týsdagur 5. juli 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juli 2016 · Nr. 77
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Málsviðgeri til
Sjóvinnustýrið
Sjóvinnustýrið søkir eftir
málsviðgera til manningardeildina
at byrja skjótast til ber.
Um starvið
Talan er um sera fjølbroytt og spennandi starv hjá
føroyska sjóvinnumyndugleikanum. Tú kemur í samband
við nógv sjófólk, fólk umboðandi sjóvinnuna og við aðrar
myndugleikar bæði í Føroyum og uttan úr heimi.
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum:
• At málsviðgera umsóknir um sjóvinnubræv
• At málsviðgera umsóknir um viðurkenningarprógv til
útlendsk sjófólk umborð á føroyskum skipum
• At málsviðgera umsóknir um loðsprógv og loðsfrítøku
• At svara fyrispurningum umvegis telefon og
teldupost.
Tó skalt tú vera smidlig/ur og til reiðar at traðka til,
um tørvur er á tí á øðrum arbeiðsøkjum á deildini/
stovninum.
Útbúgvingarkrøv- og førleikakrøv
• Miðnámsútbúgving
• Útbúgving innan skrivstovuyrkið ella
samsvarandi útbúgving
Harafturat krevst, at tú:
• tolir trýst og torir at taka avgerðir
• ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
• ert væl skipað/ur og hevur evni at halda fleiri bóltar í
luftini í senn og ikki letur teg streingja av hesum
• hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu bæði í
føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevni, undir hesum evni at
samstarva tvørturum arbeiðsbólkar
• hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn
í nýggjar telduskipanir
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur praktiskar royndir
innan almenna umsiting.
Setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Tænastustaðurin er Sjóvinnustýrið á Hálsi 1 í Sørvági.
Starvið verður sett sum skjótast.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í
seinasta lagi týsdagin hin 12. juli 2016.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Christel
Christoffersen, deildarleiðara, á tlf. 355600.
Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:
Sjóvinnustýrið,
Á Hálsi 1
FO-380 Sørvágur ella á fma@fma.fo
Fulltrúi til
Sjóvinnustýrið
Sjóvinnustýrið søkir eftir einum
fulltrúa til manningardeildina at
byrja skjótast til ber.
Um starvið
Talan er um sera fjølbroytt og spennandi starv hjá
føroyska sjóvinnumyndugleikanum. Tú kemur í samband
við nógv sjófólk, fólk umboðandi sjóvinnuna og við aðrar
myndugleikar bæði í Føroyum og uttan úr heimi.
Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum:
• At málsviðgera umsóknir um sjóvinnubrøv, loðsprógv,
loðsfrítøku og viðurkenningarprógv og fyrireika mál
til støðutakan
• At gera og dagføra innanhýsis mannagongdir og
vegleiðingar
• At svara fyrispurningum umvegis telefon og teldupost
• At luttaka í fyrireikingararbeiðið til lógarsmíð og
fylgja við í viðurskiftum, sum eru og verða staðfest í
STCW konventiónini
• At viðgera kærur
• At samstarva við vinnuna og aðrar myndugleikar
Tó skalt tú vera smidlig/ur og til reiðar at traðka til,
um tørvur er á tí á øðrum arbeiðsøkjum á deildini/
stovninum.
Útbúgvingar- og førleikakrøv
• Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni
Harafturat krevst, at tú:
• tolir trýst og torir at taka avgerðir
• ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
• ert væl skipað/ur og hevur evni at halda fleiri bóltar í
luftini í senn og ikki letur teg streingja av hesum
• hevur góðar málsligar førleikar í skrift og talu bæði í
føroyskum, norðurlendskum og enskum máli
• hevur góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevni, undir hesum dugir væl at
samstarva tvørturum arbeiðsbólkar
• hevur góðan telduførleika og gott hegni at seta teg inn
í nýggjar telduskipanir
Tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá líknandi
størvum innan almenna fyrisiting. Harafturat er tað ein
fyrimunur, men ikki eitt krav at tú hevur kunnleika til
góðskuskipanir, so sum ISO 9001 ella líknandi.
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Tænastustaðurin er Sjóvinnustýrið á Hálsi 1 í Sørvági.
Starvið verður sett sum skjótast.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum skulu vera Sjóvinnustýrinum í hendi í
seinasta lagi týsdagin hin 12. juli 2016.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast Christel
Christoffersen, deildarleiðara, á tlf. 355600.
Umsóknir skulu sendast sum bræv ella teldubræv til:
Sjóvinnustýrið,
Á Hálsi 1
FO-380 Sørvágur ella á fma@fma.fo
www.landshandilin.fo
Akranesgøta 11 · Tórshavn · tlf 311385
Hettan er stoypt úr aluminium. Tilfarið rustar
ikki.
Hettan, sum verður fest niður á kaminuna
við patentlásum, er løtt at førka til viks hjá
skorsteinssóparanum.
Hettan er sniðgivin soleiðis, at hon sendir
hitageislingarnar frá fýrinum niður aftur
í kaminuna. Hetta gevur betri trekk og
orkusparing.
Hettan forðar fyri, at ov nógv vatn setir niður
í kaminuna. Eisini brýtur hon vindin og minkar
tí um vandan fyri, at tað slær niður.
Hettan er føst og gevur tí ongan gang.
Mát: Uttan: 540 x 540 mm
Innan: 480 x 480 mm
Holið: 275 mm diam.
Loysnin tiL
skorsteinin
ENVIRONMENTAL AGENCY
UNDANTAKSLOYVI AT TAÐA
OMAN FYRI 250 M
Umhvørvisstovan hevur hin 4. juli 2016,
sambært kunngerð um taðing, givið
undantaksloyvi til at taða oman fyri 250 m til:
Landsverk,
Í neytaskriðuni á Gjáarvegnum
loyvið er alment og kann síggjast
á Umhvørvistovuni og á www.us.fo.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna
í umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal innan
3. august 2016 sendast til :
Umhvørvisstovan
Traðagøta 38
FO-165 Argir
ella til us@us.fo
Umhvørvisstovan
Postboks 2048 · FO-165 Argir · tlf.: 342400 · www.us.fo