Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juli 2016 · Nr. 77 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Seinast Sosialurin gjørdi eina samrøðu við nú 85 ára gamla Ólav Hátún, hevði hann fingið eina heiðurs­løn á Føroysku Tón­lista­virðis­ løn­unum, fyri sítt drúgva arbeiðið við føroyskum kór­ sangi. Hesa ferð er tað ikki tón­ leikurin, ið hevur vakt áhuga miðlanna, men heldur nakrar myndir, sum sonurin legði á vangamynd sína á Facebook. Myndirnar vístu 85 ára gamla mannin koma inn á Haldórsvík í lítla báti sínum. Hann hevði tá róð úr Havnini og góðar 10 tímar seinni var hann komin á mál norðuri í Vík. Hetta var fríggjadagin. Tá eg mánadagin ringi til Ólav Hátún er eitt sermerkt ljóð at hoyra í bakgrundini. Tá er hann í bátinum á veg suður aftur til Havnar og hoyri eg árarnar gnaga móti tollinum. Túrurin suður aftur tók átta tímar. Fáir aðrir 85 ára gamlir munnu hava sitið í 18 tímar við árarnar um vikuskiftið. Báturin er list Áhugin fyri føroyska bátinum er so at siga íborin í Ólav Hátún. Pápi hansara var lærari í Svínoy og búði hjá bátasmiðinum. Ólavur Hátún er tí uppvoksin í báta­ smiðuni. – Eg gekk rundan um báta­smiðin sum barn og lærdi nógv um sjálvan bátin. Hesin áhugin hevur fylgt mær síðani. Enn í dag haldi eg, at svínoyarbáturin er tann vakrasti av føroysku bátunum, sigur hann. Hann heldur, at orsøkin til hetta er, at báta­smiðurin hevði røtur í Mikladali. – So tað listarliga um­ hvørvi í Mikladali er á onkran hátt borið niður í svín­oyar­bátin, sigur Ólavur Hátún. Verri var at læra seg at rógva, tí brimhart er um Svín­oynna. Tá var gott at vitja familjuna hjá mammu síni í Vestmanna. Har var kyrrari, og tí var tað í Vest­ manna, at hann lærdi at rógva. Keypti Studentin og mannaði Tordenskjold Hann róði nógv í barna- og ungdómsárunum og tá hann gekk á læraraskúla tók hann stig til at skipa fyri kappróðri. – Eg og Einar Kallsberg kendust væl og vit á lærara­ skúlanum bjóðaðu Einari Kallsberg og hinum student­ un­um av. Tað gekk tó ikki heilt eftir vild og student­ar­ nir vunnu. Seinni bjóðaðu vit bygdamenn havnamonnum av, og tá vunnu vit bygda­ menn, greiðir Ólavur Hátún frá. Læraraskúlanæmingarnir tóku eisini stig til at keypa sær sín egna bát. Ólavur Hátún og aðrir skipaðu fyri eini kabarett fyri at savna pening inn til enda­málið og so var tíggju­manna­farið Studenturin keyptur. Seinni, tá Ólavur Hát­ ún var lærari á Toftum, mannaðu hann og aðrir átta­ manna­farið Tordenskjold. – Eitt árið bjóðaðu vit havna­monnum av. Teir høvdu fingið sær ein nýggjan bát, ein kapp­róðrar­bát, sum nevndist Ørvur. Vit vóru við gott mót, stórir og sterkir toftamenn, sum vit vóru, og ætlaðu at vísa teimum, at tað var ikki báturin, sum gjørdi munin, men manningin. Vit róðu av Skipanesi og úteftir Skálafjørðinum, men hvat, tá vit tóku fyrsta takið ruku teir avstað og vit sóu teir ikki aftur, fyrr enn vit komu á mál, sigur hann. – So býttu vit um bát, men har var sama skil. Vit vóru ikki vanir at sita í hesum slanka kappróðrarbátinum og fingu hann als ikki at ganga, so havnamenn vunnu aftur, sigur Ólavur Hátún. Endurtók 62 ára gamlan túr Túrurin, sum Ólavur Hátún gjørdi fríggjadagin, hevur sín uppruna heilt afturi í 1954. Um hetta mundið starvaðist hann sum lærari í Haldórsvík og sigldi ímillum Haldórsvík og Havn. Ein dagin fekk hann motorsteðg uttan fyri Hósvík. Postbáturin fekk tó sleipa hann til Havnar. Trupulleikin var, at hann skuldi aftur til arbeiðis dagin eftir, og valdi tí at rógva teinin. – Eg fekk fólk at rógva við mær til Hvítanes og so róði eg sjálvur restina av teininum. Tá eg kom til Oyri øtlaði hann vindin, so tá setti eg seglið og sigldi restina av vegnum. Tann túrurin tók mær sjey tímar, sigur Ólavur Hátún. Seinastu árini hevur hann róð sær nógvar túrar. Hann hevur verið róð út á Glyvursnes og til Kirkju­bøar, Tað ber væl til at halda á, hóast ein er vorðin gamal. At seta seg og bíða eftir deyðanum er nakað tvætl, sigur Ólavur Hátún, sum fríggjadagin róði úr Havn til Haldórsvík og mánadagin róði aftur til Havnar SPELL AT ALT GERST TIL KAPPRÓÐUR MELDURIN So tað listarliga um­hvørvi í Mikladali er á onkran hátt borið niður í svínoyar­bátin