Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juli 2016 · Nr. 77 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Minningarorð um Odmar Poulsen Tórshavn Føddur: 27 juli 1936 Deyður: 4 juni 2016 NØVN Heilsan til Jóannes Ismarsson Joensen á 65 ára degnum Ein andans kappi er hann Jóannes Ismarson, sum frelsaran mikla fann sum vitnar í lágu og høgu lon. Trúfastur er hann sum fáur gloymir ei vin og frænda stúttur og sera knáur bjargar sálum úr vanda. Stinnur í andans virki inni og út á breyt eigur andans styrki um likamsstyrkin treyt. Vit ynskja tær alt tað besta vinur og frændi mín tú meiri enn mong fer at heysta tá Harrin teg kallar til sín. Birgit og Svenning av Lofti Tær seinastu vikurnar hava vit havt av allar fagrasta veðrið. Sólin hevur skinið oman og niðan. Vit hava gleðst um, at summarið endi­ liga kom, aftaná eitt kalt og heldur ilsligt vár. Men mitt í hesari gleðini, komu deyðsboðini av Odmar. Vistu væl, at hann var ógvuliga sjúkur og hevði verið tað í nakrar mán. Nú orkaði hesin stóri og sterki maður ikki meira. Fekk ikki verið til sjálva jarðar­ ferðina, men fylgdi frá Kapellinum og niðan í Vesturkirkjuna. Tá ið eg gekk fram við tykkara húsum á veg oman, hugsaði eg, ja, vart tú á lívi, so hevði tú putlast við okkurt runt um húsini. Í allarfagrasta veðri støðgaði líkbilurin niðanvert fyri tykkara heim har nøkur vers av sálmunum: Gakk tú tryggur fram við góðum treysti, varð sungin. Ein sera hugtakandi, hátíðarlig og sigandi løta.Síðani var hildið áfram niðan í kirkjuna. Vit hava búð her á Norðurrás síðani 1973, og tá høvdu tit búleikast her í nøkur fá ár. Tá vóru vit øll í bestu árum og áttu børn, sum vóru javngomul. Serliga vóru tað Bjarki og Oddvør, sum høvdu stóra gleði av hvørjum øðrum. Um tað mundi, var ikki nógv gjørt runt um húsini hjá hvørjum einstøkum, men sum tíðin gekk, kom meira og meira skil á. Soleiðis var eisini hjá tykkum, og nú tá ið tú legði árarnar inn, var alt fullført. Tað er ein eyðkendur Varði, sum stendur eftir teg, góði Odmar. Hegnigur, sum tú vart, hevur tú gjørt tað mesta sjálvur. Húsini væl røkt, laðaður garður, tún lagt við gróti og urtagarðurin væl hildin. Meini tað var seinasta summar, tíðin gongur jú so skjótt, at tú stóðst uttanfyri og gjørdi okkurt, at eg segði við teg: Tað er ótrúligt, sum alt er snøgt her, men tá svaraði tú bara lítillátin og við einum smíli, heldur tú tað. Ja, tað haldi eg og ikki bara eg, var svarið frá mær. Men tað skuldi so ikki verða, at Judith og tú kundi fáa nøkur ár afturat saman at njóta tykkara lívsverk. Odmar var ættaður úr Hesti og vóru tit manga fríløtuna har saman við børnum og barnabørnum. Ja, Judith segði mær eina ferð,at siður var hjá tykkum, at øll samlaðust á páskum og enntá á jólum harúti. Hetta hevði verið í fleiri ár og prógvar bara alskin til oynna, samanhaldið sum familja, og geva arvin víðari til tað yngra ættarliðið. Tá ið mann hevur búð so leingi í grannalag saman, er tað tungt at siga farvæl við ein so fryntligan, arbeiðssaman og blídligan granna. Góða Judith. Eg veit, at tað er ómetaliga tómligt hjá tær, nú Odmar er farin. Sorgin og saknurin hjá tykkum, sum stóðu honum nærmast má vera ógvuligastórur; men minnini um ein sera góðan mann, pápa og abba hava tit eftir, og tey erugóð at lýta aftur á. Ærað veri minnið um Odmar . Um tú vilt gleði vinna, søk ei til hægsta sal ! Nei, eydnan er at finna, har grannar semjast væl, har kærleiki man ráða, har blídni er við borð, har mildar tungur sáa tey mjúku troystarorð. Vit á Norðurrás 12 Tøkk Eina hjartans tøkk veita vit tykkum, sum við blómum sangi og heilsanum gleddu okkum á diamantbrúdleypsdegnum 24-03-2016. Takk til øll tykkum ið komu í Vitnið, og tey ið hjálpti til. Hjartans tøkk og Guðs signing. Malena og Kári Norðberg Minnist til haldargjaldið Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn Stórur seksæringur til sølu, eitt bátaprojekt, longdin 10,60 m breidd 3,40 m, báturin er bláur, og hann stendur við bátahylin á Argjum. Minsti prísur 15.000 kr Ring: 278030