Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-07-05, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 6. juli 2016 · Nr. 77 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá Magnus Kjelnæs føddur 08.11.1939 deyður 15.04.2016 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til dialysudeildina og Landssjúkrahúsið, til Klaksvíkar sjúkrahús, og til heimahjálpina sum vóru um hann. Og tøkk til tykkum sum koyrdu hann aftur og fram til viðgerð. Familjuna í Føroyum og tykkum øll, sum skipaðu fyri jarðarferðina, veita vit okkara hjartans tøkk – til berarar organist og talarar – bæði í Havn og í Betesda, fyri blómur og kransar og tykkum øllum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað,veita vit okkara hjartans innastu tøkk. Familjunnar vegna Unni Tuftene v/fam. Fitjar/Noreg Tøkk Vit takka tykkum øllum hjartaliga, ið sýndu okkum samkenslu og hjálptu okkum bæði á ein og annan hátt, tá ið elskaða kona mín, mamma, omma og vermóðir okkara Dinna Poulsen Fuglafirði fødd 04.06.45 deyð 02.06.16 andaðist og fór til gravar. Vit takka Sonju Klein fyri góð orð í Kapellinum og Marjun Bæk fyri troystarrík orð í kirkjuni. Vit takka starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri góða viðgerð, og somuleiðis takka vit Palliativa Toyminum fyri teirra hjálp. Tøkk fáa eisini starvsfólkini í Gøtubrá og Vesturstovu fyri serstakliga góða røkt og hjálpsemi. Stóra tøkk fáa tit øll, ið møttu til løtuna í Kapellinum á Landssjúkrahúsinum, og øll tit mongu, sum fylgdu henni til gravar og hjálptu til við ervinum. Takk fyri minnisgávur til Javna. Fyri tey avvarðandi Kristin, Halla, Fróði og Rúna við familju Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi tá okkara góði maður, pápi, verfaðir og abbi Brynjolvur Ellingsgaard f. 17.09.1943 d. 22.03.2016 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til G3 og B6 fyri góða hjálp og røkt. Tøkk til heimasjúkrasystranar. Tøkk til Bergtórur Bjarkhamar fyri góð orð í kapellinum og kirkjuni, tøkk til sangarar, berarar og kirkjutænarar. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Javna. Tøkk til øll, sum bakaðu og hjálptu til við ervinum. Tøkk tit, sum komu í kapellið, og tit sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul. Eyðbjørg, Rúni og Hans Jákup við familju Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá systir, vermamma, og omma okkara Augusta Davidsen andaðist og varð jarðað. Takk til starvsfólkið á Vesturskin fyri umsorgan. Takk til Meinhard Bjartalíð prest fyri góð orð í kirkjuni. Takk til Ova Brim prest fyri troystarrík orð á Vesturskin. Takk til berarar, sangarar og kirkjutænarar. Takk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar og til tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Alexius Almannaverkið søkir eftir námsfrøðingum og heilsurøktarum til Sambýlið á Fugloyarvegi og stuðulstoymið. Harumframt verður søkt eftir summarferiuavloysarum til eind 6 í Trivnaðardeplinum Um størvini Sambýlið Fugloyarvegur Á Sambýlinum á Fugloyavegi eru tilsamans 3 størv leys at søkja. Talan er um 1 fast starv 30 tímar um vikuna, 1 fast starv 20 tímar um vikuna umframt 1 farloyvisstarv 40 tímar um vikuna til 31.08.17. Arbeiðstíðirnar fevna um alt døgnið. Á Sambýlinum á Fugloyarvegi búgva 5 borgarar við menningartarni. Talan er um fólk sum hava stóran tørv á námsfrøðiligum stuðli og røkt. Stuðulstoymið Í Stuðulstoyminum er 1 fast starv á 16 tímar um vikuna leyst at søkja. Arbeiðstíðirnar eru dag og kvøldvaktir, og vikuskiftisvaktir kunnu eisini fyrikoma. Stuðulstoymið veitur stuðul til borgarar sum búgva í egnum heimið. Her verður arbeiðið lagt til rættis eftir tí einstaka borgaranum. Kafe Sólstrálan er knýtt at toyminum. Summarferiuavloysarar Eisini verður søkt eftir summarferiuavloysarum til tey sambýlir og tær tænastur, sum eind 6 varðar av. Setanar- og lønarviðurskifti Setanarøkið er Almannaverkið, og er í løtuni Trivnaðardepilin Eind 6. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann vera umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 13.07.2016 kl. 12.00. Námsfrøðingar, heilsurøktarar og summarferiuavloysarar til vaksin og eldri við menningartarni í Tórshavn av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: