hósdagur 7. juli 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JULI 2016
SOSIALURIN 78
4
BIRGITH LASSEN
E
in mikumorgun í apríl
koyrdi Karolina Dan
ielsen runt millum Lands
sjúkrahúsið, Blákross-
heimið og Heilbrigdi við soni
sínum, sum er rúsevnismisnýtari.
Sonurin var komin so mikið
langt av kós, at Karolina Danielsen
óttaðist fyri lívi hansara. Men í
eini roynd at leita sær eftir hjálp,
rendi hon seg í fleiri forðingar
og noyddist í síðsta enda at taka
sonin við sær heim aftur, meðan
hon bíðaði eftir fyrsta flogfarinum
sum fór av landinum.
”Eg svav einki hesar dagarnar,
tí eg var so ótrygg og bangin fyri
lívinum hjá soni mínum. Til síðst
hevði eg einki annað val enn at fara
av landinum, tí Landssjúkrahúsið
vildi ikki innleggja hann”, fortelur
Karolina Danielsen.
VikuskiftisSosialurin spyr hesa
ferð, hví sonurin ikki fekk ta hjálp
í Føroyum, sum hann bað um. Vit
spyrja eisini, hvør hevur ábyrgdina
av at rinda viðgerð í útlandinum, tá
einki viðgerðartilboð er í Føroyum.
Neyðarrópið frá soninum
Ein mikumorgun í apríl varð
Karolina Danielsen uppringd av
soni sínum. Hann greiddi frá, at
hann hevði verið í sera umfatandi
rúsevnismisnýtslu, og at hann nú
hevði ógvuligar ringar abstinensir,
tí hann í tveir dagar hevði hildið
sær frá rúsevnum. Av fríum vilja
og uttan læknaliga hjálp hevði
hann roynt at hildið seg vekk.
Ikki tí hann manglaði pengar, men
tí hann vildi sleppa burturúr síni
drúgva og umfatandi misnýtslu.
Hann bað mammu sína hjálpa
sær. Mamman hevur hoyrt søgur
um misnýtarar, sum eru deyðir, tí
teir royna at sleppa úr misnýtslu
uttan læknahjálp.
– Valið var antin at koyra til
Havnar eftir honum ella at lata
hann brúka sínar síðstu pengar
upp á fleiri rúsevni, fortelur
Karolina Danielsen, sum í fleiri
dagar óttaðist at sonurin fór at
doyggja.
Hon koyrdi beint av Streym
nesi eftir soninum og á veg
suður til Havnar ringdi hon á
Landssjúkrahúsið og fyrireikaði
tey upp á, at hon var á veg.
Í eini læknarapport, sum varð
skrivað nakrar dagar seinni, stend
ur skrivað, at støðan hjá soninum
var sera ring: Hann sveittaði illa,
pulsurin var høgur og vektin var
alt ov lág fyri ein vaksnan mann.
Men á Landssjúkrahúsinum, fekk
sonurin onga hjálp.
– Vit møttu upp í læknavaktini,
og tann, sum tók í móti okkum,
sá beinavegin, at støðan hjá soni
mínum var øgiliga ring. Hon ringdi
á psykiatrisku deild og bað um at
fáa hann innlagdan til avrúsing,
fortelur Karolina Danielsen. Hon
er mamma at 26 ára gamla Mortan
Johanessen, sum í fleiri ár hevur
verið misnýtari av sterkum
Men svarið frá psykiatrisku
deild var, at tey kundu ikki taka
hann inn. Hví Mortan Johannesen
ikki slapp inn á psykiatrisku
deild, greiddi eingin frá, og hóast
starvsfólk í læknavaktini ringdi
upp aftur til psykiatrisku deild,
var eingin hjálp at fáa har.
Hjá læknavaktini fekk Mortan
Johannesen heilivág til at klára
náttina, og fór síðan heim aftur við
mammu síni. Hvørki hesa náttina
ella náttina eftir fekk mamman
sovið, tí hon var bangin fyri, hvat
kundi henda soninum.
Dagin eftir fóru mamman og
sonurin á Blákrossheimið og í
Heilbrigdi at biða um hjálp, men
hóast tey har eru von at taka sær
av misnýtarum, metti ein tilknýttur
lækni saman við sjúkrarøktar
frøðingi, at Mortan Johannesen var
í alt ov ringum standi til at vera á
viðgerðarstovninum.
– Rúsevnini, sum hann hevði
tikið, vóru so mikið sterk, at vit
hava ikki kompetansu til at taka
okkum av tí. Høvdu vit tikið hann
inn her, er tað ikki vist, at hann
hevði yvirlivað, fortelur Árni Rein,
leiðari á Heilbrigdi.
Hann kundi doyð
Leiðarin á Heilbrigdi minnist týði
liga dagin, tá Karolina Danielsen
kom inn við soni sínum.
– Sonurin var so illa fyri, at hann
fór at doyggja, um Heilsuverkið
ikki á onkran hátt veitti honum
hjálp. Men tað gjørdu tey ikki, og
eg ráddi tí mammuni til at taka
eina drastiska avgerð. Hon hevði
einki annað val, um sonur hennara
skuldi yvirliva, fortelur Árni Rein,
leiðarin á Heilbrigdi, sum hevur
arbeitt við misnýtarum í 30 ár.
– Hetta er fyrstu ferð, at ein
brúkari hjá okkum hevur verið í
so ringum standi, at vit ikki tordu
at taka hann inn, sigur hann.
TEY RÆÐAST
FØROYAR
HVÍ FEKK MORTAN IKKI HJÁLP?
Karolina Danielsen fór fyrr í ár við soninum til Danmarkar á avvenjingarheim, tí eingin
hjálp var at fáa í Føroyum. ”Vóru vit ikki farin niður, var hann deyður vikuna eftir”, sigur
mamman, sum nú heftir fyri stóra rokning frá avvenjingarheiminum í Danmark.
Mamman spyr, hví føroyska heilsuverkið ikki vil rinda rokningina,
tá tey ikki vóru før fyri at veita hjálp her heima
Sosialurini hevur fingið avrit av samskiftinum millum
Karolinu Danielsen og Almannaverkið og LS