týsdagur 5. juli 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 6. juli 2016 · Nr. 77
Sosialurin
inn á Kollafjørð og Skála
fjørðin og eisini onkran túrin
av Toftum og út á Eystnes. At
endurtaka túrin úr Havnini
og inn á Haldórsvík hevur
tó ligið honum í huga alla
tíðina.
–
Túrurin
gekk
sera
væl, hóast eg gjørdi okkurt
mistak. Eg var ein tíma ov
seinur avstað, so sjóvarfallið
gjørdist ein avbjóðing ein
part av vegnum. Tað var sera
drúgt at koma um Hoyvíks
hólm. Komin nakað áleiðis
varnaðist eg eisini, at eg
hevði gloymt at hugsa um
rumpuna og taka eitt siti
undirlag við, eins og at eg
hevði tikið tveir handskar
til somu hond við mær, sigur
Ólavur Hátún.
– Satt at siga er hetta ein
alt ov langur túrur fyri ein
mann í mínum aldri, men
tað gekk væl og túrin suður
aftur kláraði eg upp á átta
tímar. Í 1954 brúkti eg sjey
tímar, men tá nýtti eg segl
ein part av túrinum, um
framt at onnur fólk róðu
fyrsta teinin, greiðir hann
frá.
Siti og njóti náttúruna
Hvat ger man so, har man
situr í bátinum í átta sam
fullar tímar og rør?
– Ein skal hugsa sum
minst
um
róðurin,
um
hvussu langt er eftir. Betri
er at sita og njóta og upp
liva náttúruna. Á hesum
túrinum
hugdi
eg
nógv
at fuglalívinum og smá
lombunum, sum stuttleikaðu
sær. Ein situr so ómetaliga
væl í føroyska bátinum, so
um ein hevur rætta áralagið,
liggur væl fyri at eygleiða
umhvørvið, meðan ein rør,
sigur hann.
Hóast hann er kendur
sum kórleiðari og var stjóri
á Musikkskúlanum frá 1985
til 1998, so svarar Ólavur
Hátún noktandi, tá eg spyrji,
um hann situr og syngur í
bátinum.
– Nei, men eg hugsi nógv
um áralagið, um samspælið
millum andadráttin og ára
lagið. Tá hetta kemur í rætta
legu er tað sum ein rútmisk,
tónleikalig
uppliving.
Tá
tann rútman er í lagi, bilar
tíðin ikki, og tú kanst sita og
njóta løtuna, sigur hann.
Føroyski báturin
verður avlagaður
Ólavur Hátún heldur tað
vera spell, at føroyski róður
in nú alsamt meiri snýr seg
um kappróður.
– Tað skuldi verið ein
ítriv at rógva, uttan at
rógva kapp. Fólk skuldu
fingið
møguleikan
at
njóta
bátin,
náttúruna
og rørsluna í bátinum í
størri mun enn í dag. Nú
snýr nærum alt seg um
kappróður, sigur hann.
– Hetta ávirkar eisini
føroyska
bátasmíðið.
Føroysku báturin broytist
í skapi og verður av
lagaður til kappróðurin.
Kjølurin gerst longri og
hann gerst krappari við
endarnar. Útsjóndin á
bátinum og handverkið
broytist, tí alt snýr seg
um at fáa bátin at ganga
skjótari. Eg heldi, vit áttu
at lagt meiri fyri at varð
veita føroyska bátin í
upprunalíki, heldur enn at
lata kappróðrarbátin taka
yvir, sigur Ólavur Hátún.
Hann gleðist eisini um,
at áhugin fyri rógving
tykist vera vaksandi.
–
Fyrr
søgdu
vit,
at
føroyingar eru føddir við ár
í hond, at vit vóru í bátinum
frá barnsbeini. Soleiðis er
tó ikki longur, men tíbetur
tykist áhugin vera vaksandi
aftur, sigur hann.
Sjálvur gongur hann við
eini vón um at skapa nakað
runt um bátaumhvørvið í
Svínoynni.
– Eg havi spælt við
tankan at skipa fyri onkrum
róðuri av onkrum slag úr
Svínoy, kanska runt um
Fugloynna.
Harumframt
vóni eg at kunna skipa fyri
einum bátasavni í Svínoy,
sum hevur tær fagrastu
føroysku
bátarnar,
sigur
Ólavur Hátún.
Hóast at rógva úr Havnini
til Haldórsvíkar er ein væl
størri undirtøka enn mong
okkara seta okkum før fyri,
so vil Ólavur Hátún ikki
kalla tað fyri eitt bragd.
– Eitt bragd er at gera
sum Ove Joensen og rógva
tríggjar ferðir til Hetlands.
Eitt bragd er at gera sum
suðringar
og
rógva
við
seksæringinum
Naddoddi
til Íslands.
– Eg fái ikki longur gingið
fjøllini orsaka av knøunum,
men eg kann rógva. Um tað
verður gjørt rætt, er tað
eingin trupulleiki. Tað ber
væl til at halda á, hóast ein
er vorðin gamal. At seta seg
og bíða eftir deyðanum er
nakað tvætl, sigur Ólavur
Hátún.
MELDURIN