum eldru í Íslandi, eisini hoyrir undir heilsu­ verkið. Raðfesting má gerast Tað kann staðfestast, at endurvenjing innan allar geirar má raðfestast, til tess at borgarar skulu fáa eina nøktandi og samanhangandi tænastu. Serliga innan sjúkrahús­ verkið mangla tilboð, og inn­an fleiri serøkið er eingin serkøn endurvenjing. Sjúkrahúsverkið metir, at tørvur er á 8,5 milljónir krónur. til at uppraðfesta vant­andi tilboð innan endur­ venjing. Eisini almenna endur­ venj­ingin í almanna­verk­ in­um og í kommunala geir­ anum má raðfestast hægri. Almannaverkið metir, at tørvur er á 3,6 milljónir krónur. til at styrkja endur­ venjingina. Tað hevur stóran týdn­ ing at talan er um eina sam­skipaða raðfesting frá øllum pørtum. Hetta er ein fyritreyt fyri, at borgarar fáa eina samanhangandi tæn­astu Arbeiðsbólkurin hevur ikki mælt til, at ábyrgdin verður løgd á einum stað, men onki er at ivast í, at hetta er ein spurningur, sum landsstýriskvinnan noyðist at taka støðu til politiskt. Arbeiðið í tveimum bólkum hevur víst, at heilsuverkið krevur avgerandi broytingar, skal tað fáast at virka